Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 • 14. november 2008 Vikuskifti 6 Rúsevni: Sum so mangir aðrir av javnaldrum sínum, var Maria ein lívsglað og frísk genta. Í heim­ bygdini var ymiskt at stytta sær stundir við, og tey ungu hildu sera væl saman. Eitt sum sermerkti Mariu var at hon hevði eitt sera gott og fortró­ligt samband við mammuna, eisini í teimum vanliga so truplu tannárunum. Tær báðar kundu práta saman um øll lívsins viður­ skifti og høvdu eitt sera gott samanhald. – Ja, hon var opin og djúpt erlig yvir fyri mær. Men lítið visti eg tá, hvørjar trupulleikar eg fó­r at koma í nøkur fá ár seinni, greiðir mamman frá. Alt sá gott og lovandi út fyri hesa ungu bygdargentuna við tí ljó­sa sinninum og tí positiva verumátanum. Men so hvørt sum hon kom longur inn í tannárini, byrjaði mamman so smátt at fáa ein illgruna um eina broyting við dó­ttrini – eina broyting, sum hon kortini helt fyri seg sjálva at byrja við. Dag frá degi legði hon merki til at dó­tturin broytti atburð á mongum økjum: Var brádliga nó­gv meiri saman við vinum sínum enn áður. Tó­k seg meiri og meiri inn í seg sjálva. Byrjaði at drekka, fyrst í rímiligt mát, men so líðandi í ríkiligt mát. Umframt ta likamligu ávirkanina, fekk hetta eisini ávirkan á sosiala lív hennara. Mamman greiðir tungliga frá lívinum hjá elstu dó­ttrini. So líðandi hó­mast tár í eygum henn­ ara, og mó­ti endanum av sam­ røðuni mugu vit steðga eina løtu, tí kenslurnar taka yvirhond. ­ Eg hugsi so ofta um børn henn­ ara, ­ ja, hvussu míni ommubørn hava tað hjá føroysku familju­ pleyguni. Eg blívi næstan svøk!, sigur mamman og festir sær í enn eina sigarett. Og síðani heldur samrøðan fram. Viðkomandi spurningur Maria hevði eitt gott arbeiði í eini fyritøku í býnum, har henni dámdi sera væl – í eina tíð. Brádliga tyktist tað sum um hugurin til hetta arbeiðið minkaði burtur í einki og hon forsømdi nó­gv. Úrslitið gav seg nærum sjálvt. Stutt eftir misti hon arbeiðið. Tann lítli illgrunin hjá mammuni vaks nú so við og við um, at dó­tturin ikki bert var bundin av rúsdrekka. Hó­ast mamman tá ikki hevði so stó­ran kunnleika til misnýtslu av rúsevnum og tablettum, var tað kortini eitt sum gjørdi hana bæði kløkka og kedda ísenn: Inni á kamarinum hjá dó­ttrini hevði hon funnið ymisk hylki og innpakning, ið hon ikki kendist við. Hon undraði seg yvir hetta, inntil hon ein dag brádliga fekk eyguni upp fyri einum nýggjum veruleika. Hesin veruleikin gav henni svar uppá fleiri av spurningum sínum, men reisti enn fleiri: ­ Dó­ttir mín er vorðin misnýtari! ­ Eg helt hetta fyri meg sjálva eina tíð, men ein dagin gjørdi eg ikki mætari enn at spyrja Mariu beinleiðis: »Maria, ert tú bundin at rúsevnum og tablettum?« Og so erlig sum hon var, svaraði hon játtandi! ­ Ikki fyrrenn eg hevði sett henni henda beinleiðis spurning­ in, fann eg útav at eg nú hevði ein misnýtara í mínum egna heimi. Maria, mín elskaða dó­ttir, var vorðin misnýtari – ikki bert av rúsdrekka sum eg fyrr hevði trúð, men eisini av rúsevnum og tablettum, greiðir mamman syrgin frá, hó­ast mong ár eru síðani hon setti dó­ttrini henda álvarsama spurningin. Heilivág til sinnissjúk Mamman kundi ikki annað enn staðfesta, enn at dó­ttir hennara nú taldist millum teir túsundtals misnýtararnar. Hetta var sum vera man ikki lætt at gó­ðtaka hjá henni og yngru systkjunum hjá Mariu. Tað ringasta mundi kortini vera tað, at dó­tturin tó­k at kalla øll sløg av tablettum sum hugsast kundi. Serliga nó­gv nívdi tað mammuna, at hon eisini tó­k tablettir – sonevnt psykofarmaka – sum verða lætnar teimum sum eru í viðgerð fyri sinnissjúkur ­ til dømis Truxal og Nozinan. Mitt í øllum hesi truplu tíðini, fekk mamman kortini tíð at undra seg yvir eitt: Hvussu í víðu verð kundi tað vera so lætt at fáa fatur á øllum hesum evnunum uttanfyri tað skipaða heilsuverkið? Tað tyktist henni nærum at vera eins einfalt at fara í býin at keypa sær eitt breyð, sum at fara í býin at keypa sær alskyns sløg av tablettum. ­ Ja, tað tyktist vera rættiliga lætt at fáa hendur á tí í Føroyum. Eg trúði at slíkt bert lat seg gera í stó­rbýum, sum til dømis Keypmannahavn og London. Men eg veit, at royndum at tað er líka lætt at fáa fatur á tablettum her í økinum, í Havn, Aalborg ella hvar tað skal vera. ­ Tað ringasta er tað, at tað var lætt tá – tá ið mín egna dó­ttir bleiv misnýtari, og tað er líka lætt í dag, so nó­gv ár seinni, greiðir mamman frá. Við sorg kundi mamman stað­ festa, at misnýtslan hjá dó­ttrini bara vaks dag frá degi. Hvaðani fekk hann tablettirnar? Mamman vildi tó­ ikki bert sita hendur í favn. Hon elskaði Mariu fram um alt, og vildi gera alt fyri at fáa hana aftur á rættkjøl. Eitt tað fyrsta hon gjørdi var at seta seg í samband við komm­ unulæknan við eini bøn um, at hann ikki mátti lata dó­ttrina fáa tablettir frá teimum. Skuldu teir absolutt geva dó­ttrini tablettir, so var tað hon, altso mamman, sum skuldi hava tær undir hond, soleiðis at nýtslan kundi minka so líðandi niður í einki. Spurningurin um at fáa Mariu inn til avvenjing í Føroyum kom eisini fram. Fyri mammuna var umráðandi at gera okkurt fyri dó­ttrina, áðrenn hon kom so langt út at einki var at gera. ­ Tú kanst ætla, at tað var ikki stuttligt hjá mær, sum mamma at síggja mína egnu dó­ttur fara soleiðis í hundarnar dag frá degi. Eg ynskti at gera alt fyri hana! Fyrstu ferð Maria kom til avvenjing á Velbastað var fyri eini fimm árum síðani. Glað var mamman, tá tað umsíðir eydnaðist at fáa hana undir leiðslu av profesjonellum við­ gerðarum. Hetta gekk væl at byrja við, men endaði minni væl. Millum starvsfó­lkini var eitt teirra, sum á einhvønn hátt megnaði alla­ tíðina at geva Mariu allar tær tablettirnar hon hevði brúk fyri, ó­ansæð hvar hon var – bæði á Heilbrigdinum, og tá hon og hetta starvsfó­lkið møttust aftur til avvenjingar á Blákrossheiminum í Havn, og mín sanni eisini seinni, tá tey bæði vó­ru til avvenjing á sama viðgerðarheimi í Danmark. ­ Hetta er ein long og sera døpur søga, skal eg siga tær. Eg havi til denna dag undrað meg yvir, hvaðani hetta starvsfó­lkið fekk alt hetta úrvalið av tablett­ um. Men eg havi einki svar uppá tað, sigur mamman álvarsom. Rennisteinur í Danmark Ætlanin við viðgerðunum var, at Maria skuldi gerast rúsfrí og byrja eitt vanligt lív aftur. Hetta gjørdist kortini ikki veruleiki, tí hon er framvegis bundin at rúsdrekka, rúsevnum og tablettum. Á viðgerðarheiminum í Dan­ mark varð hon uppdagað fyri at vera dopað. Hó­ast hon – sum rætt var – vísti til, at hesin oman fyri nevndi føroyingurin gav henni tablettirnar, varð hon burturvíst frá heiminum og snøgt sagt tveitt útum ­ út á gøtuna. Hann slapp hinvegin at halda fram við viðgerðini á heiminum. ­ Í síni vó­nleysu støðu ringdi hon til mín henda várdagin fyrr í ár og kærdi sína neyð. Hetta var ein forferdilig samrøða, skal eg siga tær. Eg havi sjáldan upplivað Eg eri næstan blivin Lagna Snorri Bend snorri@sosialurin.fo - Um eingin kann bjarga dóttur míni úr hesum rúshelvitinum, so fái eg Mariu aftur til Føroyar í einum hvítum kassa við naglum í, greiðir henda óttafulla mamman frá. Í alt ov mong ár hevur dóttir hennara verið bundin av rúsdrekka, rúsevnum og tablettum. – Maria livir í dag faktiskt sum »Palle alene i verden« á gøtuni í einum av donsku stórbýunum, tí eingin viðgerð er til hana her í Føroyum! Mikudagin í farnu viku hitti Sosialurin stúrnu mammuna. Her sigur hon anonymt frá søguni um skjótt 30 ára gomlu dóttur hennara Maria, skjótt 30 ár Samrøðan við mammuna er gjørd í barnaheiminum hjá Mariu. Fyri at verja yngru systkin hennara, er navnið og aldurin á Mariu broytt.