Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 220 - 14. november 2008 Vilja hava greitt útspæl um saman­ legging Nýggja samgongan vil hava eitt greitt útspæl frá landsstýrinum um, hvat landsins myndugleikar ætla sær við framtíðar kommunubygnaðinum í Føroyum. Nýggja samgongan ásannar, at kommunu­ samanlegging verður ein av teimum heilt stóru avbjóðingunum í tí næsta valskeiðnum. Men tey halda sam­ stundis, at sum støðan er nú, ber ikki serliga væl til hjá kommununum at samráðast um at leggja saman. ­ Fyrrenn vit vita, hvørji málsøki skulu flyt­ ast til kommunurnar at umsita, ber illa til hjá kommununum at sam­ ráðast um samanlegging, tí fyrsta fortreytin fyri at semjast um ein sáttmála um samanlegging, er, at kommunurnar vita, hvat tær tosa um og, hvat tey skulu semjast um, siga umboðini fyri samgong­ una í Vágs Býráði. Men tey ásanna eisini, at flestu kommunurnar í Suðuroy eru ógvuliga tyngdar av skuld. ­ Tí má tað vera ein for­ treyt fyri samanlegging, at ein partur av komm­ unuskuldini verður strik­ aður so at tann saman­ lagda kommunan fær eitt avíst fíggjarligt rásarrúm at virka undir, siga tey. -áki- Nýggja samgongan í Vágs Býráði er til reiðar at taka stórar avbjóðingar á seg og tey fara ikki at keða seg Kommunustýri Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vit eru púra greið yvir, at tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman. Men vit eru somuleiðis fult til reiðar at átaka okkum hesa avbjóð­ ingina. Tað var fyrsta fráboðanin frá nýggju samgonguni Vágs Býráði, eftir at hon varð skipað klokkan 21 í gjárkvøldið. Eftir býráðsvalið týsdagin samdust Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið í gjárkvøldið um at skipa eina stóra, sterka samgongu, sum tilsamans telur sjey av teimum níggju býráðslimunum í Vági. Hesar seinastu dagarnar eftir valið hava fundir verið ymsar vegir um nýggja sam­ gongu, men í gjárkvøldið boðsendi javnaðarflokkurin so tjóðveldinum á fund og tað gekk bæði skjótt og væl at semjast um eina nýggja samgongu. Javnaðarflokkurin fekk eitt gott val og tvífaldaði talið á býráðslimum, so at hann nú hevur fýra, sam­ stundis sum Tjóðveldið varðveitti sínar tríggjar býráðslimir og tað eru hesi sjey, sum nú hava mannað nýggju samgonguna í Vágs Býráði. Tað vera eisini hesir báðir flokkarnir, sum koma at manna allar nevndirnar. Annars fingu Uttanflokka­ listin og Sambandsflokkurin hvør sítt umboð í býráðið, men teir báðir býráðslimir­ nir, sum eru Arnbjørn Fagra­ klett og Svenning Borg, sita sostatt í andstøðu og fáa heldur ongar nevndarsessir. Krevja sterka samgongu Beint eftir at samgongan varð skipað, ásannaðu býráðs­ limirnir, at tað liggja stórar avbjóðingar og stórar broyt­ ingar fyri framman og tí halda tey, at tað er ein stórur fyrimunur við eini sterkari samgongu. Tey halda enntá, at tær tíðir, sum standa fyri framm­ an, krevja eina sterka sam­ gongu fyri at tryggja støðu­ festi í býráðspolitikkinum. Í hesum sambandi hugsa tey um fíggjarstøðuna hjá Vágs Kommunu, har tað av álvara er farið at draga á luftina. Men tey siga, at tey eru fullgreið yvir, at tað krevst ein tryggur og varligur fíggjarpolitikkur fyri at fáa javnvág í fíggjarstøðuna aftur. Tískil verður ikki rúm fyri teimum stóru útbyggingun­ um í Vági ta fyrstu tíðina. Kortini fer kommunan at royna at røkja vegir, bygning­ ar og aðrar ognir hjá komm­ ununi, so at virði ikki farast. Hinvegin ásanna býráðs­ limirnir í nýggju sam­ gonguni í Vági, at tað liggur teimum ógvuliga nær á hjarta at fáa gongd á ætlaða barnagarðin, so verður tað nakar sum helst møguleiki fyri tí, fara tey at seta pen­ ing av til barnagarðin. Men eftir tí, sum higartil er komið fram um fíggjar­ ætlanina fyri 2009, verður ikki rúm fyri at seta nakað av til barnagarðin næsta ár, men vónin er so, at tað verður frægari í 2010. Tey vóna eisini, at tey fáa umstøður til at bøta um umstøðurnar hjá ungdómin­ um og at tey fáa givið teim­ um ungu eitt hús at vera í um kvøldarnar. Tá ið tey tosa um fram­ tíðaravbjóðingar, hugsa tey eisini um at skapa meiri virksemið í Vági og tískil fylgja tey ógvuliga væl við, hvørja lagnu stóra flaka­ virkið hjá Fiskavirking í Vági fær. ­ Vit stuðla avgjørt stríð­ num hjá fakfeløgunum at fáa meiri arbeiði á flaka­ virkinum í Vági. ­ Men vit ætla ikki á nakr­ an hátt at seta fót fyri Fiska­ virking, so megnar Fiska­ virking at hava arbeiði á virkinum, skulu vit veita okkara fulla stuðul til tað. ­ Vísir tað seg kortini, at Fiskavirking ikki megnar at hava arbeiði á virkinum, er støðan ein onnur og so mugu vit taka tað málið upp. Tey duga ikki at siga nú, hvat so skal henda. Men áður, tá ið virkið stóð stilt í langa tíð, var tað upp á tal at uppsiga leigusáttmálan um grundstykki, virkið stendur á, so at onkur annar kann sleppa framat økinum og kanska útvega eitt annað virkið. Vit fáa nokk at gera Tað eru hesi sjey, sum fara at manna eina sterka samgongu í Vágs Býráði tey næstu fýra árini. Frá vinstru eru tey Jógvan Krosslá, sum verður varaborgarstjóri, Sirið Stenberg, sum verður forkvinna í sosialu nevnd, Poul Augustinussen, sum verður formaður í havnarnevndini, Kirstin Strøm Bech, sum verður borgarstjóri og forkvinna í fíggjarnevndini, Dánjal Bjarkhamar, sum verður formaður í teknisku nevnd, Tórður Poulsen og Eydis Kjærbo, sum verður forkvinna í mentanarnevndini Javnaðarflokkurin landsfund um vikuskiftið Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum verður hildin á Tekniska skúla í Klaksvík í kvøld og í morgin, leygardagin. Í kvøld kl 19:30 verður landsfundurin settur, skrivarin og feløgini leggja fram sínar frágreiðingar, eins og tónleikur verður á skránni. Í morginári kl 9:00 verður fundurin tikin uppaftur við formansfrágreiðing og aðalorðaskifti. Eftir døgurða verður gestarøðari og temaorðaskifti. Fundurin endar við fundarsamtykt, val av starvsnevnd, floksleiðslu og ásetan av limagjaldi – og klokkan 19 í annaðkvøld verður landsfundarveitsla.