Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 218 - 12. november 2008 tíðindi Pál móti OL-vinnaranum SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg havi tosað nógv við fólkini í ÍF, og ætlanirnar har tykjast sera spennandi Høgni Zachariassen Fíggjar- kreppan kann koppa Liverpool Sambært enskum miðl­ um er álvarsligur vandi fyri,at amerikonsku eigararnir av Liverpool verða noyddir at selja felagið í næstum. Hetta verður váttað av Keith Harris, sum seinnu árini hevur verið maður­ in, sum hevur staðið fyri stóru handlunum við enskum feløgum. Og sum í løtuni roynir at selja eitt nú Everton og Newcastle. Tom Hicks og George Gillett hava fingið tveir mánaðir til antin at gjal­ da ella umfíggja skuld­ ina í felagnum, sum í løtuni er upp á 350 milliónir pund – ella knappar fýra milliardir krónur. Fyri einum ári síðani varð ikki roknað við, at tað fór at elva til trupulleikar at umfíggja skuldina, men altjóða fíggjarkreppan hevur fullkomuliga broytt hesa myndina. Eydnast tað ikki at um­ ella endurfíggja skuldina, kann ein avleiðing vera, at felag­ ið verður noytt at selja fleiri av stóru profilun­ um í spælarahópinum. Á vøllinum hevur Liverpool fingið sína bestu byrjan nakran tíð í Premier League, og eru teir reyðu av Anfield í løtuni ájavnir við Chelsea á odda­ sessinum í deildini. ­mørk Pál Joensen verður í dag testaður móti avgjørdu heims­ elituni, tá hann svimur 1.500 metra frí í Stockholm Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við olympiska meistaranum á 1.500 metrum, Oussama Mellouli, undir liðini á sær, verður mótstøðan hjá føroys­ ka gullfiskinum neyvan størri enn taða sama, tá finalan í World­Cup kapp­ ingini, sum í hesum døgum fer fram í Stockholm og Svøríki. Og sum so verður heldur ikki roknað við, at Pál fer at skala mannin, sum altso verður roknaður sum heim­ sins besti á teininum. ­ Pál er ikki í kappingar­ formi í løtuni, og tað er Mellouli, so tað verður trupult at nerta hann yvir­ høvur. Hjá okkum er meira umráðandi, at Pál toppar, tá EM­kappingin verður á skránni í desember mánaði. Her og nú er málið, at vit svimja eina góða tíð, og tosa vit um plaseringar, so er vónin, at Pál kann koma upp á heiðursmerkjapallin, sigur Jón Bjarnason, venj­ ari, við Rás2. Saman við Pál Joensen og Oussama Mellouli verð­ ur roknað við, at Mads Glæsner úr Danmark, og Robert Margalis úr USA fara at kappast um heiðurs­ merkini. Og skal metast eftir tilmeldingartíðunum, so stendur Pál seg veikast í hesi kappingini. Hinvegin verður talan hesa ferð um ein Pál Joensen, sum veru­ liga verður pacaður í harðari kapping, og tí er ikki óhugs­ andi, at hann kann svimja væl skjótari enn tíðin, sum hann er tilmeldaður undir. Tíðin hjá Páli er her 14.49,34. Mellouli hevur bestu tilmeldingartíð við 14.34,31, meðan Glæsner og Margalis hava ávikavist 14.45,16 og 14.47,46. Finalan í 1.500 metra frí verður svomin klokkan 18 føroyska tíð, og á heimasíð­ uni, www.svimjing.com er leinkja til heimasíðu, har kappingin verður streamað. Bæði Pál Joensen og Elspa Mørkøre gjørdust nummar fýra í World­Cup stevnuni í Stockholm Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Elspa kappaðist í tveimum finalunum í gjár. Í 50 mera rygg gjørdist hon nummar 7 við tíðini 28,27 sekund, sum var nakað seinni enn tilmeldingartíð hennara. Betur gekst í 200 metra frí, har Elspa svam teinin í 2.08,73, men hetta rakk akkurát ikki til heiðursmerki, tá Elspa kom á mál sum nummar fýra. Og úrslitið hjá Pál Joensen á 400 metrum frí var júst tað sama. Pál setti annars føroyskt met, tá hann svam teinin upp á 3.44,07, men tað var ikki nóg mikið. Mellouli úr Tunis var langt fremstur í kappingini, og honum á baki komu týski Paul Biederman og danski Mads Glæsner. Hesin seinasti við tíðini 3.42,79. Tvey fjórða pláss í Stockholm Elspa Mørkøre umboðar Danmark á World-Cup stevnuni Tað verður móti avgjørda heimstoppinum, at Pál Joensen skal royna seg, tá hann í kvøld skal svimja undir liðini av Oussama Mellouli úr Tunis