hósdagur 13. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 219 - 13. november 2008
Atkvøðuslúkurin á
kommunuvalinum
í Runavík, Magnus
Rasmussen, verður
nýggjur borgarstjóri
fyri landsins trið
størstu kommunu.
Líka sum undan
maður hansara, Hans
Jacob Lamhauge, ið
ikki stillaði uppaftur,
er komandi borgar
stjórin ættaður úr
Lamba
Kommunuval
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Nýggja kommunala komet
in í Runavík er ein 45 ára
gamal lambamaður, sum
eitur Magnus Rasmussen.
Við sínum 219 atkvøðum
fekk hann 57 atkøvður
fleiri, enn næstvaldi á lista
num. Eitt sera flott úrslit, tá
hugsað verður um, at lamba
maðurin er fullkomiliga
nýggjur í politikki og stillar
upp fyri fyrstu ferð.
Lærarabygdin
Lamba
hevur havt fleiri borgarstjór
ar. Undanmaðurin á borgar
stjórasessinum, Hans Jacob
Lamhauge, sum tók yvir
mitt í valskeiðinum, tá Rod
mund Nielsen legði frá sær,
er eins og 45 ára gamli
Magnus Rasmussen, bæði
lambamaður og lærari.
Umframt hetta er nýggi
borgarstjórin bóndi í heim
bygdini, har hann eisini býr
saman við konu síni Eydnu,
ið er ættað úr Fuglafirði, og
børnum teirra, Jákupi, sum
er 13 ára gamal, og Kirstin,
ið er 10 ár.
Sum borgarstjóri lovar
Magnus Rasmussen hvørki
gull ella grønar skógir, tí
hesum loyva fíggjarligu
karmarnir ikki í løtuni,
sigur hann. Hann fer at
leggja stóran dent á at reka
ein skynsaman fíggjarpoli
tikk, eins og at arbeiða fyri
at fáa kommununa at virka
sum eina eind. Runavíkar
kommuna fevnir um heilar
14 bygdir, ið strekkja frá
Æðuvík fyri sunnan til
Funnings fyri norðan. Tað
vil siga næstan alla longdina
á Eysturoynni eftir miðjuni
á
Føroyakortinum.
Tær
flestu bygdirnar, sum eru
komnar upp í Runavíkar
kommunu tey seinnu árini,
hava eina staðarnevnd, har
áhugamálini hjá tí einstøku
bygdini
verða
viðgjørd.
Sum borgarstjóri verður
Magnus Rasmussen fastur
limur í hesum nevndum
saman við einum bygdaráðs
limi afturat, meðan hini trý
í nevndini eru úr einstøku
bygdunum.
Onnur
hjartamál
hjá
nýggja borgarstjóranum eru
umhvørvis, sosiala og
mentanarøkið. Á umhvørv
isøkinum fer Magnus Ras
mussen at arbeiða fyri at
fáa kloakkviðurskiftini í
rættlag, har tað serliga í
teimum smærru bygdunum
ikki er komið á mál.
Innan sosiala økið er
kommunan júst farin í
gongd við at byggja tveir
nýggjar barnagarðar. Annar
í Søldarfirði og hin á
Skála.
Nógv hjartamál
Sum lærari hevur Magnus
Rasmussen stóran áhuga á
mentanarliga økinum, har
skúlamál er ein týdningar
mikil partur. Kommunan er
í ferð við at byggja nýggjan
skúla í Runavík, sum upp
runaliga varð mettur at
kosta 85 mió. krónur. Síðani
eru onkrar broytingar gjørd
ar. Millum annað er aulan
gjørd eitt sindur størri, so
samlaði kostnaðurin helst
verður einar 90 mió. krónur.
Stórur partur av skúlanum
er tikin í brúk, og tað sum
manglar at gera liðugt, er í
høvuðsheitum aulan, mat
stovan og bókasavnið. Júst
bókasavnið ætlar nývaldi
borgarstjórin
at
leggja
stóran dent á at fáa so gott
og vælútbygt sum møguligt.
Eftir ætlan skal skúlin helst
verða heilt liðugur til várs.
Dýra skúlabyggingin av
markar sjálvandi samlaðu
íløguorkuna hjá kommuni,
vísir hann á.
Eisini hevur Magnus Ras
mussen alsk til tað søguliga
og siðsøguliga og vil ar
beiða fyri, at feløg, ið virka
á hesum økinum – til dømis
Forni og Høganes – fáa
bestu møguligu karmar at
arbeiða undir.
Nógv vinnulív er í komm
ununi, og eisini her ætlar
Magnus Rasmussen at virka
fyri góðum kørmum. Á
íbúðarøkinum er støðan
tann, at ov fá grundøki eru í
miðstaðarøkinum í komm
ununi – sum eru Runavík,
Saltangará og Glyvrar –
hóast trýstið frá bíðilistanum
er minkað í takt við, at pen
ingastovnarnir hava strongt
í, og at tað tí er verri hjá
fólki at fáa húsafígging.
Uttanfyri miðstaðarøkið er
grundstykkjatørvurin nøkt
aður.
Eins og undanmaður hans
ara sum borgarstjóri gongur
Magnus Rasmussen inn fyri
fleiri
kommunusaman
leggingum og ætlar sær at
taka stig til samráðingar við
grannakommunurnar, Nes
og Sjóvar kommunur, so
kommunan, ið hevur upp
ímóti 4000 íbúgvum, gerst
uppaftur
sterkari.
Koma
hinar báðar kommunurnar
við Skálafjørðin uppí, verð
ur talan um ein kommunu
við 6000 íbúgvum, ið har
við gerst landsins næst
størsta.
Tvær ferðir í farloyvi
Hóast lærari síðani 1986
hevur Magnus Rasmussen
eisini roynt seg aðrastaðni,
tí hesi 22 árini hevur hann í
tveimum førum tikið far
loyvi í tilsamans trý ár.
Tvey av árunum arbeiddi
hann sum fiskasøluseljari
og eitt ár í alivinnuni og við
fyrifallandi
arbeiði
hjá
kommununi.
Nývalda býráðið í Runa
víkar kommunu skipaði seg
á felags fundi fyri allar
ellivu býráðslimirnar seinna
partin í gjár. Nýggjur næst
formaður er Sæunn Ó. Han
sen í Saltangará. Eins og
Magnus Rasmussen er hon
eisini nývald, men hevur
fyrr sitið í býrðanum undan
valinum í 2004.
Til valið vóru tríggjir
ópolitiskir listar at velja
ímillum. Listi A, sum bæði
borgastjórin og varaborgar
stjórin vórðu vald á, fekk
seks fólk inn, listi B fekk
fýra og listi C ein býráðslim.
Nyggja býráðið í Runavíkar
kommunu sær soleiðis út:
Sæunn Ólavsdóttir Hansen,
Arnfinn Langaard, Kristian
Gaardbo,
Beinta
Olsen,
Magnus Rasmussen, Bjarni
Kjeld, Kári Jacobsen, Hans
Jákup Johannesen (vann í
lutakasti við Bárð K. Niel
sen), Karl Rasmussen, Klæ
mint Østerø og Fríðbjørg
Weihe.
Lambamaður avloysir
lambamann
45 ára gamli Magnus Ras
mussen, lærari í Runavík og
bóndi í Lamba, skal komandi
fýra árini standa á odda fyri
Runavíkar kommunu
Stór útskifting er í
býráðnum í Runavík,
har níggju av teimum
11 býráðslimunum eru
nývaldir
Savnsmynd
BMW Welt í München
Eitt ár eftir at nýggja framsýningarsavnið BMW Welt í München læt
upp í fjør hava longu 2,2 milliónir fólk vitjað savnið. BMW Welt er eitt
fleksibul framsýningarbygningur við skiftandi framsýningum. Har eru
framsýningar av søguligum bilum og motorsúkklum, eins og nógv
framtíðar projekt sum t.d. konseptbilar. Eisini er ein skrá við
tónleikatiltøkum. Í jólamánaðinum vera t.d. adventskonsertir hildnar, og
í januar 2009 verður jazzur á skránni. BMW Welt, sum er ein
sermerktur bygningur nærhendis BMW høvuðskvarterinum í München,
er eitt av mest vitjaðu støðum í býnum.