mikudagur 12. november 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 218 - 12. november 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Palin
gevur
Bush
skyldina
Sarah Palin, sum var vara
forsetavelvni hjá republi
kanarunum á valinum í
USA fyri átta døgum síð
ani, at politikkurin hjá
George W. Bush, forseta
og stjórn hanssra gjørdu,
at John McCain og hon tap
tu valið.
Eg haldi, at nógvir
veljarar hava hugsað um
tíðina tey seinastu árini, tá
teir skuldu taka støðu.
Fleiri munnu hava spurt,
hví tey skuldu halda fram
við republikanarunum,
sum tey seinastu átta árini
hava givið tí almenna 10
trilliónir dollarar í skuld,
sigur Sarah Palin í Anchor
age Daily News, sum er
tíðindasending hjá KTUU
Channel 2, sum er
sjónvarpsstøð í heimstati
hennara Alaska.
Hon heldur, at nógvir
veljarar hava eisini spurt,
hvussu USA kundi gera
fleiri hernaðarlig mistøk,
meðan republikanararnir
sótu við ræðið, og at fólk
tí vildu hava okkurt annað,
sum var langt burturi frá
verandi stjórnini og henn
ara politikki.
Amerikanskir fjølmiðlar
hava dúgliga gitt, um
Sarah Palin man ætla sær
at gerast forsetavalevni hjá
republikanarunum seinni,
men sjálv vil hon einki
siga um tað.
Medvedev
vil leingja
valskeiðið
Russiski forsetin, Dmitrij
Medvedev, hevur lagt upp
skot fyri tjóðartingið í
Moskva um at leingja
valskeiðið hjá russiska for
setanum. Tað skrivar Reut
ers úr russiska høvuðsstað
num.
Medvedev segði í síðstu
viku, at hann umhugsaði at
leggja fram uppskot um at
leingja valskeiðið hjá
forsetaembætinum úr fýra
í seks ár. Grundgevingin
er, at so fær forsetin betri
tíð til at fáa sín politikk
framdan í verki.
Russiska stýrisskipanin sig
ur, at forsetin kann ikki
veljast meiri enn tvær
ferðir. Sum er merkir tað
átta ár, men fær Medvedev
meiriluta fyri sínum
uppskoti, verður tað 12 ár í
framtíðini.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Eg eri takksamur fyri, at Sarah Palin stillaði upp
saman við mær. Hon hugtók fólk og ger tað enn
(John McCain)
útlond
Upprunaliga skuldi
IMF góðkenna
íslendska lánið fyri
átta døgum síðani,
men enn er eingin
góðkenning komin
Altjóða Gjaldoyragrunnur
in, IMF, aftrar seg eftir øll
um at døma við at veita
Íslandi eitt lán, sum skuldi
fáa íslendska fíggjarheimin
aftur á beint eftir tær ógvus
ligu rembingarnar í seinast
uni.
Tann 24. oktober samdust
IMF og íslendska stjórnin
um, at grunnurin skuldi
læna íslendska ríkinum 2,1
milliardir dollarar elloa ein
ar 12 milliardir krónur. Sam
bært Financial Times skuldi
IMF staðfesta tilsøgnina
týsdagin í síðstu viku, men
tað bleiv fyrst útsett til
fríggjadagin og síðani til
mánadagin í hesari vikuni.
Men tá hendi heldur einki,
og sambært bretska blað
num er avgerðin nú útsett í
óásetta tíð.
Lánið frá IMF hevur sera
stóran týdning fyri íslend
ingar, tí fleiri lond, teirra
millum Norðurlond, hava
boðað frá, at tey fara ikki at
viðvirka til bjargingarætlan
ina, fyrr enn nevndin í IMF
hevur góðkent lánið frá
grunninum til Íslands og
eina ætlan um, hvussu
íslendski
fíggjarheimurin
skal endurreisast.
Íslendingar hava róð fram
undir, at tað eru bretar, sum
liggja í buktini. Sagt verður,
at bretar royna forða fyri, at
IMF tekur avgerð, fyrr enn
bretar og íslendingar eru
komnir ásamt um, hvussu
verður við pengunum, sum
bretar áttu í teimum íslends
ku netbankunum, sum fóru
av knóranum. Men bretska
stjórnin hevur avsannað, at
tað er hon, sum liggur í
buktini.
Vilja amerikanararnir
sleppa sínum
rakettverjuætlanum
í Póllandi, er
Russland sinnað
at sleppa sínum
rakettærtlanum
Herfyri
segði
russiski
uttanríkisráðharrin, Sergej
Lavrov, at Russland fer at
seta
nakrar
stuttberandi
rakettir av slagnum Iskander
upp í Kaliningrad sum svar
upp á avgerðina hjá Bush
stjórnini at seta ein part av
teirri amerikonsku rakett
verjuskipan upp í Póllandi.
Men í gjár segði Lavrov,
at Russland er sinnað at
sleppa ætlanini um rakettir
í Kaliningrad. Tó ikki treyta
leyst.
Okkara forseti hevur
gjørt púra greitt, at verður
amerikanska ætlanin í Pól
landi framd í verki, sleppa
vit ikki undan at seta
Iskanderrakettir
upp
í
Kaliningrad. Men vit seta
ongar rakettir upp har, uttan
so at amerikanska ætlanin
verður
veruleiki,
segði
russiski uttanríkisráðharrin
sambært Reuters.
Hernaðarserfrøðingar
siga, at verða Iskander
rakettir settar upp í Kalinin
grad, kunnu tær raka útgerð
ina, sum amerikanarar ætla
at seta upp nærhendis pols
ka býnum Gdansk. Serfrøð
ingarnir halda, at Russland
hevur longu kjarnorkurakett
ir í Kaliningrad.
Heimskenda ferða
mannaskipið Queen
Elizabeth II er farin
á sína seinastu
ferð. Ferðin byrjaði
í gjárkvøldið, tá
Queen Elizabeth II
fór úr Southampton
í Bretlandi við kós
ímóti Dubai í Mið
eystri, har skipið skal
umbyggjast til eitt flót
andi hotell
Fleiri túsund fólk vóru kom
in saman á havnarlagnum í
Southampton at siga tí ken
da skipinum farvæl. Umleið
1.700 ferðafólk eru við á
teirri seinastu ferðini, og
eftirspurningurin hevur ver
ið sera stórur, hóast tann
dýrasta
kahúttin
kostar
meiri enn 28.000 bretsk
pund ella góðar 255.000
krónur.
Queen Elizabeth II kemur
eftir ætlanini til Dubai tann
26. november.
IMF aftrar seg við
at veita Íslandi lán
Á høvuðsstøðini hjá IMF bíða tey við at taka avgerð um lán til Íslands
Mynd: AFP
Russland sinnað
at sleppa sínum
rakettætlanum
Sergej Lavrov er russiskur uttanríkisráðharri
Mynd: Polfoto
Drotningin farin
seinasta túrin
Fólk í túsundatali søgdu tí kenda skipinum farvæl
Mynd: Polfoto