Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 13. november 2008 13 Tað skuldi ikki meira til enn ein kunning frá mínari síðu, til Hans Pauli aftur leyp úr stóli­ num fyri at koma við persónligum briksli Hans Pauli Strøm er farin at tosa um kongaríkir. Hetta er sjálvandi aktuelt, nú hann hevur mist helvt­ ina av sínum kongaríki. Eg veit, at tað er strævið at liva upp til tað flog, vit upplivdu undir Helenu, Bill og Sámal Petur. Fólk við trivaligum førningi av fyrisitingarligum førleika og menniskjaligum egin­ leikum. Fólk sum ikki óttaðust, men heldur drógu til sín fólk við líknandi eginleikum. Fólk, sum ikki føldu trongd til at mið­ savna fyrisiting og makt. Fólk, sum ikki umgyrdu seg við inkompetentum jasigarum. Men av og á eru fólk sum hamskift, tá tey koma til vald og fáa ikki nokk av hesum. Álvaratos Hans Pauli, tú minnist væl til, tá vit báðir fóru hond í hond til Eysturberlin fyri at heilsa upp á Erich Hon­ ecker? Niður við skran­ kapávum, miðspjading og maktina til fólkið. Ak, ja! Eftir drúgt stríð taka tey so hálva kongaríki frá tær, so tú noyðist aftur at savna. Strævið? Stressandi? Vón­ andi ert tú ikki útbrendur. Nei, Hans Pauli konga­ tíðin innan sjúkrahúsverkið var av langt áðrenn tú komst í Heilsumálaráðið. Og tað er ongin sum ynskir tað tíðina aftur. Tá talan er um seráhuga­ mál so kann hvør tosa fyri seg sjálvan. Fyri mítt við­ komandi so rópar alt Evropa eftir fólki við mín­ um førleika, so eg havi ongan trupulleika. Tosið um ræðukampanju er sjálvandi púra burturvið. Tað er rætt, sum Eyðgunn skrivar viðvíkjandi álitin­ um um sjúkrahúsverk Før­ oyar, har nevndur verður stjóri, sum skal átaka sær yvirskipaðu ábyrgdina av rakstrinum. Hinvegin stend­ ur í brævinum frá Heilsu­ málaraðnum, at stjórin skal fyriskipa virksemið fyri øll sjúkrahúsini. Tá tað kemur til uppgáv­ urnar hjá heilsuverk­ stjóranum stendur: • at tryggja eina greiða leiðsluábyrgd innan Heilsu­ verkið. • at Heilsuverkið virkar sum ein eind. • at tilfeingið (fíggjarligt, starvsfólk og hølir) verður gagnnýtt á besta hátt. • at tryggja eina miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging fyri heilsuverkið. • at tryggja eina greiða, eintýðuga og samanhang­ andi skipan í Heilsuverki­ num, við atliti at sjúklinga­ gongd v.m.. Men tá tað kemur til heimildirnar er als onki mark: • at hava evstu ábyrgd mót­ vegis Heilsumálaráðnum við­ víkjandi fyrisitingar­, fíggj­ ar­ og starvsfólkamálum. • at hava yvirskipaðu umsitingarligu leiðsluna av Heilsuverkinum og at vera sambindingarlið millum Heilsumálaráðið og Heilsu­ verkið • at hava rætt og skyldu til at taka stig innan øll øki í Heilsuverkinum. • at hava endaligu ábyrgd­ ina av rakstrinum av heilsu­ verkinum mótvegis Heilsu­ málaráðnum. • at hava ábyrgdina av, hvussu heilsuverkið innan­ hýsis verður skipað og at hetta verður gjørt í samráð við Heilsumálaráðið. Fyri at onki ivamál skal verða stendur skrivað, at hann skal hava rætt og skyldu til: “at taka stig innan øll øki í Heilsu­ verkinum”. Her eru sostatt ongar heimildarligar avmarkingar hvat víðvíkir fyrisiting, fígging, starvsfólkum, umsiting, rakstri, skipan o.s.fr. So kunnu sjúkrahús leiðslurnar gera sum tær vilja, stjórin tekur endaligu avgerðirnar í øllum málum eisini viðvíkjandi starvs­ fólkunum og eisini viðvíkj­ andi virkseminum. Hans Pauli nevnir í greinini, at ætlanin við stjóranum er, at vit skulu “fáa sum mest burtur úr øllum okkara tilfeingi í heilsuverkinum, har teir ymsu partarnir skulu virka saman heldur enn at kappast móti hvør øðrum”. Almanna­ og Heilsu­ málaráðið hevur seinastu árini verið marran hjá búskaparfólki. Útreiðslur­ nar eru øktar í ein mun sum ikki hevur verið at sæð í Føroya søgu. Nógvur peningur er farin til sjúkra­ húsverkið uttan nøkur krøv í heila tikið, so at bæði vanligt fólk og politikarar øtast. Heilsumálaráðið er meira og meira farin inn í raksturin innan Heilsu­ verkið seinastu árini, og vit síggja hvussu tað hevur gingið. Nógv hækkaðar útreiðslur og lítið fekkst burturúr. Tað er ikki vist at hetta (hálva) kongaríki tænir borgarunum á besta hátt og, at skattaborgarans peningur her verður brúkt­ ur skynsamt. Hans Pauli óttast kapping millum sjúkrahús. Eg kann vissa Hans Paula um, at tað eru júst einstak­ lingar og kapping sum higartil hava ført til tey stóru framstigini innan heilsuøkið og verið við til, at minka um kostnaðin og hækka støðið. Tað er har sum fólk hava ein valmøgu­ leika, at tænastuveitarin má spenna seg út. Mono­ pol eru vandafull. At arbeiða saman hava sjúkrahúsini gjørt í øll ár. Stórsta menningin í sam­ arbeiðinum millum sjúkra­ húsini hevur verið seinastu 12 – 14 árini. At seta eitt fyrisitingarligt lið afturat oman á sjúkrahúsini kann líka væl føra til trupulleik­ ar, ineffektivitet og meir­ útreiðslur. Um tað er fyri at temja útreiðslu vøksturin í Heilsumálaráðnum, so vænti eg ikki, at tað fer at eydnast. Men tá Klaksvíkar Sjúkrahús rópar um hjálp fyri, at klára streymin av sjúklingum í kjalarvørri­ num á 1870, tá er onki at fáa. Tá fíggjarlógin ásetur, at bygginevnd skal setast til, at kanna um­ ella nýbygg­ ing av Klaksvíkar Sjúkra­ húsi. So verður hetta bert til prát og gylt lyfti á hugnaligum fundum. Men onki hendir. Tað er hugaligt, at Hans Pauli skrivar jaligt um framtíðar vánir hjá teimum smáu sjúkrahúsunum. Men tað sum hann nevnir ítøki­ ligt er bert rehabilitering og fólkaheilsu. Eg skal í hesum sambandi nevna, at til hesar funktiónir krevst onki sjúkrahús, bert ein stovnur sum eina ella tvær ferðir um vikuna fær vitjan av lækna frá Landssjúkra­ húsinum. Um hetta er vegurin, so verða smáu sjúkrahúsini tømd innanífrá fyri funkt­ iónir og síðani rýma læknarnir. Hans Pauli Strøm aftur í hernað við persónligum álopum yvirlækni Jákup petersen Tað er eitt blandað selskap, sum royndi at beina fyri Norrønu Alt hetta prátið um, at marknaðarkreftirnar skulu ráða ber illa til at taka í álv­ ara. Norrøna fær framman­ undan munandi studning úr landskassanum gjøgnum FAS. Í løtuni fær reiðaríið 30% av hýruútreiðslunum endurgoldnar frá tí almenna. Fyrr í ár samtykti tingið at hækka hetta tal upp í 35%, ella við 17 prosent­ um. Teir sum framdu hesa hækking var táverandi samgonga. T.v.s. teir somu tingmenn, sum nú vildu lata lagnuna hjá Norrønu vera upp til marknaðar­ kreftinar. Her er talan um greiðan dupulrmoral. Við FAS er talan um ein varandi studning. Hetta kann saktans vera skila­ gott, um tað kortini vísir seg, at samfelagið fær vinning burtur úr hesi “studningsvinnu.” Men nú var alt á gosi vegna eina avmarkaða upphædd, sum kann forða fyri at ein vinna fer fyri bakka, og sum kann varð­ veita ein hóp av arbeiðs­ plássum. Royndirnar av “serfrøðingum”. Tað var nógv gjørt burturúr, at flestu “serfrøðingar” vóru ímóti bjargingini av Norrønu. Royndirnar vísa tó, at tað kemst nógv longur við at nýta vit og skil enn at lata seg diktera av hesum sokallaðu serfrøðingum. Fyri nøkrum árum síðani var uppskot um eina tíðar­ avmarkaða FAS­líknandi skipan fyri at bjarga restina av rækjuflotanum. Tá var sami goragangur frá “ser­ frøðini” ímóti hesum upp­ skoti. Tað var enntá “ser­ frøði”, sum segði hetta uppskot vera í stríð við stýrisskipanarlógina, og sum hótti við, at vit fóru at fáa altjóða handilsfelags­ skapin WTO á kroppin, um uppskotið varð samtykt. Tíbetur setti ein meiriluti í tinginum hesa “serfrøði” til viks, og harvið fekst váttað, hvussu lítið hald var í henni. Tað eydnaðist eisini at varðveita so frægt av rækju­ flotanum, at hann enn gevur eitt fitt íkast til okkara samfelag. Nógv meira enn studningurin var. Tað kann saktans vera skilagott við studningi, um hann verður latin við skili. Jan Højgaard vildi slakta arbeiðspláss hjá egnum limum Tað mest margháttliga í hesum máli er kortini, at eitt av teimum fakfeløgum, sum fóru í hernað móti hesi ætlan at bjarga arbeiðspláss­ um hjá Smyril Line, var Føroya Fiskimannafelag, sum umboðar nógv teirra. At hetta er heilt tilætlað verður váttað av Jan Høj­ gaard í Sosialinum. Hann hevur beinleiðis viljað havt størsta arbeiðsplássið hjá føroyskum sjófólki niður­ lagt, og hann hevur harvið frá degi til dags viljað gjørt alla manningina arbeiðs­ leysa. Hansara grundgev­ ingar vísa enn eina ferð, hvussu maðurin hevur sum fremsta endamál at skaða arbeiðsplássini hjá sjómonnum. Hetta sást ikki minst, tá ið hann í 1. mai røðu síni nýtti nasistisku týningar­ leguni Theresienstadt til at lýsa umstøðurnar hjá fiskimonnunum! Eg havi sjálvur havt við Norrønu at gera í meira enn 20 ár, og sigast kann sum heild, at tær hava báðar verið góð arbeiðs­ pláss, har fólk hava trivist. Sjálvsagt hava verið trupul­ leikar við so nógvum fólk­ um, so nógvum manningar­ bólkum og so nógvum ymiskum tjóðum. Fyri tað fer einki normalt menniskja at ynskja arbeiðsplássini á húsagang ella at spilla tað út alment, sum gjørt verður her. Tað hevur altíð verið roynt at loysa trupulleikar bein­ leiðis millum partarnar. Skuldi tað kortini verið okkurt, sum ikki riggaði sum tað skal, mátti vera upplagt at latið nýggja stjóran royna seg heldur enn at ynskja skipið á húsagang! Tað er neyvan hent fyrr, at ein fakfelagsformaður so tilvitað hevur roynt at skaða sínar egnu limir og harvið sítt egna felag. Manningin á Norrønu kann við fullum rætti kenna seg stungna í bakið av Jan Højgaard. Hvussu eiða­ sørur hann annars er sást, tá løgtingið í vár samtykti at hækka skattin hjá júst hansara limum umborð, uttan at hann latst um vón. Tá er munur á Føroya Skipara­ og Navigatør­ felag, sum á síni heimasíðu sigur, at tað “tekur ikki støðu til tann ideologiska ella politiska partin av hesum málið. Vit fegnast bert um, at Norrøna heldur á at sigla undir føroyskum flaggi, og við manning, sum er sett sambart sátt­ málum við føroysk fakfeløg.” Tað eru slíkir sum byggja land. Einki fortreð av at gera limir arbeiðsleysar Tað sum tó lýsir eirinda­ loysið hjá Jan Højgaard meira enn annað er, at hann sigur seg ikki hava minsta fortreð av síni roynd at beina fyri hesum arbeiðsplássum hjá egnum limum. Tað er munur á tá, tá felagið fyrr nýtti sínar kreftir til at varðveita og økja um arbeiðsplássini. Hesin hansara hugburður sást eisini í Carltonmálin­ um, har hann í óðum verki rak menn út í arbeiðsloysi uttan at hava minsta fortreð av hesum, eisini samb. Sosialin. Jan Højgaard er eitt gott dømi um, at tað krevst í hvussu er einki skil og vit, tá ið tað snýr seg um at bróta niður. Sjálvandi skuldi Norrøna bjargast Óli Jacobsen