Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 220 - 14. november 2008 - Føroyski útflutn- ingurin til Russland er seksfaldaður seinastu fýra árini, og hóast talan framvegis er um smá tøl, so er tendens- urin greiður og vísir, hvussu stórt potentiali er í russiska marknað- inum, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkis- málaráðharri SENDISTOVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Undanfarna CHE-sam- gonga hevði ætlanir um at seta á stovn sendistovu í New York, hóast talan var um eina vinstravenda sam- gongu. Tí kundi tað í fyrstu syftu undra, at nýggja og í høvuðsheitinum høgra- venda ABC-samgongan feldi í samgonguskjalið, at sendistova skuldi setast á stovn í Moskva. Men týdningurin av einari sendistovu har er evidentligur nú, tá russar hava boykottað innflutning av føroyskum fiskavørum. - Vit arbeiða við málinum um eina føroyska sendistovu í Moskva, men pengar eru ikki sum er settir av í fíggj- arlógar uppskotinum fyri næsta ár, sigur Jørgen Nicla- sen, uttanríkismálaráðharri. Ein sendistova í Russlandi kostar 3,5 milliónir krónur um árið, og sum skilst fer uttanríkismálaráðharrin at gera eina roynd at fáa upphæddina á fíggjarlógina longu fyri komandi ár. - Eydnast hetta ikki, so má eg royna alternativar møguleikar, tí tað er um- ráðandi at hava umboð í Russlandi sum skjótast, sigur Jørgen Nicasen. Potentiellur risamarknaður Hagtølini vísa, at útflutning- urin av føroyskum fiska- vørum til Russlands er seksfaldaður seinastu fýra árini, og hóast talið er vaksið frá einum lítlum tali til eitt framvegis lítið tal, so vísa hagtølini kortini, hvussu risastórur hesin marknaður kann gerast. - Og so løgið tað kanska kann ljóða, so er russiski marknaðurin ein vælgjald- andi marknaður, sigur Jørgen Niclasen. Hetta kemst sjálvandi av, at russiski búskapurin er vorðin meiri opin eftir at kommunisman fall, og hetta hevur ført við sær eina yvirflóð av innflutningi. - Tað er kanska júst hetta, at innflutningurin er vaksin so ógvusliga, sum ger, at russar nú royna at bremsa honum, sigur Jørgen Niclasen. Men júst tí, at russiski marknaðurin letur upp fyri næstan óavmarkaðum møguleikum ger, at uttan- ríkismálaráðharrin vil gera sítt ítarsta at vit fáa um- boðan har, so ella so. Donsk loysn ikki góð Vil løgtingið undir við- gerðini av fíggjarlógini fyri komandi ár ikki játta pening til eina sendistovu í Moskva, so fer uttanríkismálaráð- harrin at arbeiða við alterna- tivum loysnum. Og ein teirra er, at vit fáa donsku sendistovuna í Moskva at umboða okkum. - Men hetta er neyvan nøkur góð loysn. Støðan er í dag, at danir kunnu senda laks á russiska marknaðin, meðan vit ikki kunnu. Tað merkir, at skulu vit sleppa inn á russiska marknaðin í løtuni, er einasti møguleiki, at selja til danir, sigur Jørgen Niclasen. Hann ivast ikki í, at danir vilja hjálpa okkum í støðuni, vit eru í, men hann loyvir sær at ivast í, hvussu høgt teir fara at raðfesta hesa hjálpina, tí hon gongur beinleiðis ímóti áhugamál- unum hjá donsku vinnuni. - Tí er tað so umráðandi, at vit fáa okkara egna sendimann í Moskva, sigur Jørgen Niclasen. Yvirtaka frá VMR Hann hevur higartil hildið seg kyrran, tí tað hevur verið Vinnumálaráðið, sum hevur arbeitt við málinum. Hann heldur tað ikki vera rætt, at fleiri ráð vøsa í málinum í senn. Hinvegin heldur hann spurningin vera, um tað ikki nú er rætt hjá uttanríkismálaráðnum at taka yvir nú. - Eg havi skilt, at russar koma á vitjan aftur í februar at kanna støðuna, og vit mugu vóna, at niðurstøðan hjá teimum tá verður meiri positiv. Men vit mugu á ongan hátt undirmeta virðið av einari sendistovu í Moskva kortini, sigur Jørgen Niclasen. Hann vísir á, at tá tú virk- ar á altjóða marknaðinum, er tað sera umráðandi at hava umboðan á staðnum. - Tað er eisini orsøkin til, at londini eru so íðin at seta á stovn sendistovur hjá hvørjum øðrum. Tað ræður um at hava fingurin á pulsinum alla tíðina, sigur Jørgen Niclasen. Hann setur tí spurnartekin við, um tíðin ikki er komin til, at uttanríkismálaráðið yvirtekur málið frá vinnu- málaráðnum. - Eg havi alternativar møguleikar at arbeiða við, um løgtingið ikki vil seta føroyska sendistovu í Russlandi á fíggjarlógina fyri komandi ár, sigur Jørgen Niclasen, uttan tó at koma nærri inn á, hvørjir hesir møguleikar eru. Jørgen Niclasen ætlar sær at arbeiða hart fyri at fáa føroyska sendistovu í Russlandi á fíggjarlógina fyri komandi ár Jákup Símun dró longra stráið Fínteljingin eftir kommunuvalið í Tórshavnar kommunu týsdagin flutti tvær atkvøður, ið gjørdi kappingina millum tvey valevni á lista E enn meiri spennandi. Valkvøldið vóru tríggjar atkvøður á muni millum Jákup Símun Simonsen og Hildur Eyðunsdóttir á lista E. Fínteljingin staðfesti, at bert ein atkvøða skilir valevnini hjá Tjóðveldi til kommunuvalið. Jákup Símun Simonsen fekk 237 atkvøður og Hildur Eyðunsdóttir 236. Fínteljingin í Tórshavnar kommunu flutti sostatt einki valevni. Tøl og tilfar frá kommuvalinum eru til skjals á heimasíðu býráðsins www.torshavn.fo. Jørgen boðin á almenna vitjan í Íslandi Uttanríkisráðrri Íslands, Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, hevur boðið Jørgeni Niclasen við frú á almenna vitjan. Uttanríkisráðharrarnir fara at umrøða mál av týdningi fyri báðar partar. Við hesi vitjan verður góða samstarv- ið landanna millum enn einaferð styrkt. Vitjanin verður í døgunum 17.-19. november 2008, skrivar uttanríkis- málaráðið á hemasíðu síni Alneyðugt við umboðan í Moskva