Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 219 - 13. november 2008 68 ára gamli pensjónisturin, sum seinasta hósdag stóð ákærdur í Føroya Rætti fyri skatta- og MVG-svik, fekk í dag dóm. Hann varð dømdur eftir ákæruritinum SKATTASVIK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo »Thi kendes for ret. Tiltalte, XX, straffes med fængsel i 1 år. Fuldbyrdelsen af straffen udsættes og bortfalder efter forløbet af en prøvetid på 1 år fra endelig dom på vilkår af, at tiltalte ikke begår straf­ bart forhold i prøvetiden. Tiltalte skal endvidere betale en tillægsbøde på 750.000 kroner. Forvandlingsstraffen for denne tillægsbøde er hæfte i 60 dage«. Soleiðis ljóðaði dómurin yvir ein 68 ára gamlan pensjónist, sum var ákærdur fyri at hava svikað skatta­ valdið fyri 472.472,00 krónur í skatti og 301.118,00 krónur í MVG – tilsamans 773.590,00 krónur. Dótturin varð hinvegin fríkend. Ákærurnar snúðu seg í stuttum um, at hin ákærdi í tíðarskeiðinum 1999 til 2001 hevði egna fyritøku. Ákærdi hevði als ikki skil fyri bókhaldi og roknskapi, men var hinvegin sera hegn­ igur til hendurnar og dugdi væl við tølum í aðrar mátar. Hann fekk dóttrina at hjálpa sær við at skriva rokningar og annað, men skjótt vant hetta upp á seg, og áðrenn hon visti av, stóð hon við samlaða bókhaldi­ num hjá fyritøkuni í hond­ unum, hóast hon als ikki hevði fyritreytirnar fyri tí. Samlaða bókhaldið er kanska so nógv sagt, tí tað skuldi vísa seg, at pápin – av vantandi vitan, ella við vilja – ikki gav dóttrini øll viðkomandi skjøl. Avvísti bókhaldskøn Dótturin visti við sær sjálv­ ari, at hon als ikki megnaði uppgávuna sum bókhaldari, og heitti fleiri ferðir á pápan um at fáa professionella hjálp, men pápin helt hetta ikki vera neyðugt, tí hann metti at dótturin gjørdi eitt fullgott arbeiði. Tað var kortini langt frá veruleikanum, kanska ser­ liga eisini tí, at hann ikki gav dóttrini øll tey neyðugu skjølini. Tí tað var pápin, sum læt postin upp og tískil hann, sum gjørdi av, hvat dótturin fekk av skjølum. Hesin tvídráttur millum faðir og dóttir førdi at enda við einari illstøðu teirra millum sum endaði við, at dótturin flutti heiman ífrá. Tað gjørdist so kalt teirra millum, at tey nú ikki hava tosað saman í seks ár. Samstundis hildu trupul­ leikarnir við skattamyndug­ leikarnar fram, og tá nýggj og køn bókhaldshjálp ikki sá seg føra fyri, at greiða træðrirnar í fyritøkuni, valdi tann nú 68 ára gamli maðurin at snara lyklinum um í fyritøkuni. Hann seldi tí alt, hann átti, og fekk á tann hátt minkað skuldina niður á eittans lán, sum í dag liggur um 200.000 krónur. Fíggjarstøðan er so, at hann bert megnar at gjalda renturnar av hesum láni. Samstundis fór heilsan eisini at bila, og hann reyk út og inn av sjúkrahúsinum, og er í dag rættiliga skroypi­ ligur, og sær avgjørt mun­ andi eldri út, enn tey 68 árini, hann er. Dómurin Og júst hetta hevur helst verið ein orsøk til, at dómarin hevur valt at gera dómin treytaðan. Hetta, og so uttan iva eisini tann veruleiki, at tað er gingin órímiliga long tíð, frá tí at maðurin varð ákærdur, til málið loksins kom fyri í rættinum – samfull fýra og eitt hálvt ár. Í grundgevingini til dómin verður sagt, at bók­ haldið hevur verið »ganske utilstrækkeligt og misvis­ ende«, og ikki hevur givið eitt »blot nogenlunde ret­ visende billede«. Víðari verður sagt, at tað hevur verið eitt so »mis­ forhold« millum sjálvupp­ gávuna og veruligu inn­ tøkuna, at ákærdi mátti vita um støðuna. Tískil varð ákærdi dømd­ ur eftir ákæruritinum sum helt upp á, at ákærdi við vilja hevur svikað skatta­ valdið fyri tilsamans 773.590,00 krónur. Dómurin tekur tó ikki støðu til eina møguliga pant­ ing og sigur einki um, hvørt ella hvussu skattavaldið kann inndraga peningin. Hvørki tey bæði ákærdu í málinum, verjar teirra ella ákæruvaldið vóru til staðar, tá dómurin í morgun varð lisin upp. Bara trý umboð fyri TAKS og eitt fyri miðlarnar. Í veruleikanum kostar dómurin tí dømda einki, tí revsingin upp á eitt ára fongsul er treytaður, og ískoytisbótin kann, um tað kemur hartil, orðnast við hefti í 60 dagar. So tað einasta hin dømdi skal rinda, er saksumkostning­ arnir – um Almanastovan ikki ger tað fyri hann. Tað eydnaðist ikki at fáa eitt orð á stjóran á TAKS, Arnold Nielsen, áðrenn evstamark hjá blaðnum, men vónandi fáa vit eina viðmerking til blaðið í morgin Dómur uttan avleiðingar Ein 68 ára gamal pensjónistur varð í Føroya Rætti í dag dømdur fyri við vilja at hava snýtt skattavaldið fyri 773.000 krónur Met til Heðin og Elin Um nakar skuldi ivast, so hevur Heðin á valinum týsdagin sligið metið sum tann, ið hevur fingið flestar persónligar atkvøður á einum kommunuvali. Og um onkur ivast í, um hann er tann personur, sum hevur sitið longst í Tórshavnar Býráð, so er tann ivin nú blástur burtur. Eftir komandi setu hevur hann nevniliga sitið í samfull 40 ár. Og so eigur hann kanska eisini metið sum tann, ið hevur umboðað flestar flokkar í býráðnum. Elin Lindenskov sló á valinum metið sum tann kvinnan, ið hevur sitið longst i Tórshavnar býráð. Eftir næstu setu hevur hon sitið 20 ár í býráðnum.