hósdagur 13. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 219 - 13. november 2008
Strandferðslan
vil
ikki
gjalda
havnargjald
fyri
Smyril, tá ið hann kemur
inn á Trongisvágsfjørð.
Tvøroyrar Býráð sigur, at
ongin ivi er um, at hann
skal betala.
Landsstýrið førir fram, at
tað er landið, sum hevur
bygt og goldið samferðslu
havnina á Krambatanga á
Trongisvágsfirði og tí skal
Smyril heldur ikki betala
havnargjald.
Tvøroyrar Kommuna sig
ur, at hetta hevur onki við
málið at gera.
Vit hava eina havn, sum
er opin 24 tímar um sam
døgurið og vit hava vakt 24
tímar um samdøgurið. Og
sjálvandi skal Smyril betala
havnargjald fyri at koma
inn í havnina, akkurát, sum
øll onnur skip, sum koma
inn á fjørðin, sigur Tvøroyr
ar Býráð.
Umframt
havnargjald,
rinda øll skip eisini bryggju
gjald fyri at leggja at sjálv
ari bryggjuni, men hetta
gjaldið krevur Tvøroyrar
Býráð ikki frá Smyrli, tí tað
er tað almenna, sum hevur
bygt bryggjuna.
Havnargjald verður gold
ið eftir, hvussu stórt skipið
er, og fyri Smyril snýr tað
seg um einar 2,5 milliónir
um árið.
Og hóast Strandferðslan
ikki vil gjalda, sendir Tvør
oyrar Kommunu trúliga
rokning hvønn einasta mán
að.
Higartil er rokningin so
statt komin upp á góðar
sjey milliónir og hon veksur
fyri hvønn mánað, sum
gongur.
Men rokningin verður
blankt afturvíst og í Tvør
oyrar Býráð harmast tey
um, at landsstýrið ikki so
frægt sum vil samráðast um
havnagjaldið í eini roynd at
finna semju um eina av
sláttarskipan, so at Smyril
slapp undan at betala fult
havnagjald.
Tvøroyrar Kommuna hev
ur roynt at loyst málið við
tríggjar
teir
undanfarnu
landsstýrismenninar,
sum
hava umsitið Strandferðsl
una, ávikavist Jógvan við
Keldu, Jacob Vestergaard
og Helenu Dam á Neystabø,
men til fánýtis.
Nú er so Johan Dahl, sum
umsitur Strandferðsluna og
nú verður so ein roynd
gjørd afturat. Ì hesum sam
bandi verður fundur í næst
um ímillum Tvøroyrar Bý
ráð og landsstýrismannin
um málið.
Og tað verður ikki fyrrenn
eftir tann fundin, at Tvør
oyrar Býráð fer at taka enda
liga støðu til um havna
gjaldið verður strikað úr
roknskapinum
Tvøroyrar Býráð
hevur ikki aktað
harraboð úr fíggjar
málaráðnum og tí
kann hvør einstakur
býráðslimur nú vænta
sær eina bót um dag
in, til býráðið hevur
makka rætt
Kommunumál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Býráðslimir
á
Tvøroyri
skulu nú fyrireika seg til
eina eykaútreiðslu, sum teir
í øllum førum ikki høvdu
roknað við.
Tvøroyrar Býráð hevur
leingi verið í tvídrátti við
fíggjarmálaráðið um pengar
og herfyri komu greið boð
úr fíggjarmálaráðnum, at
aktaðu
býráðslimir
á
Tvøroyri ikki, fóru teir at
fáa bót.
Men tað hevur ikki loypt
ræðslu á Tvøroyrar Býráð,
sum framvegis heldur fast
um sína støðu.
Strika ikki
havnagjald
Tað er havnargjald fyri
Smyril, sum øll ósemjan
snýr seg um.
Sum tað sæst í hinum
stubbanum á síðuni, vil
landsstýrið ikki betala havn
argjald fyri Smyril á Tvør
oyri.
Av tí, at Tvøroyrar Komm
una heldur seg eiga peningin
til góðar, er havnargjaldið
eisini øll árini ført sum inn
tøka á roknskapinum hjá
Tvøroyrar Havn.
Grannskoðarin hevur so
bara skrivað í viðmerking
unum, hvussu støðan er og
at ósemja er um havnar
gjaldið.
Higartil hevur Innlendis
málaráðið góðtikið rokn
skapin við hesi viðmerk
ing.
Men nú er tað fíggjar
málaráðið, sum skal góð
kenna roknskapirnar hjá
kommununi og nú hevur
pípan fingið eitt annað
ljóð.
Fíggjarmálaráðið noktar
nevniliga at góðkenna rokn
skapin hjá Tvøroyrar Havn
fyri 2007, verður havnar
gjaldið ikki strikað sum
inntøka hjá kommununi.
Bíða eftir bótini
Fíggjarmálaráðið gav Tvør
oyrar Býráð freist til 8.
november at fáa viðurskiftini
í rættlag.
Var roknskapurin ikki
broyttur og havnargjald fyri
Smyril tikið burtur úr, komu
býráðslimirnir á Tvøroyri
undir tvingsilssbøtur.
Men Tvøroyrar Býráð
hevur higartil samtykt ikki
at ganga kravinum frá fíggj
armálaráðnum á møti, men
sendi ráðnum roknskapin
til góðkenningar, akkurát
við hann var, við havnar
gjaldinum uppi á.
Kristin Michelsen, borgar
stjóri, sigur, at í býráðnum
hava tey stúrt fyri, at strikar
Kommuna sjálv havnar
gjaldið, fer tað at gera støð
una hjá teimum veikari í
einum rættarmáli.
Tí hava vit samtykt at
halda fast um, at havnar
gjaldið skal standa í rokn
skapinum,
leggur
hann
afturat.
Og nú sita tey so og bíða
eftir, at ein brævbjálvi ligg
ur í postkassanum, sum
áleggur hvørjum býráðslimi
bót.
Norrøna
kann
spara
milliónir
Vinnur landsstýrið ósemj
una um havnargjald á
Tvøroyri, er at taka stigið
fult út og lata Nørrønu
eisini sigla ókeypis inn á
Trongisvágsfjørð, tí so
kann hon spara fleiri
milliónir.
Tað
heldur
Kristin
Michelsen, borgarstjóri
á Tvøroyri.
Hann tvíheldur um, at
kann ósemjan um havn
argjald fyri Smyril, sum
vit umrøða í hinum grein
unum her á síðuni, ikki
loysast við samráðingum,
fer Tvøroyrar Kommuna
at leggja málið fyri rætt
in.
Men endar tað við, at
landsstýrið vinnur, held
ur hann, at so er einki at
gera uttan at taka stigið
fult út.
So er eisini at lata
Norrønu brúka havnina á
Krambatanga, tí sleppur
hon undan havnargjaldið,
hevði Smyril Line spart
nógvar milliónir í rakstri
og tað átti at komið væl
við
hjá
kreppurakta
felagnum.
Býráðslimir í Havn
hava áður víst á, at
Norrøna kastar rættiliga
nógv av sær til Tórshavn
ar Havn, men nú felagið
er í kreppu og má venda
hvørjum oyra, átti ein
sparing upp á eina stóra
millióna
upphædd
at
komið væl við, sigur
hann.
Enn er gongd ikki
sett á málið at áleggja
býráðslimum á
Tvøroyri tvingsils
bøtur og í løgmála
ráðnum siga tey, at
tað er ongantíð hent
fyrr
TvingsilsbøTur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn hevur kommunala eftir
litið hjá landsstýrinum ikki
sett gongd á málið at geva
býráðslimum á Tvøroyri
tvingsilsbøtur fyri ikki at
akta boðini úr fíggjarmála
ráðnum, sum vit umrøða í
hinum greinunum her á
síðuni.
Hilmar Høgenni sigur, at
nú er freistin, sum var leyg
ardagin, akkurát farin, so
enn hevur løgmálaráðið
ikki fingið fráboðan úr
fíggjarmálaráðnum um at
seta gongd á málið.
Men boðini frá fíggjar
málaráðnum skulu uttan iva
takast í álvara, so boðini
eru helst á veg í innlendis
málaráðið.
Hilmar Høgenni sigur, at
tað er ongantíð hent fyrr, at
kommunustýrislimir hava
fingið tvingsilsbøtur fyri at
tvinga eina avgerð ígjøg
num.
Tað er hótt við tí nakrar
ferðir, men tað hevur verið
nóg mikið.
Av tí, at hetta ongantíð er
roynt fyrr, er onki beinleiðis
ásett um, hvussu stórar
tvingsilsbøturnar verða og
Hilmar Høgenni vil ikki
geva eitt boð upp á hetta
beint nú
Men hann sigur, at talan
er um bøtur upp á eina ávísa
upphædd um dagin, til
viðurskiftini eru fingin í
rættlag..
Kristin Michelsen, borgar
stjóri á Tvøroyri, sigur, at
tað er komið honum fyri
oyrað, at talan er um 200
krónur í bót um dagin fyri
hvønn býráðslim.
Ongantíð givið bót fyrr
Nokta at betala fyri Smyril
Býráðslimir á Tvøroyri fáa bót
Òsemja um havnargjald fyri Smyril hevur ført við sær, at
fíggjarmálaráðið hevur hótt býráðslimir á Tvøroyri við bót og
freistin fór leygardagin
Kristin heldur fram á Tvøroyri
Tvørafólk fáa sama borgarstjóra, men nýggjan varaborgarstjóra næstu fýra árini. Tað er nú greitt, at Kristin
Michelsen heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri. Tað varð greitt eftir javnaðarmanningin í Tvøroyrar Býráð
helt fund í gjárkvøldið. Men tað er eisini greitt, at Tvørafólk fáa nýggjan varaborgarstjóra, tað verður Malla
Dam, sum er nývald í Tvøroyrar Býráð og sum fekk næstflestar atkvøður á javnaðarlistanum. Kristin Michelsen
var toppskorarin yvir allar á Tvøroyri við 298 atkvøðum, men Malla Dam var næstvald við 93 atkvøðum. Pauli
Einarsson, sum var varaborgarstjóri á Tvøroyri hevði ikki nakað serligt úrslit, tí hann fekk ikki meiri enn 50
atkvøður og sostatt víkti hann sætið fyri kvinnuliga floksfelaganum. Javnaðarflokkurin fekk einsamallur
meirilutan í Tvøroyrar Býráð, við fýra av teimum sjey býráðslimunum og sostatt kunnu teir skipa býráðið
einsamallir og tað er júst tað, teir hava gjørt. Kristin Michelsen sigur, at í næstum verður støða tikin til um
Javnaðarflokkurin skal bjóða hinum listanum, felagslistanum, sum fekk tríggjar býráðslimir, við í
býráðssamstarvið, men tað verður so ikki talan um meiri enn at býta nevndarsessir.