Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 13. november 2008 15 Stutt Sagt Stovna ikki gassfelag Russiski forsætisráð­harr­ in, Vladimir Putin, vísir aftur øllum gitingum um, at Russland er í ferð­ við­ at stovna ein gassfelagsskap eftir sama leisti sum olju­ felagsskapurin OPEC. Orsøkin til gitingarnar er, at Putin hevur ferð­ast dúgliga í seinastuni, og at hann hevur vitjað­ fleiri lond, sum framleið­a og selja nógv gass. Eitt nú var hann í Iran og Qatar í gjár, og saman við­ Russ­ landi hava londini umleið­ ein trið­ing av øllum nátt­ úrugassi í heiminum, skrivar NTB. Russland, Iran og Qatar samdust í síð­sta mánað­ um at samskipa orkupolit­ ikkin hjá londunum, og tað­ elvdi til stúran í Evr­ opa, sum hevur brúk fyri gassi úr Russlandi. Men Putin sissar evropeararnar og onnur. ­ Tað­ er eingin orsøk til at stúra. Vit fara ikki at stovna nakað­ gassfelag, og vit gera ongar avtalur um prís, segð­i Putin, tá hann fyrrapartin í gjár hitti egyptiska forsætisráð­­ harran, Ahmed Nazif. Funnu avgamla pyramidu Egyptiskir fornfrøð­ingar hava funnið­ eina pyramidu, sum teir halda vera umleið­ 4.300 ára gamla, og sum sambært fyribilskanning­ um hevur verið­ gravstað­ur hjá einari drotning. Sostatt eru 118 pyramid­ ur funnar í Egyptalandi. Tann seinasta er funnin í landspartinum Saqqara, men fornfrøð­ingarnir siga, at har kann nógv annað­ liggja fjalt undir sandin­ um. Fornfrøð­ingurin Zahi Hawass sigur við­ New York Times, at tað­ er altíð­ spennandi at finna eina pyramidu og at grava hana undan sandinum, men hann sigur, at tað­ er ser­ liga spennandi, tá ein veit, at talan er um gravstað­ hjá eingum kongi ella ein­ ari drotning. Í hesum førinum halda fornfrøð­ingarnir, at pyra­ midan hevur verið­ grav­ stað­ur hjá einari drotning. Teir halda, at talan helst er um drotningina Seshseshet, sum var mamma kongin Teti, ið­ var tann fyrsti kong­ urin í teirru sættu egyprisku kongsættini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Kona mín minti meg á, at sum forseti skal eg ansa væl eftir, hvat eg sigi, og eg má siga, at hon hevði rætt George W. Bush útlond Ókendir menn á motorsúklu sprændu sýru í andlitið á fleiri gentum, sum vóru á veg í skúla í afghanska býnum Kandahar Genturnar, sum vóru minst 15 í tali, vórð­u álopnar beint uttan fyri gentuskúlan Mirwais Nika í mið­býnum í Kandahar. Illgerð­armennin­ ir vóru á motorsúklu. ­Vit vóru á veg í skúla, tá tvey fólk á motorsúklu komu til okkara og tveittu sýru í andlitið­ á okkum, sigur ein av gentunum, tann 16 ára gamla Atifa Bibi, við­ bretska kringvarpið­ BBC. Hon heldur, at myndugleikarnir gera ov lítið­ fyri at verja gentur, sum ganga í skúla. Tá Taliban sat við­ ræð­ið­ í Afghanistan, sluppu gentur ikki at ganga í skúla, og eygleið­arar í Kandahar halda, at tað­ vóru fólk, sum eru ímóti at geva gentum skúlagongd, sum skipað­u fyri álopinum. Nývaldi forsetin á Maldivunum ætlar at keypa jørð aðra­ staðni, so fólkið kann flyta hagar, áðrenn oyggjarnar fara í kav Mohammed Nasheed, sum júst er valdur til forseta á Maldivunum, hevur stórar ætlanir, sum fáa ávirkan á hvørt mansbarn í landi hansara. Tær flestu oyggj­ arnar eru ikki meiri enn hálvan annan metur høgar, og forsetin stúrir fyri, at veð­urlagsbroytingarnar fara at fáa havið­ at fløð­a so mikið­, at landið­ fer und­ ir innan 100 ár. Ferð­avinna er høvuð­s­ inntøkukelda hjá Maldiv­ unum, og forsetin ætlar nú at brúka pengarnar frá verð­avinnuni til at keypa jørð­ að­rastað­ni, so oyggja­ fólkið­ hevur eitt stað­ at búseta seg í, tá tey noyð­ast at rýma undan havinum. ­ Vit fara at gera íløgur í jørð­ í India, Sri Lanka ella kanska í Avstralia, sum er egnað­ til búseting. Vit ætla at vera fyrivarin, tí vit vilja ikki enda sum flóttafólk onkunstað­ni, sigur Moham­ med Nasheed, forseti við­ CNN. Maldivurnar vórð­u sera meint raktar av teirri stóru flóð­alduni í Landssynning­ sasia á jólum í 2004. 69 oyggjar fóru undir, og 30 að­rar fóru næstan undir. Tað­ hevur verið­ upp á tal at gera brygingar rundan um høvuð­sstað­in Male, men tað­ verð­ur ov dýrt. Íslendsku myndugleik­ arnir vistu ikki, hvat var í flogfarinum, fyrr enn tað hevði sett seg Júst sum íslendingar og amerikanarar høvdu ta árligu verjuvenjingina Nort­ hern Wiking í september mánað­, bað­ eitt russiskt flutningsflogfar um loyvi at millumlenda á altjóð­a flog­ vøllinum í Keflavík, tí brennievnið­ var farið­ at ganga undan. Nú hevur Morgunblað­ið­ fingið­ uppspurt, at tá tornið­ á flogvøllinum spurdi russ­ iska flogskiparan, hvønn farm flogfarið­ hevð­i, var svarið­ frá flogskiparanum so mikið­ ógreitt, at eftirlitið­ á flogvøllinum spurdi umaftur og bað­ flogskiparan um nærri upplýsingar. Men tað­ fekk eftirlitið­ ikki. Kort­ ini gjørdi leið­slan á flogvøll­ inum av at geva flogfarinum lendingarloyvið­, so tað­ kundi fáa brennievni. Íslendska eftirlitið­ skrá­ setti russiska flogfarið­ sum farmaflogfar, og tá eftirlits­ menn fóru umborð­ á flog­ farið­, komu teir eftir, at tað­ var fermt við­ 27 tonsum av ymsum hernað­arligum spreingievni.Millum annað­ fann eftirlitið­ landminur. Tær eru bannað­ar í Íslandi, tí Ísland er eitt av londunum, sum hava skrivað­ undir altjóð­a landminubannið­. Tað­ kom óvart á íslendsku eftirlitsmennionar, at russ­ iska flogfarið­ var fermt við­ hernað­arligum spreingievn­ um, tí flogfarið­ var ikki skrá­ sett sum hernað­arflogfar. Tað­ hevð­i flogskiparin held­ ur ikki nevnt, tá hann bað­ um loyvi at lenda í Keflavík, skrivar Morgunblað­ið­. Íslendska stjórnin bleiv kunnað­ um russiska flog­ farið­ og farmin, men sam­ bært keldunum hjá Morgun­ blað­num vildu myndugleik­ arnir ikki steð­ga flogfarin­ um, sum tí fór aftur á flog við­ øllum farminum. Russiskt flogfar við landminum millumlendi í Íslandi Maldivurnar fara undir innan 100 ár Næstan 2.000 oyggjar eru í Maldivunum, og veðurlagsfrøð- ingar meta, at 1.000 teirra fara undir kav, áðrenn hendan øldin er runnin Mynd: AFP Sprændu sýru í andlitið á skúlagentum Ein av teimum álopnu skúlagent- unum Mynd: BBC Russiska flogfarið millumlendi á flogvøllinum í Keflavík Mynd: Morgunblaðið