Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 219 - 13. november 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Gissur Patursson í Havn hevur lokið fylgjandi próv­ tøkur á MANNING INSPIRE sm skúlanum í seinastu viku: Coachútbúgv­ ing við tilhoyrandi trening í teori & praksis og er útbúgv­ in í kynstrinum at Coacha, útbúgving & prógvtøku við sergrein i LIFE COACH­ ING, og útbúgving & prógv­ tøku við sergrein í BUSI­ NESS COACHING. Allar tríggjar próvtøkur­ nar eru loknar við „rós“ á skúlanum MANNING INSPIRE sm. Útbúgvingin er I C F góð­ kend (International Coach Federation). Gissur Patursson coachútbúgving Ein av heimsins størstu bila­ leigufyritøkum kemur nú til Føroyar. Talan er um donsku deildina av altjóða Sixt felagsskapinum, sum letur bilaleiguskrivstovur upp á flogvøllinum í Vág­ um og í Tórshavn. Sambært Sixt hevur fyri­ tøkan longu nógv føroysk viðskiftafólk, ið brúka Sixt bilaleigu í samband vid frí­ tíðar­ og handilsferðir bæði í Danmark eins og øðrum londum. “Hesi viðskiftafólk vilja vit ógvuliga fegin kunna tæna í Føroyum eisini, og harumframt kenna vit okkum í Sixt sera tætt knýtt at teimum norðuratl­ antisku oyggjunum bæði handilsliga og persónliga”, sigur stórin í Sixt Kasper Gjedsted. Danski stjórin í Sixt hev­ ur sjálvur ein sera stóran kærleika til Føroyar og til eina gentu úr Suðuroy. “Eg forelskaði meg í Før­ oyum fyrstu ferð eg vitjadi landið”, sigur tann danski stjórin Kasper Gjedsted. “Tað sum bergtók meg, fyrstu ferð eg var her, vóru tær vakru oyggjarnar og tað fantastiska gestablíðni, ið eg møtti. Og nøkur ár seinni bleiv eg faktisk forelskaður enn einaferð – hesaferð í einari føroyskari gentu, sum eg møtti undir einum av mínum handilsferðum fyri Maersk”, fortelur stjór­ in og heldur fram: “Tað er tí eyka deiligt at fáa loyvi til at verða við til at lata upp Sixt bilaleiguskrivstovur her í Føroyum – og tað er eisini sera deiligt at taka ímóti so nógvum føroyskum viðskiftafólki á okkara skrivstovum í Danmark og øðrum Sixt londum”. Um Sixt Sixt vil markera upplating­ ina av skrivstovunum í Før­ oyum við at boða tíðindini í nógvum ymsum fjølmiðlum, sum felagið hevur samband við. Tíðindaskrivini sum javnan verða send út, hava fleiri milliónir av lesarum í millum annað Týsklandi, Danmark, Sweis og Franka­ ríki. Hetta vil seta fokus á Føroyar, og vónandi verða við til at geva íblástur til enn fleiri frítíðar­ og hand­ ilsferðandi at vitja oyggj­ arnar. Sixt er eitt av heimsins størstu feløgum innan bila­ leigu, leasing, bilarøkt, limousinutænastu og bila­ sølu. Sixt hevur skrivstovur í meira enn 90 londum, umsetti í 2007 fyri umleið 13 milliardir danskar krónur og er skrásett á tí týsku fonsbørsini. Sixt er útnevnt sum besta bilaleigufyritøka í Europa og er nýggi bila­ samstarvsfelagin hjá SAS í samband vid SAS Euro­ bonus skipanini. Les meira um Sixt á www.sixt.dk. Sixt skrivstovu í Føroyum Kasper Gjedsted er stóri í bilaleigufyritøkuni Sixt, sum letur bilaleiguskrivstovur upp á flogvøllinum í Vágunum og í Havn Andlát og jarðarferðir Kistan við Monu Har­ aldsen fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Monu, kunnu lata Føroya Blindafelag eina gávu. Týsdagin 11. november andaðist Jens Reynhold Olsen av Toftum, 64 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahús­ kapellinum fríggjadagin klokkan 16. Kistan kem­ ur í Fríðrikskirkjuni umleið klokkan 18. Jarð­ arferðin verður leygar­ dagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Jens Reynhold, kunnu lata Fríðrikskirkjuni eina gávu. Konta í peninga­ stovnunum. Úlfur Hjörvar andaðist í heiminum í Keyp­ mannahavn 9. novem­ ber, 73 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður úr Dóm­ kirkjuni í Reykjavík fríggjadagin 21. novem­ ber kl. 15. Sigga Maria Rasmus­ sen, Hornslet, Dan­ mark, fødd Jacobsen, Uppsalar, Klaksvík, and­ aðist mánadagin, 69 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaði beiggi Jens Reynold Olsen andaðist á Landssjúkrahúsinum 11. november, 64 ára gamal Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 16. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 14 úr Fríðrikskirkjuni. Familjunnar vegna Syskini Tey, ið vilja minnast Jens Reynold, kunnu lata eina gávu til Fríðrikskirkjuna, konto í peningastovnunum Dagurin 13. november. Arcadius, deyður ár 437. Aðalborðin maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum Geiserik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð hann tikin av døgum. www.sosialurin.fo