mikudagur 12. november 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 218 • 12. nov. 2008
byggja á Tórshavnar Skipasmiðju.
Eitt serligt minni er, tá ið teir
royndartúrin sigldu so nær inn at
bygdini Hvítanes, sum til bar, og
øll fløggini inni á landi í skundi
vórðu drigin á stong. Øll í ættini
føldu seg so nær knýtta at bygdini,
har tey vuksu upp sum børn, og
hetta var ein kensluborin løta.
Hvítanes var upprunaliga eitt
frystilínuskip. Seinni varð hann
umbygdur til trolara og gjørdist
eitt av fyrstu føroysku skipunum á
rækjuveiðu fyrst í 1970-unum.
Petur og Signhild fingu hesi
børnini:
1. Dánjal Pauli Danielsen,
f. 20.5. 1937, giftist við Jórun
Jacobsen, ættað úr Hvalvík, og
tey búsettust í Havn. Hann førdi
Hvítanes ta tíðina, skipið var í
flotanum. Hann doyði 30.11.1994.
2. Regin Danielsen f. 19.1.
1939, giftist vit Astu Vang úr
Kaldbak. Tey búsettust í Havn.
3. Jana f. 6.7.1940, giftist
við Dánjal Petur Nielsen úr
Sandavági. Búgva í Havn.
4. Petur Pauli Danielsen f.
3.10. 1948, giftur við Esther
Andreassen úr Havn, har tey
eisini búsettust. Petur doyði
03.05.1995.
C. Sigurd Danielsen, f.
9.7.1917. Doyði 23.10 2002.
Kona hansara var Naena f. Mikkel-
sen f. 5.3. 1927 í Syðrugøtu,
dóttir Poul Amaliel Mikkelsen f.
17.9.1890 í Syðrugøtu og Perlinu
f. Højgaard 2.4.1890 í Rituvík. Tey
búsettust í Syðrugøtu.
Sigurd fór eisini ungur til
skips. Hann var fyrst tvey ár við
William Martin. Síðan fór hann
við Isabellu, ið Petur beiggi
hansara hevði fingið at føra.
Hann fór niður til Danmarkar at
læra til bakara og kondittara.
Staddur í Danmark hersettu
týskarar Danmark í 1940, og
hann slapp ikki heim aftur fyrr
enn bardagin var av. Tá arbeiddi
hann hjá Frants Restorff sum
bakari, til hann fór at fáast við
handilsvirksemi. Naena og Sigurd
giftist í 1948 og búsettust í Havn.
Tey fingu børnini:
1. Ingibjørg Rasmussen,
f. 27.10 1950 í Havn. Giftist
við Jónsvein Rasmussen úr
Oyndarfirði. Tey búsettust á
Hvítanesi.
2. Poul f. 16.7. 1952 í Havn.
Giftur við Karlu Joensen úr
Oyndarfirði. Búsett á Stykkinum.
3. Per Danielsen, f. 4.1.1959 í
Havn. Giftur við Ingunn Andreas-
sen úr Havn. Búgva í Havn.
D. Poula Maria Danielsen
f. 22.7. 1921 á Hvítanesi. Gift við
Peter McGavin, ættaður úr Hull í
Onglandi.
Hann var við í Dunkerque í
1940, tá ið bretar hopaðu undan
týska herinum. Hann var særdur
og kom til Føroyar sum hermaður,
tá ið hann var komin fyri seg
aftur. Peter fall so væl til í Føroy-
um, at hann vildi búseta seg
her. Honum dámdi væl at rógva
út við báti sínum Kathleen. Tey
búsettust í Havn. Peter var eisini
í fleir ár nevndarlimur í Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Børn teirra eru Kathleen og
Dora Mc Gavin.
E. Hans Pauli Danielsen f.
24.10 1923 á Hvítanesi, giftist
við Petru f. Mikkelsen 15.8.1929
í Syðrugøtu. Er systir Naenu,
sum var gift við Sigurd, beiggja
Hans Paula. Hans Pauli fór
ungur til skips. Í bardagaárunum
sigldi hann við Poppy fyri enska
hervaldið. Hann var eina tíð undir
krígnum við danska fiskiskipinum
Vestland saman við Johan
Norðfoss, sum hevur greitt frá
hesi sigling í Miðvikuni.
Síðan sigldi hann við Johan í Hoy-
vík. Tá ið hann gavst at sigla koyrdi
Hans Pauli lastbil hjá Jón Hansen.
Hans Pauli 8.1. doyði 1996.
Børnini hjá Petru og Hans Paula
eru:
1. Inga Dam, f. 10.2.1960. Er
gift við Signar Dam av Norðskála.
Tey búgva í Havn.
2. Páll Eli Danielsen f.
17.9.1962 í Havn.
3. Dania, f. 1.1.1968 gift við
Bárður úr Baianstovu úr Havn, og
her búgva tey eisini.
Hjá Dánjal og Ingun vaks eisini
upp Sofus Joensen (1932-2003)
sum var bróðursonur Ingu. Var
gift við Gunnvør.
Elisabeth Poulina
Sofía Danielsen
Poulina var fødd 7.7. 1889. Hon
giftist við Jósef Djurhuus f.
4.8.1866, deyður 3-7-1934. Tey
búðu Innan Glyvur.
Poulina fór at halda hús hjá
Jósef, ið hevði mist konuna í
1922 og sat eftir við trimum
smádreingjum.
18. februar 1925 giftust
Jósef og Poulina og bleiv hon
dreingjunum í móður stað. Sjálvi
fingu tey fýra synir saman.
Hetta var um ta tíðina, tá ið
tuberklarnir herjaðu í Føroyum.
Jósef gjørdist sjúkur og mátti
á bróstsjúkrahúsið, har hann
doyði longu í 1934, 47 ára gamal.
Tvey ár frammanundan høvdu
tey mist elsta sonin hjá Jósef
við fyrru giftu Poul Johannes f.
19.11.1915. Hann gekk burtur
við Immanuel í 1932 saman
við 18 øðrum monnum. Hetta
var ein døpur tíð hjá Poulinu.
Tann 11.1. 1936 doyði næstelsti
sonur Jósefs í fyrru giftu. Hann
bleiv sjúkur av teim herviligu
meslinginum frá meslingagrindini
í Gøtu 1935 og nógv fólk doyði.
Bert hin yngsti av teimum trimum
synunum hjá Jósefi í fyrru giftu
Andrew Djurhuus f. 3.4.1920 rakk
ein vanligan høgan aldur. Hann
giftist við Hervør f. Danielsen úr
Húsavík. Tey búsettust í Havn.
Her kann vera skoytt uppí, at
Poulina var vinkona Linu, sum
var gift við Daniel J. Danielsen,
sum millum annað var trúboðari
í Kongo 1901-1903. Tær vóru
komnar at kennast á Viðareiði,
har Poulina tænti, og har
Lina kom nógv í samband við
trúboðaravirkið hjá manninum.
Vit hava havt eina røð í Miðvikuni
um tey bæði. Poulina er helst
seinasta fólk í Føroyum, sum Lina
hevði samband við. Tískil kundi
Hervør, verdóttirin, geva eitt heilt
fitt íkast til hesa røð.
Poulina fall ikki í fátt. Hon hevði
ta klettaføstu trúgv, at tann Harri,
sum hon hevði sett sítt álit á, fór
at hava umsorgan fyri teimum.
Millum annað róði hon inn á
Skála og fekk saltfisk frá handils-
virkinum hjá Absalon Jacobsen at
turka. Fiskin flutti hon heim til sín
sjálvs, vaskaði og turkaði hann,
og so róði hon inn aftur á Skála
við tí turkaða fiskinum. So kundi
hon keypa sær vørur fyri lønina
og taka tær við sær í bátin heim
aftur.
Í bókini “At loysa úr lagdi”
skrivar Oluf Djurhuus um Poulinu,
at hon legði ikki árarnar inn. Hon
tók so mikið dyggiligari á og væl
royndist. Dreingirnir komu undan
í øllum góðum. Hon megnaði at
geva teimum eitt gott og guds-
óttandi heim. Eitt heim, har Oluf
hevði havt nógvar góðar løtur.
Poulina doyði 2.5. 1981, 91 ára
gomul.
Børnini hjá Poulinu og Jósef
vóru hesi:
1. John Djurhuus f. 17.12.1925,
giftist við Edith Pedersen frá Thi-
sted. Búsettust í Keypmannahavn.
2. Berint Djurhuus, f. 16.5.1927,
giftist við Sáru Christoffersen
frá Julianehåb. Tey búsettust í
Nanortalik.
3. Wensil Djurhuus f. 6.7.1929.
Giftist við Sunnivu Djurhuus
úr Syðradali í Streymoy. Tey
búsettust í Havn.
4. Emil Djurhuus, f. 8.5.1938,
ógiftur. Hann húsaðist saman við
mammuni Innan Glyvur til hon
doyði 2.5. 1981.
Aftaná nýggjár verða tvær
Miðvikur afturat um Hvítanes,
serliga um Dánjal á Hvítanesi
(1886-1983).
Poulina, saman við elstu børnum í næsta ættarliðnum, Peda, Hilmar og Bodil
Døtur Jensinu: Helga, Bodil, Petrea
Gomul mynd av Hvítanesi. Er tikin norðanfyri húsini Niðri í Túni í ein úsynning
Komandi partur
Í trimum komandi Miðvikum
verða endurgivnar dagbøkurnar
hjá Petur Alberg fyri 1900 og 1901