hósdagur 13. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 219 - 13. november 2008
Um eina góða viku
kemur nýggj og áhuga
verd bók í bókabúðir
nar. Hetta er ein bók
um skipsvanlukkuna
við Titanic, sum
fyrrverandi skiparin
og rithøvundurin,
Absalon Absalonsen
úr Vági, hevur umsett
eftir amerikanska
rithøvundan,
Walter Lord
Bókaútgáva
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nógv ár sigldi Absalon
Absalonsen sum skipari,
men seinnu árini hevur hann
fingist nógv við at skriva.
Fyrsta bókin hjá honum
kom út í 2004. Hetta var
skaldsøgan “Hjálp úr neyð”,
sum er útseld, og árið eftir
kom framhald av hesi bók,
sum rithøvundurin kallaði
“Sornhúsfólkini”.
Báðar
hesar bøkurnar eru so gott
sum útseldar.
Seinasta bókin undan hes
ari, sum nú kemur í bóka
sølurnar, var bókin “Jóan
Petur hjá Mouritsi”, sum
kom í 2006.
Henda bókin varð seld í
umleið 2.000 eintøkum.
Um Titanic
Nú kemur so rithøvundurin
við bókini um Titanic, sum
hann hevur týtt úr enskum.
Í
sínum
arbeiði
hevur
Absalon eisini havt donsku
týðingina við hondina, men
hann hevur lagt seg eftir at
vera trúgvur móti enska
upprunatekstinum.
Bókin um Titanic verður
umleið 230 síður, og hon
hevur einar 7080 myndir,
tær flestu úr upprunabókini.
Kostnaðurin verður 300
krónur.
Eg havi roynt at klætt
bókina í ein vanligan føroy
skan málburð, sigur rithøv
undurin, sum er kendur fyri
at orða seg lætt og væl.
Hugtakandi søga
Søgan um Titanic hevur
heilt frá barnaárunum hug
tikið meg, og í mínum huga
heimi stendur hon sum ein
klár áminning um, at einki
mannaverk er fullkomið.
Bestu skipsbyggjarar gera
mistøk, og tað gera royndir
sjómenn við hægstu út
búgving eisini.
Absalon sigur, at táver
andi heimsins størsta og
best útgjørda skip skuldi
ikki kunna søkka. Skipið
var eini 66.000 tons, og tað
var mannað við útvaldum
og royndum sjómonnum –
og so kortini fór Titanic til
botns á sínum fyrsta túri.
Skipsvanlukkan við Tita
nic hin 14. apríl í 1912 er
ein sorgarleikur av teimum
størstu, sum heimurin kenn
ir. Fáur dugdi at ímynda
sær, at slíkt kundi henda í
veruleikanum.
Rithøvundurin sigur, at
við Titanic, sum fórst á
leiðunum eystur av Ný
Foundlandsbankanum, vóru
umleið 2300 fólk, harav
705 bjargaðust, meðan eini
1600 lótu lív.
Skipið hevði siglt í fýra
dagar, tá tað sigldi á eitt
ísfjall og endaði við havsins
botn, sigur hann.
63 siga søgu
Bókin um Titanic byggir á
samrøður við 63 fólk, sum
siga sína søgu um hend
ingina.
Nú skaldsøgur eru skriv
aðar við støði í hesi skips
vanlukku og filmir eisini
eru gjørdir, fekk eg hug at
leita bókina framaftur og
helt, at tað hevði verið
áhugavert at havt hana á før
oyskum. Eg fekk mær hend
ur á upprunaútgávuni á
enskum og havi síðan roynt
at latið søguna í ein vanligan
føroyskan málbúna, sum
rithøvundurin tekur til.
Hann sigur seg vóna, at
henda útgáva verður til gleði
og gagns fyri nógvar lesarar.
Vit kunnu leggja aftrat, at
Walter Lord skrivaði 13 bøk
ur tilsamans. Hetta eru allar
dokumentarsøgur og allar
sonevndar “bestsellers”.
Walter gav sær stundir
at leita upp 63 av teimum
bjargaðu eftir vanlukkuna.
Hann fekk frágreiðingar
teirra og setti tær saman til
eina dramasøgu, har hend
ingarnar vera endurgivnar
frá minutti til minutt so
hvørt, sum tær fóru fram,
sigur høvundurin, Absalon
Absalonsen.
Absalon
umsett
bók um
Titanic
Titanic var heimsins størsta skip, tá tað fórst á leiðini eystur av Ný Foundlandsbankanum hin 14. apríl í 1912
Skiparin og rithøvundurin,
Absalon Absalonsen, kemur nú
við síni fjórðu bók – hesaferð um
skipsvanlukkuna við Titanic
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fall
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
34 ára gamli Kristian Eli
Zachariassen hevur verið
býráðslimur
fyri
Sjálv
stýrisflokkin í Klaksvík
seinastu fýra árini, men á
valinum týsdagin varð hann
ikki afturvaldur. Umboðið
hjá Sjálvstýrisflokkinum í
Klaksvíkar býráð er nú
Jógvan Skorheim, sum fekk
134 atkvøður. Hann er
ungur, men hevur áður
verið uppstillaður, bæði til
býráðsog løgtingsval.
Nei, eg eri slett ikki
vónsvikin. Tað broytir ikki
fakta, og hetta ger eisini, at
betri stundir vera til annað.
Eg ætlaði ikki at stilla
uppaftur
hesaferð,
men
endaði kortini á listanum. Í
fyrsta lagi havi eg rikið ov
lítið og illa.
Tað sigur Kristian Eli
Zachariassen, sum annars
hevur sítt dagliga starv hjá
Føroya Tele.
Valkvøldið spurdi onkur
Kristian, hvussu tað kendist
ikki at vera afturvaldur.
Eg segði, at hetta er
eingin trupulleiki – og at
tað er ein annar dagur í
morgin. At vera vónsvikin,
tími eg ikki, tí tað kanst tú
ikki brúka til nakað, sigur
Kristian, sum í hvussu er
hevur gjørt av ikki at stilla
uppaftur
á
komandi
løgtingsvali.
Hann sigur seg ikki tíma
at stilla upp bara fyri at
stilla upp.
Eg fekk 75 atkvøður
hesaferð – og misti einar 18
í tali. Men tað eru hóast alt
hesi 75, sum á valinum
settu sítt álit á meg.
Kristian Eli Zachariassen
sigur, at óhugsandi er ikki,
at hann fer at stilla uppaftur
einaferð seinni.
Sum er, verður tað ikki,
tí eg tími ikki at brúka
pening upp á eitt komandi
løgtingsval, tá tú ikki verður
valdur kortini, leggur hann
aftat.
Eingin trupulleiki ikki at vera valdur
Onkur spurdi meg valkvøldið, hvussu tað
kendist ikki at vera afturvaldur. Eg segði, at
hetta er eingin trupulleiki – og at tað er ein
annar dagur í morgin. At vera vónsvikin, tími
eg ikki, sigur Kristian Eli Zachariassen, sum
ikki varð afturvaldur á kommunuvalinum í
Klaksvík
Langir lastbilar í Danmark
Í hesum mánaðinum verður loyvt at koyra við munandi størri lastbilum í Danmark enn higartil hevur
verið loyvt. Talan er um eina trý ára royndartíð, og bilarnir hava bert loyvi at koyra á motorvegum og
nøkrum ávísum øðrum vegastrekkjum. Samlaða longdin, sum verður loyvd, verður 25,25 metar.
Hetta er 6,5 m longri enn higartil hevur verið loyvt, og mest loyvda vektin verður nú 60 tons í mun
til 48 tons, sum higartil hevur verið loyvt. Til dømis er loyvt at koyra við einum lastbili sum er 12
metrar langur og hevur ein vogn aftur úr sum eisini er umleið 12 metrar langur. Samlaða longdin má
ikki fara uppum 25,25 metrar. Endamálið við at geva loyvi til yvir 25 m longu lastbilarnar er t.d. at
minka um luftdálkingina við tað at tveir lastbilar nú kunnu koyra somu nøgd sum annars tríggir
lastbilar skulu til, tá mest loyvda londin var líka yvir 18 metrar.