Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 • 12. nov. 2008 MIÐvIkaN 23 eisini. Pól hevði júst bygt nýggj stór hús eftir tátíðarmeti. Tey vóru ikki heilt liðugt innrættað tá. Bert tann eini maðurin bjargaðist við hesi vanlukku, og var tað Dánjal, sonur Díðrik, vanliga nevndur Stinu Dánjal. Dánjal doyði 7.2.1887 á Hvítanesi 93 ára gamal og Elsuba doyði 12.1. 1884, 81 ára gomul. Børn teirra blivu øll búgvandi á Hvítanesi. Súsanna Maria bleiv ógift. Yngri sonur Dánjal og Elspu, Berint Marius Frederik Danielsen, (1.2. 1846-19.12.1898) giftist 6.10. 1874 við Hannu Mariu Poulsen (11.4 1849-2.6. 1917). Hon var dóttir Poul Johannes Joensen, f. 10.8.1820 í Kollafirði, d. 1888, og Anna Elisabeth Fredrikke Joensen f. Heinedatter í 1819 í Havn. Børnini hjá Berint og Hannu vóru hesi: Peter Marius Danielsen f. 1875 Hann var uppkallaður eftir pápabeiggjanum, ið druknaði á Kaldbaksfirði, og hann giftist við Grethu Malenu Hansen, f. 24.7. 1885, úr Fuglafirði. Pápi hennara var Hans David Hansen úr Kollafirði, ið var lærari í Fuglafirði. Tey fingu tvær døtur. Hanna Bertha Marie f. 4.9. 1900 og Anna f. 11.11. 1902. Berthe giftist við Karl W Jacobsen av Tórgarði í Havn. Berthe var bara 12 ára gomul og Anna, sum giftist við Johannes Hansen í Havn, var 10 ár, tá ið pápin í 1912 gekk burtur við Oliviu hjá Napoleon í Dal. Grethe giftist aftur við Niklas úr Kunoy og flutti til Havnar at búgva. Berint Marius Danielsen Berint (1880-um 1942) giftist við Poulinu Andreu Petersen f. 5.12. 1898 í Tórshavn. Hon doyði í 1939. Poulina var dóttir gamla Knút skómakaran í Havn. Tey búðu á Hvítanesi og høvdu handil. Berint sigldu eisini av og á við trolara. Tey vóru barnleys. Børnini hjá Mallu systir Poulinu, Petur (Háberg) og Lina vóru nokk so nógv at vera hjá teimum. Anna Fr. Jensina Danielsen (1883-1939) Jensina giftist til Hósvíkar við Hans Jacob Zacharias Hansen, bónda frammi í Stovu f. 11.11 1881, d.21.5. 1967. Jensina og Hans Jacob fingu átta børn: 1. Hans Petur Hansen f. 26.11.1910. Hann festi garðin eftir faðirin, ið eisini var báta- smiður. Hans Petur giftist við Ellu f. Mikkelsen úr Gásadali. Hann doyði í 2002. 2. Bodil Kamma f. 16.4.1912. Giftist við Herman Hermansen, eisini úr Hósvík. Herman doyði 31.12.1955. Tá flutti Bodil til Havnar við børnunum, seldi húsini í Hósvík og keypti nýggj í Havn. Her búleikaðist hon saman við elsta soninum Herman, sum var ógiftur. 3. Edvard f. 9.5. 1916. Hann sjólátst við Nólsoynni í 1934. Saman við honum fórust tríggir pápabeiggjar umframt onnur næstrafólk. 4. Petrea Hansina f. 30.12.1914. Hon gifttist við Hans Reinert Olsen, tey búsettust á Toftum. Petrea doyði í 2007. Í mai komandi verða 75 ár síðani, at Nólsoyggin saman við Neptun gingu burtur. Tá fara vit í Miðvikuni at hava frásagnir um hesa hending, sum rakti hesa familju so hart. Tá fara vit eisini at hava eina hugtakandi frásøgn hjá Petreu um, hvussu hon minnist hetta. 5. Helga f. 18.8.1918. Hon giftist við Tom Djurhuus úr Hósvík, har tey eisini búsettust. Tom bleiv heldur ikki gamal maður. Helga arbeiddi í skúlanum við Áir. 6. Esther Hansen, f. 21.2. 1926. Esther var sjúkrasystir og starvaðist í Stavanger, tá ið hon møtti manninum Peter Andersen. Tískil búsettust tey har. 7. Kim. Giftist við Onnu ættað úr Froðba. Kim var kokkur við Stella Argus, sum gekk burtur á heimleið av sildaveiðu norðanfyri í 1957, samstundis sum konan lá á song við sjeynda barninum. Kim hevði ikki ætlað sær avstað, tí konan skuldi eiga. Men tað var so ringt at fáa kokk, so hann lat seg eftirlíka at fara við kortini. Vit høvdu frásagnir frá Stella Argus vanlukkuni í samband við, at tað í fjør vóru 50 ár síðan hesa vanlukku. Ein frásøgn, sum ikki náddi at koma við tá, var henda um Kim: Á veg avstað seinasta túrin legði Stella Argus inn á Tvøroyri at taka útgerð. Tá hendir tað, at ein drongur dettur á sjógv. Hann varð bjargaður á tann hátt, at tveir mans hildu um beinini á Kim. So var hann eftir høvdinum loraður niður móti sjónum. Tað eydnaðist honum at taka drongin, og so vórðu báðir hálaðir upp á kajuna aftur. Hetta er seinasta minnið um Kim, sum bert gjørdist 36 ár. Heimildarmaðurin til hesa frásøgn er bjargaði drongurin. 8. Bjarni Hansen f. 1.10 1927, giftist við Sannu Mariu Petersen úr Saltangará, har hann hevur havt blikksmiðju. Hann var eisini við fyrsta stállínuskipinum Vestur- havinum Blíða, sum kom í 1956. Ein sonur hansara er Hilmar Jan Hansen, kendur sum skemtari og nógv annað. Av hesum átta systkjum eru bert Esther og Bjarni á lívi. Daniel Pauli Danielsen Dánjal, (21.1. 1886 - 18.10.1983), giftist við Ingu Juliannu Mariu Joensen f. 31.8. 1890 í Kaldbak, d. í 1952. Tey búsettust á Hvíta- nesi, men seldu hús og ognir har og fluttu til Havnar í 1933. Tey bygdu nýggj hús á Abbatrøð. Dánjal fór ungur til skips við slupp, deyðsiglara. Seinni sigldu hann við trolara. Sum oftast var hann kokkur og bar orð fyri at vera ein góður kokkur. Kona Dánjal, Inga, var dóttir Johannes Joensen, f. 6.1.1864 í Sørvági. Hann vaks upp hjá fastur síni í Kaldbak, ið búði Undir Gøtuni. Hann var tí kallaður Gøtu Jóannis. Hann var giftur við Sigrid, sum var dóttir Tummas Petersen og Ingu Bærentsen f. Müller úr Havn. Hon var einkja eftir bóndan á Sundi, og nú sótu tey við garðinum. Greitt var frá teimum í røðini við høvdu við Jákup Reinert ættaður av Sundi Gøtu Jóannis og Sigrid bygdu sær hús í Gerðinum á Sundi, til tey umleið 1895 tóku húsini niður og fluttu tey út í Rættará í Havn. Jóannes var grótmaður. Hann var við at byggja kommunuskúlan, Dr. Alexandrines Hospital, trappuna á Christiansborg og skúlan á Hvítanesi. Í Havn var hann kall- aður Jóannis í Rættará. Húsini standa enn har nakað broytt, og fólk búleikast har við sama lag. Børnini hjá Ingu og Dánjal vóru: A. Bærint Hilmar Danielsen (27.6.1911-20.05.1984). Hann fór ungur til skips og sigldi í fleiri ár við rituvíksskipinum William Martin og øðrum við. Tá ið hann fór í land, fór hann at koyra bil. Hann koyrdi fyri Just Sivertsen í 19 ár og fyri Jón Hansen í 21 ár. Í fríløtunum dámdi honum væl at fara í fjørðin við Sólvá TN90, uppkallaður eftir abbadóttrini. Kona Hilmar, Herdis Nybo f. 1.9.1911 var ættað av Hvítanesi. Hon misti pápan við Nólsoynni í 1934. Ommurnar hjá Hilmar og Herdis vóru tvíburasystrarnar Hanna og Jetta, døtur Skora Pól. Báðar blivu giftar til Hvítanesar. Maður Jettu æt Hans Andreas Joensen Nybo. Hilmar og Herdis vóru tískil trímenningar. Tey búðu nøkur ár á Abbatrøð, til tey bygdu sær hús í Klokkaragøtu. Tey áttu dóttrina Inger, ið nú býr har saman við manninum Denhard Hansen av Toftum. Hilmar doyði 20.5.1984 og Herdis 30.3.1979. B. Petur Pauli Danielsen f. 11.10.1911. Hann var uppkallaðir eftir Petur pápabeiggjanum, ið sjólátst við sluppini Oliviu í 1912. Hann varð giftur við Signhild f. Rasmussen úr Uppistovu á Skála. Foreldur hennara vóru (Skála) Palli Rasmussen og Rakul, ið var ættað av Skælingi. Petur fór ungur á skiparaskúla og fekk skip at føra. Vegna sín unga aldur mátti hann hava flaggskipara við til Grønlands. Seinni sigldi hann nógv við trolara, mest sum stýrimaður. Eisini sigldi hann øll bardagaárini. Seinni lat hann saman við bróðrinum Sigurd og soninum Dánjal Paula skipið Hvítanes Berint og Poulina saman við systirdóttir hennara Lina, sum búði hjá teimum eitt skifti Kim, sonur Jensinu, sum gekk burtur í 1957 við Stella Argus. Tað seinasta sum er vitað um hann er, at hann var við til at bjarga lívinum á einum drongi ➘