Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 • 14. november 2008 Vikuskifti 7 hana so langt niðri og so langt úti í togunum sum hetta kvøldið. - Eg minnist alla hesa samrøð- una við gru!, greiðir mamman sorgtung frá. Hon veit fullvæl, at við hetta lag fer dótturin í hund- arnar av misnýtslu sínari. Maria sat nú djúpt ólukkulig á einum fortóvskanti mitt í býnum. Hon visti nóg illa hvar hon var. Hon var dopað av tablettum, og lítið skil var í tí sum hon greiddi mammuni frá. Tað var ikki lætt hjá mammuni at gera nakað við støðuna her og nú: Hon var í heimbygdini, meðan dótturin lá at kalla lívleys í rennuni í einum stórbýi á danskari jørð. - Ja, hetta var ein forferdilig støða sum Maria var komin í. Og tú dugir helst at skilja, at eg fekk ikki nógvan svøvn ta náttina! Lukkutíð fyri tær báðar, fekk Maria samband við ein mann sum kom henni til hjálpar. Hesin hevði sjálvur verið til viðgerðar á sama heimi, og hjá honum slapp hon at búgva. Og nú var umsíðir líkt til, at tað fór at ganga rætta vegin við henni, tí mamman fekk enntá sannført hana um og yvirtalað hana um viðgerð á Psykiatriska deplinum í Havn. Avvístur næstra­ kærleiki Í september í ár kom Maria aftur til Føroyar og varð innløgd á depli- num. Eftir at hava verið har eina tíð mettu læknarnir, at hon ikki longur var til vanda fyri seg sjálva ella at meta sum sinnissjúk. Ætlanin var at hon síðani skuldi útskrivast til víðari viðgerð fyri blandingsmisnýtslu á Blákross- heiminum. Hetta eydnaðist ikki, tí tey mettu hana framvegis at vera dopaða av einum serligum slagi av viðgerðartablettum við navni- num Suboxone, og sum eingin teirra kendi nakað til. Suboxone er ein rættiliga nýggjur heilivágur sum minkar um abstinensirnar hjá teim narkomanunum, sum ynskja at sleppa burtur úr misnýtslu síni. - Men á heimum varð Maria snøgt sagt avvíst við dyrnar. Eg skilji bara ikki, at eitt heim sum byggir á kristna grund og sigur seg umboða næstrakærleika ikki skal kunna vísa umsorgan fyri mínum barni, sigur mamman og veipar út við ørmunum í máttloysi. Hon skilir heldur ikki, at tey kundu bara avvísa hana soleiðis við teirri grundgeving, at tey ikki kendu henda heilivágin. Í dag kann ein Googla seg fram til alt, eisini til kunnleika um Suboxone. Mamman er púra sannførd um, at Maria er hvørki tann fyrsti ella tann seinasti føroyingurin, sum hevur tikið ella fer at gerast bundin at hesum tablettunum. Hvussu skal eg orka? Hóast tíðina á Psykiatriska depli- num var stutt – bert 16 dagar – var mamman ofta og vitjaði hana har. - Hóast hon ikki bara var illa fyri, men sera illa fyri, tá hon kom til Føroyar, sóu vit beinanvegin hvussu gott hon fekk tað. Ja, tað sást nærum dagamunur, tí hon bleiv sum eitt annað fólk, greiðir mamman álvarsom frá. Hon byrjaði nú so smátt at hugsa tann tankan, at hon kanska kundi tikið dóttrina heim til eftirviðgerð – heim til sín, mannin, systkin síni og familjuna annars. Um mamman haraftrat fekk ábyrgd fyri tablettunum og teirri víðari viðgerðini, so kundi hetta avgjørt verðið eina roynd vert. Mamman vildi fegin gera hesa royndina at fáa Mariu at koma fyri seg aftur, hóast hon væl merkti, at dótturin var vorðin rættiliga viðtikin og dølsk av misnýtslu síni, - so nógv, at hon ikki til fulnar vildi kennast við familju sína aftur. Men her gekk ikki eftir vild, tí eingin viðgerðarstovnur í Føroyum vildi ella kundi taka sær av Mariu, tí teir á einhvønn tyktust vera ræddir fyri at viðgera eina sum var í viðger við Suboxone. Fyri góðum mánaði síðani fór Maria tí aftur til Danmarkar – til eitt lív – um ein kann siga tað so á gøtuni í stórbýnum. - Eg mátti bara við sorg staðfesta, at einki tilboð var til dóttur mína í heimlandi hennara. Ja, tað var í roynd og veru næstan so, at Maria var óynskt í Føroyum, sigur mamman, og leggur síðani uppgevandi aftrat: - Eg veit, at henni leingist heim til Føroyar – til yngru systkin síni og til hennara egnu børn. Men í løtuni er einki stað sum kann taka ímóti henni. Tja, hvussu skal tað vera: Tá tey profesjonellu ikki orka ella kunnu viðgera hana, hvussu í víðu verð skal so eg, sum ein vanlig húsmóðir á bygd, kunna orka tað?! svøk Maria hevur hóast alt verið heppin, tí hon býr fram- vegis hjá manninum sum tók hana upp á fortóvs- kantinum í býnum. Heima í Føroyum kann mamman henda oktober- dagin bert eygleiða, hvussu misnýtslan hjá dóttrini bara veksur og veksur. Í køkinum í hugnaliga heiminum við tí góða útsýninum hongur ein telefon. Vanliga er hetta eitt hent tól har fólk kunnu samskifta um tað sum gleðir tey ella ørkymlar tey í tí dagliga. Hjá mammuni er støðan uppaftur verri: Hvørja ferð telefonin ringir, ella hon sær ein politibil nærkast húsum hennara, so hveppir hon seg við. Hon væntar hvørja løtu at løgreglan kemur at siga sær deyðsboðini av dóttrini, ella at onkur skal ringja og boða at tey hava funnið Mariu lívleysa á gøtuni í hesum danska stórbýnum. Hetta er tíbetur ikki vorðið til veruleika enn. - Men tú skilir, at hetta tekur næstan lívið av mær. Hesin óttin. Henda bivanin og henda ræðsl- an fyri tí ringasta. Hevur Maria ikki latið frætta frá sær í einar tveir dagar, so blívi eg beinanvegin bangin. Tá hugsi eg – hvat nú? Hvar er hon nú? Hvør man fara at finna hana lívleysa onkustaðni?, greiðir mamman stúrin frá. Og hon leggur aftrat: - Eg hugsi alla tíðina um Mariu. Høvdið er um at spreingjast. Tað er simpelthen fult – fult av stúran, ræðslu og teimum ósvaraðu spurningu- num. Eingin – eingin kann ímynda sær, hvussu slítandi hetta lívið er. Var tað ikki fyri hini børnini og arbeiðið hjá mær, - tja, so veit eg ikki … – Bíði bara eftir deyðsboðunum Myndir: POLFOTO/Internetið Stofmisbrugere kan fremover få det lettere ved af kommer ud af deres misbrug uden af blive afhængige af metadon. Sundhedsstyrelsen anbefaler nu et nyt og sikkert lægemiddel til stofmisbrugere, som også kan dæmme op for den illegale handel med metadon. Lægemidlet SUBOXONE blev i sidste mdr godkendt, og er ifølge både Sundhedsstyrelsen og flere læger langt mere sikkert end metadon. Det er ikke lige så vanedannende, og det kan ikke misbruges til af få den rus, som stofmisbrugerne længes efter. Kelda: www.varmestuennaestved.dk SUBOXONE