fríggjadagur 14. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 220 • 14. november 2008
Menn hava ligið á at fara
norður higar síðani miðskeiðis í
september mánaði.
Men tað hevur snøgt sagt
viðrað so illa í heyst, at hugsingur
hevur ikki verið um slíkt.
Tað hevur regnað so at siga
hvønn einasta dag í oktober
mánaði, og haraftrat kom kavi
niður, sum hevur hildið monnum
aftur í at fara hagar.
Í farnu viku batnaðu líkindini
so mikið nógv, eins og ættin varð
teimum til vildar. Tí varð avgjørt
at fara eftir veðrunum nú bæði
landsynningur, alduhæddin og
líkindini annars vóru til vildar
henda fríggjamorgunin.
Greitt varð, at eydnaðist tað
ikki henda dagin, so máttu teir
bara lata veðrarnir ganga í Urðini
til várs aftur.
- Einaferð hugsaðu vit um at
leiga tyrluna hjá Atlantsflogi
til flutningin. Men við teirri
ættini, sum er í dag, bar hetta
ikki til, sigur ein av ídnu veðra-
monnunum, Kári á Presttrøðni.
Farið varð við báti av
Oyrargjógv nakað eftir klokkan 11
og klokkan 4 vóru teir aftur. Tað
eydnaðist at fáa 10 av 12 veðrum
við sær aftur til bygdina.
Flestu teirra vórðu flettir sama
kvøldið.
Gott feitilendi í Urð
Veðrar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
myndir: Snorri Brend
Menn og veðrar verða stjóraðir millum Urðina og bátin í eini jollu. Fyrr varð hetta gjørt saman, men nú verða menn og veðrar stjóraði ímillum hvør sær
Fríggjadagin í farnu viku kundu miðvingar umsíðir fara norður í Urðina eftir
veðrunum, sum teir sleptu hagar í vár