Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 219 - 13. november 2008 Tórshavnar Komm­ una hevur álvarsligar trupulleikar við at lyfta uppgávuna at tøma rottangar og reinsiverk í kommununi. Bert ein bilur er til alla kommununa, og tíðin strekkir ikki til annað enn bráðfeingistøming Umhvørvi Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað er nakað lort. Á heima­ síðu sínari skrivar Tórshavn­ ar Kommuna, at hon hevur gjørt eina skipan, har rot­ tangar, reinsiverk og annað verða tømd einaferð um árið. Men kommunan megn­ ar ikki at lyfta hesa upp­ gávuna við verandi støðu, og rottangatømingin verður als ikki røkt á nøktandi hátt. Sum er nú, hevur Tórs­ havnar Kommuna bert ein bil til at tøma allar rottang­ arnar og øll reinsiverkini í kommununi. Lyftið um at rottangar og reinsiverk verða tømd eina­ ferð um árið verður als ikki hildið. Sum er nú er bert orka til at røkja bráðfeingis­ tøming, har fólk ringja inn og boða frá at rottangin er yvirfyltur. Millum seks og sjey fólk ringja um dagin, og tískil er millum lítil og eingin tíð til yvirs at røkja rottangatømingina runt í kommununi. Koma ikki uppundan Teir, ið standa fyri rottanga­ tømingini vátta, at tað í løt­ uni er vónleyst at røkja ta álagdu uppgávuna, og tað við einum bili ikki letur seg gera at tøma tangarnar oft­ ari. Sum er nú kunnu ganga upp til fimm ár millum at rottangin verður tømdur, um ikki at tað typpist, og fólk verða noydd at boða frá hesum sum eitt bráð­ feingismál. Til tíðir hevur IRF hjálpt til við at tøma rottangar í Tórshavnar Kommunu, men tá stingur ein annar trupulleiki seg upp, nevn­ liga móttøkan í Húsahaga. Tá IRF hevur hjálpt til, megnar móttøkan ikki at taka alt rotið, og fyllist. Tískil letur tað seg ikki gera at koma uppundan við rottangatømingini, og stun­ dir eru bert til at røkja bráð­ feingisuppgávur. Tórshavnar Kommuna er vaksin sera skjótt seinnu árini. Umframt nógvu nýggju sethúsini og bygn­ ingarnar í Tórshavn, eru eisini Kollafjørður, Nólsoy, Velbastaður, Kirkjubø og Hestur komin afturat komm­ ununi. Men kommunan tyk­ ist ikki at verða vaksin við uppgávuni, og fyri hvønn dag, sum líður gerst hetta ein alsamt størri trupul­ leiki. Havnin flýtur í lorti Bert hesin eini bilurin er til at røkja alla rottanga- og reinsiverkstøming í allari Tórshavnar Kommunu. Tíðin røkkur ikki til annað enn bráðfeingistømin í løtuni, og fyri hvønn dag, su mgongur, veksur trupulleikin ­ Sum nú er, megnar kommunan ikki at lyfta hesa uppgávuna, ásannar Elin Lindenskov, ið er forkvinna í heilsu­ og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu. Hon sigur, at arbeitt verður við málinum Umhvørvi Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Sum er nú, megnar Tórs­ havnar Kommuna ikki at lyfta lógarásettu skylduna um at rottangar skulu tømast regluliga. Elin Lin­ denskov er forkvinna í heilsu­ og umhvørvisnevnd­ ini hjá Tórshavnar Býráð, og hon váttar at støðan als ikki er nóg góð sum er, og at kommunan ikki megnar at lyfta uppgávuna, sum hon lovar borgarunum inni á heimasíðu sínari. ­ Men Tórshavnar Komm­ una skal megna tað. Vit mugu royna at finna útav, hvussu vit loysa henda trupulleikan. Sum er nú hava vit samstarvað við IRF um at teir hjálpa til við at tøma rottangarnar í komm­ ununi. Men vit arbeiða við málinum. Tað er ikki sikkurt at tað at keypa ein tøming­ arbil afturat er besta loysnin. Tá kann jú verða, at bæði vit og IRF koma at hava stóra yvirskotsorku, sigur Elin Lindenskov. Sambært Elini Linden­ skov er gongd í málinum, men er hetta eitt ógvuliga stórt konsept, ið skal fáast uppá pláss. ­ Her eru ógvuliga nógvir faktorar tengdir at hesum. Eitt er millum annað mót­ tøkan, ið ikki megnar nóg væl at taka ímóti øllum avfallinum. Men har verður so eisini arbeitt við onkrum møguligum loysnum, mill­ um annað einari skipan, har avfallið verður turkað og kann nýtast sum gjødningur. Men hetta er eisini tengt at so nógvum øðrum, millum annað tyrvingarplássinum á Glyvursnesi, sum hevur fingið drúgva politiska við­ gerð, men sum nú er komið uppá pláss, greiðir Elin Lin­ denskov, forkvinna í heilsu­ og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, á. Ikki uppí IRF Tórshavnar Kommuna meg­ nar ikki sjálv at lyfta uppgávuna í løtuni, og hevur til tíðir biðið IRF um hjálp til at lyfta hana. Spurd, um tað ikki hevði verðið líka lætt at farið uppí IRF, er Elin Lindenskov ósamd. ­ Tað er ikki ein loysn hjá okkum at fara uppí IRF. Tað vildi verðið ógvuliga trup­ ult. Men ein møguleiki, og kanska tann besta loysnin var, um man stovnaði eitt nýtt felag saman, sum fevndi um allar kommun­ urnar. Sum er nú hava vit jú tvær brennistøðir, ið slítast niður, og saman høvdu vit nokk kunna lyft trupulleikan betri. Men sum er nú, so verður bert talan um sam­ starv við IRF, vísir Elin Lindenskov á. Má loysast Nógvir møguleikar verða kannaðir, men í løtuni dugir Elin Lindenskov ikki at siga, hvør loysn verður vald. ­ Vísir tað seg soleiðs, at tað er skilabest at keypa ein bil afturat, skal tað sjálvandi gerast. Men arbeitt verður við málinum, og henda upp­ gávan skal loysast. Tórs­ havnar Kommuna skal megna at lyfta hesa upp­ gávuna, leggur Elin Linden­ skov dent á. Inntil ein varandi loysn er funnin á hesum trupulleik­ anum, heldur verandi gongd fram, og spurningurin er bert um tíð, áðrenn trupul­ leikin veruliga gerst sjónlig­ ur kring um í Tórshavnar Kommunu. Vita av trupulleikanum - Vísir tað seg soleiðs, at tað er skilabest at keypa ein bil afturat, skal tað sjálvandi gerast. Men arbeitt verður við málinum, og henda uppgávan skal loysast. Kommunan skal megna at lyfta hesa uppgávuna, leggur Elin Lindenskov dent á Í lagi at keypa upsa Svenska blaðið Dagens Nyheter hevur gjørt ein lista til lesararnar yvir fiskasløg, sum verða góðkend sum søluvøra. Blaðið viðmælir, at upsi kann keypast heldur enn toskur. Og tó. Er toskurin veiddur í Barentshavinum ella undir Íslandi, er tað í lagi. Fiskaslagið Hoki úr Ný Sælandi, Suðurafrika ella Suðuramerika er eisini góðkendur sum søluvøra. Sama er við polloki úr Alaska. Blaðið heldur eisini, at skal makrelur keypast, skal hann helst vera svenskur.