Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 13. november 2008 37 Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi? Skriva til sunneva@sosialurin.fo Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Dánjal á Neystabø gav í gjár út fløguna The Palace og spælir í kvøld og um vikuskiftið útgávukonsertir her í Føroyum. Mynd: Jógvan Andreas á Brúnni torført, tí eg hevði eitt gigantiskt netverk í Svøríki og mátti byrja heilt frá botninum av í Danmark. Men eg kendi á mær, at eg hevði tørv á at hava eitt stað at kalla mítt egna, og hóast eg ikki ætlaði at gevast við at ferðast runt í teimum ymsu londunum, vildi eg gjarna fáa okkurt etablerað í Danmark. - Tann fyrsti persónurin, eg ringdi til, var violinisturin Ange- lika Nielsen. Hon var eisini í Malmø, tá eg var har, og vit høvdu spælt eitt sindur saman tá. Hon er eftir mínum tykki ein tann dugnaligasti tónleikarin, sum eg nakrantíð havi spælt saman við. Mær dámdi eisini rættiliga væl Afenginn, og byrjaði at seta meg í samband við teir; fyrst bassistin, sum gav mær innlit í tónleikaumhvørvið har, og síðani frontfigurin hjá teimum, Kim Nyberg, sum nú er fastur mandolin spælari í bólki- num hjá mær, sigur Dánjal. Arbeiðssom arbeiðsgongd - Vit byrjaðu at fara í studio í apríl í ár. Málsetningur var, at so nógv skuldi spælast inn uppá so fá take sum gjørligt, tí tað helt eg passaði tónleikinum best. So tað gjørdu vit allan vegin ígjøgnum í einum stórum upptøkuhølum, har tað var pláss fyri øllum tónleikar- unum í senn. Síðani kom ein long pausa í, har eg fór til Før- oyar at millum annað hava eina ráðstevnu um Føroyskan fólka- tónleik og at arbeiða við Ævin- týraferðini. Aftaná summar- feriuna fór eg aftur til Danmarkar at miksa fløguna saman við Jens L. Thomsen. Hann er fantastiskur at arbeiða saman við. Eg dyrki fólk, sum eru arbeiðssom, og tað er Jens totalt. Eg haldi, at tað er imponerandi, at man setir seg so nógv inn í tingini hjá einum øðrum, sum hann ger. At hann kann fara so djúpt inn í nakað, sum hann ikki hevur gjørt sjálv- ur. Vit sótu onkuntíð og arbeiddu til klokkan seks um morgunin, og tá vit vóru farnir í song, fór hann onkuntíð uppaftur líka fyri at gera okkurt, sum hann akkurát var komin í tankar um. Slíkt samstarv er vert nógv, og tað gekk eisini strálandi. - Fløgan bleiv faktiskt miksað eitt sindur, sum hon bleiv tikin upp. Also alt varð miksað ana- logt, soleiðis at høvdu vit gjørt okkurt við eitt lag, kundu vit ikki fara aftur og broyta tað. Hetta fyri at gera løgini so organisk sum gjørlig, og eg haldi, at tað var ordiliga feitt at arbeiða uppá tann mátan. At man allatíðina arbeiðir út frá, at hetta er tað. Tað kendist somikið organiskt, at sjálvt miksipulturin hevði sítt egna lív. Hann ljóðaði øðrvísi frá degi til dags, alt eftir um hann var heitur ella kaldur. Tað var ein ordiliga spennandi prosess. - Annars haldi eg, at øll tey, ið eg havi arbeitt saman við um hetta projektið, hava verið fantastiska arbeiðssom. Tað er eitt parametur, sum eg brúki, tá eg leiti eftir fólki at samstarva við. Tey mugu kunna vera við uppá at sveitta eitt sindur av blóði, tí tað merkist aftur í pro- duktinum; tað blívur feitari. Til dømis Høgni (Egholm Magnus- sen, blaðkv), sum hevur gjørt húsan, er eisini ordiliga arbeiðs- samur, og tað haldi eg eisini sæst aftur á húsanum. Birgar Larsen, sum eg arbeiði saman við um booking management er eisini ein sovorðin raskur ein. Hetta eru dugnalig fólk, sum eru við uppá at leypa útí tað, og eg eri ógvu- liga glaður fyri at hava valt tey. Tónleikurin í allar ættir Tað gekk skjótt fyri seg hjá Dánjali, tá hann fyrst hevði fing- ið fótin innum í tónleikaumhvørv- ið í Keypmannahavn. Hann møtti tónleikarum frá sama umhvørvi, og fann beinanvegin útav, at fólk vóru áhugað í hansara tónleiki. - Tað var so feitt í byrjanini. Eg var so glaður um, at onnur vildu spæla saman við mær, at eg gloymdi at spyrja meg sjálvan, um eg tímdi at spæla saman við teimum. So eg brendi meg eitt sindur, tí eg varð noyddur at velja og vraka ímillum fólk, og tað er ongantíð stuttligt. Men eg kendi á mær, at eg var noyddur at byrja at sortera eitt sindur, og at eg mátti finna útav at koyra projektið hjá mær uppá míni egnu premissir. Tí um ikki mítt projekt var 100 pro- sent eg, so var eg ikki trúgvur ímóti mær sjálvum, og hetta hevði eisini ávirkað áhoyrararnar. - Eg tók so og valdi teir tón- leikararnar burturúr, sum eg føldi kundu styrkja mín tónleik. Til dømis havi eg valt at hava marim- ba spælaran hjá Tom Waits við á fløguni. Eg ringdi til hann, og hann segði ja beinanvegin. Eg varð faktiskt nokso yvirraskaður, tí tá hann møtti upp, var hann akkurát sum onnur fólk. Eg hevði eina fyristilling um, at hann fór at vita alt og broyta alt og gera alt pissi hamrandi feitt. Og tað var okkurt betryggjandi og stað- festandi í at finna útav, at hann var júst sum aðrir tónleikarar og gleðiliga tók ímóti instruktiónum. Yvirhøvur hevur tað bara verið gott fyri meg sum listamann og fyri bólkin hjá mær eisini, at hava havt møguleikan at arbeiða saman við einum so viðurkendum manni. Tað gevur eitt slag av tryggleika fyri produktinum. - Afturat hesum havi eg fleiri ordiliga góðar tónleikarar við, men annars eru tað mest eg, Kim Nyberg og Angelika Nielsen, sum ferðast runt og spæla kon- sertir. Til dømis til konsertina í kvøld, men í morgin og leygar- dagin verður allur bólkurin hjá mær við. (sí faktaboks fyri nærri upplýsingar um útgávukonsert- irnar) Í gjár høvdu vit eisini eitt sovorit formelt ting í Tutl handili- num í miðbýnum. - Mær dámar væl at prøva ting, sum eg ikki havi prøvað fyrr, so eg havi fingið nakrar føroyskar DJar at gera remiks av nøkrum løgum hjá mær, sum eisini skulu framførast til útgávukonsertirnar. Teldutónleikur er sikkurt tað, sum liggur longst frá mær sum tónleikara, og faktiskt virkar tað ræðuliga langt úti fyri meg, at mín tónleikur blívur remiksaður, men tað er nokk orsakað av júst hesum tingunum, at eg havi valt at gera tað. Tað er ein feit kensla í at bara prøva okkurt og vita, hvat hendir. Teir, sum hava remiksað, eru Rólant av Reyni (Spencer Jones), Janus Ras- mussen (DJ·ÓR), Dan Helgi í Gong (Électro Valentíno), Dávur Poulsen (Playmo), Ólavur Jákupsson (Com-Data), Jón Jensen (Pulze) og Kjartan Magnussen (The Source). Afturat hesum fara vit eisini at hava DJing aftaná konsertina bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Útgávukonsertir og konsertferðir Dánjal og bólkur hansara hava júst verið á einari konsertferð í Týsklandi, sum gekk ómetaliga væl, sæð út frá tí góðu fløgusøl- uni og framúr responsinum, tey fingu. Nú arbeiðir bólkurin við at fara aftur til Týsklands umframt at fara á konsertferð í Danmark. Men fyrst og fremst skulu útgávu- konsertir spælast her í Føroyum nú í kvøld og um vikuskiftið. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt húsan til The Palace Hoyr seks løg av The Palace á myspace.com/ danjalmusic