hósdagur 13. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 219 - 13. november 2008
Nývaldi Albert
Ellefsen úr Miðvági
gjørdist fyrsti borgar
stjórin í nýggju Vága
kommunu
Kommunu
politiKKur
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Undan kommunuvalinum
løgdu Miðvágur og Sør
vágur saman, og sostatt var
fyrstu ferð valt til kommunu
stýrið
í
nýggju
Vága
kommunu. Albert Ellefsen,
sum ikki er kendur innan
politiska heimin, verður
fyrsti borgarstjórin.
Eg havi einaferð fyrr
verið uppstillaður til kom
munuval, men tað var sum
heilt ungur. Eg hevði ongan
áhuga fyri tí tá, haldi eg
fekk einar tvær atkvøður.
Var uppstillaður fyri Fólka
flokkin til løgtingsvalið í
1994, men tað eydnaðist
heldur ikki. Havi verið
spurdur um at stilla upp síð
an, men eg havi havt tol at
bíða til nú, sigur nývaldi
borgarstjórin.
Hóast flestu atkvøðurnar
komu úr heimbygdini, so
ivaðist hann ikki í, at hann
ikki er ókendur í hinum
bygdunum,
nevniliga
tí
hann millum annað hevur
verið virkin innan ítrótt har.
Í familjuni stillaðu bæði eitt
syskinabarn og beiggi hans
ara upp til hetta valið, so frá
hvørjum atkvøðurnar koma,
veit hann ikki at siga. Men
málbólkurin av veljarum,
ið kundu valt hann er stórur,
tí hann er virkin innan bæði
vinnulív og ítrótt.
Vil taka avgerðir
Hann metir eina av orsøku
num til atkvøðurnar hann
fekk, vera at hann vil sam
starva við hinar bygdirnar.
Mál sum ferðsla, skúli og
trivnaður hava verið tað, ið
hann hevur marknaðarført
seg við.
Miðvágs
og
Sørvágs
kommuna hava leingi sam
starvað á fleiri økjum, men
Albert Ellefsen metir at
endaliga samanleggingin er
eitt stórt stig frameftir,
Nú fer bygdarráðið at
taka neyðugar avgerðir á
økjum har bara klandur hev
ur verið áður. Skúlin og
ellisheimið eru tvey av hes
um økjum. Vandin við sam
starvi er at einki hendir, tí
avgerðirnar verða tiknar í
báðum støðum. Nú verða
tær eisini felags, sigur
Albert Ellefsen.
Endamálið við saman
leggingini var ikki at spara,
sum tað til tíðir er. Í Vága
kommunu er ætlanin fyrst
og fremst at hækka tænastu
støðið, greiðir hann frá.
Onkrar møguligar sparingar
vera í rakstrinum, so meira
fæst burturúr starvsfólku
num.
Samansjóðing er
ovast á dagsskránni
hjá Jóhan
Christiansen, ið er
fyrsti borgarstjórin í
Eystur kommunu
Kommunu
politiKKur
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Frá at vera bygdaráðslimur
í Leirvíkar kommunu eydn
aðist tað Jóhan Christian
sen at gerast borgarstjóri í
nýggju Eystur kommunu,
sum umfatar Leirvík og
Gøtu. Ovast á dagsskrá
hansara liggur samansjóð
ing, tí tað er umfatandi at
fáa
samanleggingina
at
rigga, greiðir hann frá.
Tað kom eitt sindur
óvart á meg at gerast borgar
stjóri, men sjálvandi var
hetta málið, tá eg valdi at
stilla upp, sigur hann.
Hann
ætlar
fyrst
og
fremst at virka fyri at fáa
samanleggina at rigga. Tað
hevur nógvar fyrimunir fyri
hesar kommunur at tær eru
lagdar saman, tí á rakstar
økinum er nógv at spara og
tí millum annað ber tli at
gagnnýta stovnarnar hjá
hvørjum øðrum.
Eystur kommuna verður
ein av teimum heilt sterku
kommununum á fíggjarliga
økinum og við at leggja
vinnuøkið rætt, ber til at vir
ka betri og at spara meira.
Eitt av málunum, sum
hava verið uppi og vent í
nýggju kommununi er skúl
in. Hann greiðir frá, at eitt
tilmæli hevur verið um at
leggja skúlarnar báðar sam
an, eitt um at byggja ein
nýggjan felagsskúla. Sjálv
ur ætlar hann at finna fram
til eina loysn, í sátt og semju
við borgararnar í báðum
bygdunum.
Jóhan Christiansen er úr
Leirvík, men er kortini hálv
ur gøtumaður. Hann hevur
bechelor útbúgving í Stjørn
málafrøði og seinasta skeið
sat hann í bygdaráðnum í
Leirvík, og hevur eisini
sitið sum stýrislimur í Før
oya Kommunufelag. Í dag
starvast
hann
á
Faroe
Marine Products.
Jóhan Christiansen
leggur størst dent á, at
samanleggingin av Gøtu og
Leirvíks kommunu nú skal
fáast at rigga.
Fyrsti borgarstjórin
í Vága kommunu
Samanleggingin er
fyrsta avbjóðingin
Albert Ellefsen, nývaldi borgarstjórin í nýggju Vága kommunu, er kendari innan ítrótt og
vinnulív enn politikk. Sjálvur metir hann hetta hava verið við til at gera góða úrslitið.
Mynd: Leo Poulsen
Albert Ellefsen býr í
Miðvági, men sleit sínar
barnaskógvar í Sørvági.
Hann hevur akademi
útbúgving í altjóða
handli og marknaðar
føring. Í løtuni starvast
Albert Ellefsen sum
umsitingarleiðari á
Fiskirannsóknarstovuni.
FAKTA
Móti og mentan á Reinsaríðnum
Í kvøld skipa handlar í miðbýnum fyri mótasýning í Gamla Reinsarínum í Tórsgøtu. Handlarnir hava hesaferð lagt
dent á at skapa eina størri heild kring mótasýningina, so tónleikur, mentan, hugni og góður matur eru partur av
konseptinum. Mótasýningin fer at sýna tað nýggjasta innan føroysk og útlendsk konu og mannfólkaklæði, umframt
mótan innan brillur, smúkkur og hársnið. Áðrenn mótasýningin byrjar, fer Uni Debes at undirhalda við tónleiki og
fyrireikararnir bjóða í samstarvi við Smyrjibreyðsbúðina eitt ábit. Uni spælir eisini í steðginum og eftir mótasýningina.
Við teimum serstøku og ráu kørmunum í Reinsarínum verður talan um eitt spennandi og samansett kvøld. Hetta skuldi
verið júst tað rætta fyri vinkonubólkar ella pør, sum treingja til eitt kvøld við hugna og íblástri, áðrenn jólastrevið av
álvara tekur dik á seg. Luttakandi handlar og fyritøkur eru Sirri, Touché, Niels L. Arge, Kallkyn, Optikkbúðin, Klivin,
Siri, Beinta Vilhelmsen Skraddarí og Royal Hárfríðkan. Tiltakið er ókeypis, og dyrnar lata upp í Reinsarínum
hóskvøldið kl. 19.30. Mótasýningin, sum verður í tveimum pørtum, byrjar kl. 20.00.