Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 220 - 14. november 2008 Í einum áhugaverdum fyrilestri á Parnass­ inum í gjár greiddi kendi analytikarin, Morten W. Langer, frá, hvussu miðlafólk skuldu lesa ein rokn­ skap, og serliga hvørj­ um postum hyggjast skal eftir, fyri at fáa røttu myndina av støð­ uni hjá fyritøkuni FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nógv miðlafólk loypa um garðin, har hann er lægstur, men tað er ov lætt um farið. Tað sigur Morten Langer, ið er kendur danskur rokn­ skaps analytikari, sum við øðrum gevur út heili trý ymisk fíggjarlig tíðarrit. Hann helt fyrilestur á Parnassinum fyri miðlafólki og øðrum í gjár við eitinum »Tíðindaflutningur av fíggjardata«. Hvat skulu miðlafólk serliga hyggja at í einum roknskapi. Sum eitt dømi dróg hann fram Parken fyri 2007. Hesin vísti eitt avlop á 80 milliónir krónur. Men við at hyggja nærri at roknskapi­ num sást, at 60 av teimum 80 milliónunum stavaðu frá sølu av einum dóttirfelag, nakað, sum ikki hevði komið fram við at skriva leiðslu­ frágreiðingina av. Teir hava annars verið í hornatøkum báðir, Morten Langer og Flemming Østergaard, vanliga nevndur Don Ø. Fyrrnevndi hevur sett spurnartekin við fíggjarstøðuna hjá Parken, og tað hevur sjálvandi ikki hóvað Don Ø. Og fyri at varpa ljós á hetta, vísti hann eitt kjak, sum hevur verið á TV3 millum hesar báðar um júst fíggjarligu støðuna hjá Parken. Skuldin er risastór, 1,5 milliardir, og stórslidnu ætlanirnar um bygging av frítíðarhúsum og einum nýggjum stadium tykjast ikki kunna fáast í lag, nú fíggjarkreppan herjar um allan heim. Og fyri líkasum at undirstrika álvaran í hesum kom Don Ø fram í miðlun­ um herfyri og boðaði frá, at byggiætlanirnar hjá Parken eru útsettat í eitt ár. Lyklatøl Men hvørji eru so amboðini til at greina út fíggjarligu støðuna hjá eini fyritøku. Tað hevur Morten Lange svarið upp á. Fyrst og fremst roknskap­ irnir hjá fyritøkuni, serliga ársroknskapirnir. Og har eru serligir postar, sum týðiliga vísa gongdina hjá fyritøkuni. Aðrir indikatorar eru børsfráboðanir, ársfjórðings roknskapir, heimasíðir, her­ undir heimasíðir hjá kappingarneytunum. Ein annar, og kanska ser­ liga áhugaverdur, indikator er børsmarknaðurin. Kurs­ irnir eru av stórum týdningi, serliga tá hugt verður at leiðsluni í felagnum. Keypir ella selur leiðslan partabrøv í egnari fyritøku – that’s the question. Morten Langer vísti annars á, hvørjir postar eru serliga týdningarmiklir í einum roknskapi, og sum siga serliga nógv um veru­ ligu støðuna og gongdina hjá einari fyritøku. Tað var kanska eitt sindur óheppi, at hesin fyrilesturin vendi sær móti vanligum fyritøkum og ikki tóku hædd fyri roknskapum hjá bankum, sum annars er tað, sum føroyskir fjølmiðlar hava størstan áhuga í at greina. Eitt annað, ið eisini var eitt sindur óheppi, var, at fyrri helmingur av fyrilestr­ inum gjørdist so drúgvur, at meginparturin av seinna helmingi als ikki varð um­ røddur vegna tíðartrot. Kortini var talan um ein sera upplýsandi og áhuga­ verdan fyrilestur, sum Virð­ isbrævaMarknaður Føroya skipaði fyri. Hyggja aftur um leiðslufrágreiðingina Virðisbrævamarkn­ aður Føroya hevur í longri tíð arbeitt við einari nýggjari heimasíðu, og í sam­ bandi við fyrilesturin í gjár presenteraði VMF úrslitið HEIMASÍÐA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú ber til hjá øllum at halda seg dagførdan við øllum partabrævakursum bæði skjótt og lætt. Virðisbrævamarknaður Føroya, VMF, hevur kon­ struerað eina nýggja heima­ síðu, har hvør einstakur kann velja sær út tey feløg, har tey hava partabrøv, so tey alla tíðina lætt og uttan stríð kunnu halda seg dagførd við kursirnar. Inni á heimasíðuni ber eisini til at síggja, hvussu kursurin hjá einstøku fyri­ tøkunum hevur sveiggjað seinastu vikurnar, mánað­ irnar ella árini. Til ber at leggja mest áhugaverdu fyritøkurnar inn sum ein fastan tátt á heimasíðuna, so teir koma fram hvørja ferð, tú opnar síðuna. Eitt annað »smart trekk« á heimasíðuni er, at upprættað er ein vinnarar/ taparar listi, men av tí at íslendski keypsskálin er so óvirkin, virkar hesin ikki til fulnar. Í heila tikið ávirkar óvirkni íslendski keypsskál­ in í stóran mun heimasíðuna, men skálin í Keypmanahavn virkar kortini til fulnar. Eisini ber til at velja aðrar keypsskálar, veruliga teir flestu týðandi í heiminum. Eisini sæst vísitalið hjá OMXI­FO sum ein fastur liður tá heimasíðan verður latin upp. Tíðindi Heimasíðan er væl uppbygd og løtt at yvirskoða. Hon er full av upplýsingum um partabrævamarknaðirnar og viðkomandi tíðindum. Eisini er lætt at finna runt á heimasíðuni, sum hevur nógv­ ar viðkomandi funktiónir. Kursirnir hjá teimum trimum røðunum av láns­ brøvum hjá Landsbankanum kunnu síggjast inni á heimasíðuni saman við effektivu rentuni. Eitt annað áhugavert inni á heimasíðuni eru tíðindi. Bæði tíðindi frá VMF, men ikki minst tíðindi frá OMX, sum koma beinleiðis inn á heimasíðuna hjá VMF. Alt í alt ein sera áhugaverd og viðkomandi heimasíða, sum kemur væl við hjá øllum teimum, sum hava áhuga fyri partabrøvum og partabrævakursum. Heimasíðan eitur vmf.fo Dagførd við partabrævakursunum Soleiðis sær nýggja heimasíðan hjá Virðisbrævamarknað Føroya út Morten Langer er ein viðurkendur roknskaps analytikari, sum saman við øðrum gevur út trý fíggjarlig tíðindabløð Mynd: Jens Kristian Vang 11/14/2008 09:49 AM Síðan seinast dagførd: 13/11-2008 16:40 FORSÍÐA LÁNSBRØV PARTABRØV UM VMF LÓGIR OG REGLUR FYRI ÍLEGGJARAR FYRI ÚTGEVARAR MEKLARAR OMXI-FO 378,73 (-0,97%) Atlantic Airways (ICL) 186,00 (0%) Atlantic Petroleum (ICL) 1 000,00 (0%) Eik Banki Trýst her fyri at logga á partabræva síðuna Vælkomin Vælkomin á vitjan her á heimasíðu okkara. Her hevur tú ein føroyskan møguleika fyri at fáa tíðindi, upplýsingar og annað, ið er viðkomandi fyri íløgur og íløguvirksemi. Talan er bæði um føroyskt og útlendskt tilfar. Hvønn dag er gjørligt at síggja, hvussu tað gongst føroysku fyritøkunum á virðisbrævamarknaðunum. Lánsbrøv Tíðindi frá OMX 13. november 2008 OMX - Atlantic Petroleum P/F 7. november 2008 OMX - Eik Banki P/F 5. november 2008 OMX - Atlantic Airways P/F 5. november 2008 OMX - Atlantic Petroleum P/F 4. november 2008 OMX - Atlantic Airways P/F 4. november 2008 OMX - Føroya Banki P/F 31. oktober 2008 OMX - Atlantic Petroleum P/F 30. oktober 2008 OMX - Føroya Banki P/F 30. oktober 2008 OMX - Atlantic Airways P/F 29. oktober 2008 OMX - Atlantic Airways P/F Føroysk partabrøv Last +/- % Atlantic Airways (COP) 174,00 0,00 0,00 Atlantic Airways (ICL) 186,00 0,00 0,00 Atlantic Petrol (COP) 855,00 25,00 3,01 Atlantic Petrol (ICL) 1 000,00 0,00 0,00 Eik Banki (COP) 113,00 2,00 1,80 Eik Banki (ICL) 112,00 0,00 0,00 Faroe Petrol (LON) 6,91 0,29 4,34 Føroya Banki (COP) 140,00 0,00 0,00 Føroya Banki (ICL) 136,00 -3,50 -2,50 Tíðindi frá VMF 7. november 2008 Evnisdagur fyri fjølmiðlum 15. oktober 2008 Glitnir og Landsbanki Íslands ikki longur á OMX Iceland 15. oktober 2008 Stórt fall í vísitalinum OMXI15 og tó Vinnarar Eimskipafelag Islands 0,00 1,50% Marel Food Systems 0,04 1,11% Icelandair 0,01 0,89% Össur -0,09 -1,93% Føroya Banki (ICL) -3,50 -2,50% Taparar Century Aluminum (ICL) -8,94 -12,02% Bakkavör Group -0,02 -10,75% Føroya Banki (ICL) -3,50 -2,50% Össur -0,09 -1,93% Icelandair 0,01 0,89% VMF, c/o Landsbanki Føroya, Staravegur 5, Postboks 229 FO Lánsbrøv Boð Eff. renta FO-LB 081124 * 99,98 5,16% FO-LB 100601 99,33 3,95% FO-LB 180610 97,20 4,36% * Grafurin vísir kursin Kortanei at tjóðartaka AA Tað kemur ikki upp á tal at tjóðartaka føroyskt vinnulív, og vit góðtaka als ikki, at Johan Dahl meldar slíkt út. Talan er um eitt børsskrásett felag, og tað skapar stóra órógv, tá slíkar útmeldingar koma frá landsstýrismanninum. Málið er als ikki viðgjørt í landsstýrinum, og tað stendur beinleiðis í samgongu­ skjalinum, at privatiserings tilgongdin skal halda fram. So lat meg sláa fast, at tað verður ikki við Fólkaflokkinum í sam­ gongu, at Atlantsflog verður atjóðartikið, sigur Jákup Mikelsen, formaður í tingbólki Fólkafloksins. Fínteljingin broytti einki í Klaksvík Tjóðveldi fekk fýra atkvøður afturat, Javnaðarflokkurin eina afturat, og síðani vóru smáar innanhýsis atkvøðuflytingar ímillum valevnini eyðmerktar í fínteljingini eftir kommunuvalið í Klaksvík. Atkvøðubýtið millum tey 11 valdu í Klaksvíkar býráð var hetta: Gunvá við Keldu (A) 187­ Hans Arne Bertholdsen (B) 180 ­ Elsebeth G. Hansen (A) 176 ­ Steinbjørn O. Jacobsen (E) 170 ­ Óli M. Lassen (A) 156 ­ Auðunn Konrádson (A) 146 ­ Eyðgunn Samuelsen (C) 139 ­ Jógvan Skorheim (D) 135 ­ Óluva Klettskarð (E) 131 ­ Atli Justinussen (A) 130 ­ Jákup Mikkelsen (C) 106