mikudagur 12. november 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 218 - 12. november 2008 ]
Fuglfirðingar miðja
longur upp eftir
stigatalvuni í ár, og
hesi útlit hava fingið
Høgna Zachariassen
og Hanus Eliasen at
venda heim, heldur
enn at halda fram hjá
greipuvinnarunum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í nógvar mátar var ÍF stóra
positiva
yvirraskilsið
í
Formula-deildini í ár. Liðið
varð annars roknað millum
niðurflytingarkandidatarn-
ar, men hóast teir sjáldan
kundu kenna seg heilt trygg-
ar, so brendi tað sjáldan
undir
teimum,
og
við
sjeynda plássinum var mál-
ið um at halda seg í deildini
nátt í øllum góðum.
Miðja hægri
Men tað tykist tó ikki
steðga her hjá ÍF. Og í øllum
førum eru hægri málsetn-
ingar grundleggjandi for-
treytir fyri, at Høgni Zach-
ariassen saman við Hanusi
Eliasen nú aftur verður at
síggja í ÍF.
- Hjá mær hevur tað sum
so ikki verið nakar ivi um,
at eg fyrr ella seinni kom
aftur til ÍF. Men eg hevði
nokk ikki roknað við, at tað
skuldi henda eftir bara eitt
ár í útlegd, sigur Høgni
Zachariassen.
- Ikki tí. Árið við EB/
Streymi hevur verið bæði
stuttligt og spennandi. Per-
sónliga var tað sjálvandi
keðiligt, at eg tvær ferðir
var úti við broti í fótinum,
men eg fekk so nakað av
spælitíð kortini, og tað var
stuttligt.
- Men eg havi tosað nógv
við fólkini í ÍF, og ætlanirnar
har tykjast sera spennandi.
Enn eru allir sáttmálar ikki
komnir upp á pláss, men
fáa vit spælararnar, sum
ætlanin er at fáa, sær tað
heilt spennandi út, haldi eg
meg kunna siga.
Vildi ikki vera
keðiligur
Og hóast tú var úti í longum
løtum, so verður tað væl
ein spælari, sum búnaður
og mentur, sum nú kemur
aftur til ÍF?
- Tað vóni eg í øllum
førum. Sjálvandi er tað
ymiskt, hvussu árini hilnast.
Men eg haldi meg hava lært
nøkur ting í EB/Streymi, og
vónandi kann tað koma ÍF
tilgóðar, sigur Høgni.
Saman við Høgna er
eisini Hanus Eliasen komin
aftur til ÍF. Og Høgni sigur
sjálvur, at hetta eisini vigaði
við, tá avgerðin skuldi
takast.
- Eg vildi so ikki standa
eftir sum tann keðiligi, ið
ikki kom heim til ÍF. Og
sum sagt, so haldi eg, at
2009 sær rættiliga spenn-
andi út. Og uttan at spyrja
nakran eftir, so kann eg í
øllum førum siga, at málið í
øllum førum er nakað hægri
enn sjeynda plássið, sum ÍF
vann sær í ár, sigur Høgni
Zachariassen.
Javnleikurin á
Tórsvølli sæst aftur
á FIFA-listanum, har
Føroyar gingu 12
pláss fram
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast eitt pláss sum numm-
ar 186 á altjóða styrkis-
listanum fyri fótbóltstjóðir
ikki ljóðar av nógvum, so
er talan um framgongd hjá
føroyska fótbóltslandsliðn-
um, sum at kalla bert er
dottið longur og longur nið-
ur á FIFA-listanum seinnu
árini.
Lopið hesa ferð ber eisini
við sær, at Føroyar nú eisini
hava lagt Andorra aftur um
seg, og tí eru nú tvær aðrar
europiskar
tjóðir
undir
okkum. Hin er San Marino,
sum einki stig hevur á
listanum.
Sambært seinastu upp-
gerðini hava Føroyar 37
stig á listanum. Hinvegin
verður neyðugt at fáa okk-
urt stigið afturat til høldar
hampuliga
skjótt.
Sæð
burtur
frá
javnleikinum
móti Eysturríki, so skal
leitast aftur til heystið 2004
fyri at finna seinasta før-
oyska stigið. Tá spældu Før-
oyar 2-2 javnleik á Cypros,
men stigini fyri hendan eru
nú skjótt burtur.
Cole gevst
Fyrrverandi toppskjúttin hjá Newcastle og Manchester
United, Andy Cole, steðgar nú yrkisleiðini sum
fótbóltsspælari. Cole er í dag 37 ára gamal, og seinasta
felag hansara gjørdist Nottingham Forest. Har hevur hann
tó ikki spælt tað heilt stóra, og mál hevur hann als ikki
skotið í teimum 10 dystunum, sum hann hevur spælt.
Cole spældi eisini á enska landsliðnum, har tað gjørdist
til 15 dystir og eitt mál.
Bæði kvinnurnar
og unglingarnir
hjá Havnar
Fimleikafelag ætla
sær at verða føroya-
meistarar í ár. Tær
venja hart, og hesa
tíðina eru seriurnar
á skánni. Í hesum
sambandi hevur Eyð
Strøm verið heima
og lært unglingarnir
teirra seriur, og
í aðru viku fáa
kvinnurnar vitjan
av russisku Sanyia
Glyzine
Fimleikur
tíðindaskriv
Dagarnir í seinastu viku
og um vikuskiftið vóru
langir hjá unglingunum í
Havnar Fimleikafelag.
Eyð Strøm var komin
at venja unglingarnir seri-
una, sum tær skulu kapp-
ast við í ár. Áðrenn Eyð
fór til Danmarkar í fjør at
lesa til arkitekt, vandi
hon trý kappingarlið hjá
HF. Og blivu øll hennara
lið
føroyameistarar.
Sunnudagin var fram-
førsla fyri foreldrum og
øðrum HF fjepparum í
høllini á Stórheyggi, og
serian í ár er einki undan-
tak. Hon borgar fyri
góðsku, so nú er »bert«
eftir hjá fimleikarunum
og
venjarunum
Ruth
Smith og Annu Kristinu
Niclasen at fáa tað tekn-
iska uppá pláss og at fáa
alt at sita, sum tað skal.
Serian hjá kvinnunum
kemur í aðru viku. Tá
kemur russiska Sanyia
Glyzine til Føroya at
venja kvinnurnar nakrar
dagar.
Tá HF kvinnurnar blivu
føroyameistarar í fjør,
hevði
Sanyia
Glyzine
gjørt seriuna við temanum
»Jeanne d`arc«. Úrslitið
var so mikið sannførandi,
at eingin ivi var um, at
felagið ynskti at fáa
Sanyiu at koma aftur í ár.
Kvinnurnar og venjarin
Turið Nattestad gleða seg
til at Sanyia kemur. Spenn-
andi verður at síggja, hvat
hon hevur í viðførinum
hesaferð.
Sanyia hevur eisini onn-
ur góð úrslit at vísa á, eitt
nú gjørdi hon seriuna til
heimsmeistararnar Janika
í fyrraári.
Russi styrkir FM-
vónirnar í Havn
Nógv verður lagt fyri, nú venjingarnar til FM-kappingina í
estetiskum fimleiki eru komnar í hæddina
Mynd: Hannis P. Wardum
200.000 kr. um dagin
Cristiano Ronaldo og Manchester United fara nú undir
samráðingar um nýggjan sáttmála til portugisan, sum í løtuni
verður roknaður sum heimsins besti spælari. Sambært enskum
miðlu, so er kravið hjá Ronaldo, at hann skal hava 1,5 milliónir
krónur um vikuna, um hann skal halda fram í felagnum. – Tað er
vanligt, at sáttmálin hjá einum spælara endurspeglar avrik hansara.
Vit skulu tosa við Manchester United, men enn er ein fundur ikki
ásettur, sigur umboðsmaðurin hjá Ronaldo við SkySports.
Høgni og Hanus aftur í ÍF
Eysturríki gav 30 stig
Saman við Hanusi Eliasen verður Høgni Zachariassen nú aftur
í barndómsfelagnum, ÍF. Teir báðir hava spælt ávíkavist eitt og
tvey ár við EB/Streymi
Málið, sum Bogi Løkin skeyt á Tórsvølli fyri tveimum
mánaðum síðani hevur flutt Føroyar 12 pláss upp á altjóða
styrkislistanum fyri fótbóltstjóðir