Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 219 - 13. november 2008 Tónleikur T ey flestu kenna Dánjal á Neystabø sum ein av teimum trimum syngjandi, dansandi og flennandi persónunum úr Ævin­ týraferðini, ið hevur hittað í flest øllum barnasálum seinastu árini. Men umframt leiklutin í Ævin­ týraferðini, er Dánjal eisini útbúgvin jazzpianistur, sum hevur gingið á tónlistaháskúla í Gøteborg og á tónlistakonserva­ torium í Malmø í tilsamans fimm og eitt hálvt ár. Síðani hann flutti úr Svøríki til Danmarkar í 2007, hevur hann fingist við at arbeiða við eksperimenterandi, fólkslig­ um tónleiki, og úrslitið í dag er fløgan The Palace, sum varð útgivin í gjár ígjøgnum plátufelagið Tutl. ­ Eg havi altíð skrivað tónleik, síðani eg var pikkalítil. So eg setti mær fyri, tá eg flutti úr Svøríki, at eg skuldi velja ímill­ um at undirvísa ella royna at vita, um eg eri góður nokk at standa á egnum beinum sum tónleikari. Tað var ein løtt avgerð. Faktiskt hevði eg einki val, men tað var tó ein avgerð at taka. Eg skuldi melda meg inn í eitt fakfelag, tá eg var liðugur í skúla, og eg hevði trý at velja ímillum: Lærarafakfelagið, Dansk Musikerforbund og Dansk Artistforbund. Tá eg spurdi meg sjálvan, hvat var rætt, kom eg skjótt fram til at velja artistafor­ bundið, tí eg síggi meg sjálvan nógv meira sum ein listamann enn ein tónleikara. Eg síggi meg sjálvan sum søkjandi og eksperi­ menterandi og havi ikki hug at binda meg til bara at vera tón­ leikari, sigur Dánjal. ­ Eg leitaði altíð eftir nýggjum avbjóðingum, og alt tað, sum eg ikki dugdi, skuldi eg læra, og tað var feitt. Men eg kom so fram til, at eg vildi byrja at satsa uppá tað, sum eg dugi, ístaðin fyri tað, sum eg ikki dugi; tað, sum eg føli liggur til høgra bein. Hetta er nokk ikki nøkur permanent avgerð, men eg havi í hvussu er í eina tíð valt at fordjúpa meg í hesum ístaðin fyri at skula læra alt. Hetta er tað, sum eg vil beint nú; tað, sum eg føli er rætt ella so. Eg kann tó væl ímynda mær, at útforskanin kemur aftur onkun­ tíð. Handan har útforskanin, har ein er sum eitt opið blað og letur onnur skriva á tað. Men akkurát nú føli eg, at eg gjarna vil skriva eitt sindur á tað sjálvur. ­ Eg blívi mest inspireraður og fái meira av drívmegi av at fáast við ting, sum kunnu kiksa. Royni at undganga, at ting blíva triviel. Tá eg skuldi taka avgerðina um, hvat eg skuldi gera, valdi eg tað, ið var mest riskabelt. Eg havi nevniliga ongantíð tímað at hoppa upp um garðin, har hann er lægstur, tí har, ið hann er lág­ ur, sær mann yvirum, og tá missi eg áhugan, greiðir Dánjal frá. Etablering í Danmark Dánjal hevur verið við í nógvum ymsum verkætlanum. Hann hevur ferðast runt í millum annað Hollandi, Afrika og Svøríki og forvitnast, men hevur tó allatíðina havt basa í Keyp­ mannahavn. Trupulleikin hjá honum hevur bara verið, at hann ongantíð hevur verið nóg leingi í Keypmannahavn, til at komi inn í nakað tónleikaumhvørvi har. Hetta avgjørdi hann at broyta, tá hann var liðugur í skúla og kom aftur til Keypmannahavn. ­ Tað var faktiskt soleiðis, hendan tónlistaverkætlanin byrj­ aði; við einari ambitión um at koma inn í tað danska tónleika­ umhvørvið. Hetta var rættiliga Fær drívmegi, um tað kann kiksa Fyrsta solofløgan hjá jazzpianistinum, Ævintýraferð leikaranum og søgusigaranum Dánjal á Neystabø kom á marknaðin í gjár. Fløgan eitur The Palace og verður framførd av Dánjal við manning á útgávukonsertum í kvøld og um vikuskiftið The Palace útgávukonsertir Hósdag 13. nov. klokkan 20.00: Bedura í Saltangará Fríggjadag 14. nov. klokkan 22.00: Seglloftið á Tvøroyri v/ DJ Knýtil Leygardag 15. nov. klokkan 21.00: Reinsaríið í Tórshavn v/ FRAU Sjey føroyskir Djar hava gjørt remiks av løgum hjá Dánjal, sum eisini verða framførd á konsertunum Fríggjakvøld og leygarkvøld er eisini Djing á skránni aftaná konsertina - Eg blívi mest inspireraður og fái meira av drívmegi av at fáast við ting, sum kunnu kiksa, sigur Dánjal á Neystabø í samrøðu um tónleikin og nýggju fløguna hjá sær Mynd: Jens Kristian Vang