fríggjadagur 14. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 220 - 14. november 2008
Frambrot
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Vilmund Jacobsen
Í gjár var stór móttøka á
virkinum Seanergy á Eiði,
sum nú fer undir áhugaverda
framleiðslu úr fiskaskræðu.
Nógv fólk vóru til mót
tøkuna, bæði umboð fyri
myndugleikar,
fíggingar
stovn og vinnuna. Eisini
vóru umboð fyri spanska
samstarvsfelagið, sum eig
ur helvtina av partapening
inum í felagnum og hevur
formannin í nevndini aftan
fyri hetta frambrot innan
føroyska vinnu, sum skjøtil
nú er settur á.
Føroya løgmaður, Kaj
Leo Johannesen, var eisini
við til móttøkuna, eins og
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Jacob Vester
gaard. Umboð vóru úr
vinnunevnd løgtingsins, og
haðani bar Katrin Dahl Jac
obsen eina heilsu.
Kaj Leo Johannesen tók
ikki orðið við hesa løtu, men
í práti við løgmann, ið eisini
hevur royndir sum vinnu
lívsmaður, skiltist týðiliga,
at hann er rættiliga spentur
upp á og hugtikin av hesi
ótraditionellu og spennandi
verkætlan á Eiði.
Á enskum
Tað er sjáldan, at ein stórur
partur av tí, sum sagt verður
við eina slíka móttøku í Før
oyum, gongur fyri seg á
enskum máli. Men soleiðis
var á Eiði seinnapartin í gjár.
Røðan, sum stjórin í
Seanergy, Eyðun Gaardbo,
helt, var á enskum, og síðan
hevði nevndarformaðurin í
felagnum, spaniumaðurin
Michael Junka, eina áhuga
verda og drúgva frágreiðing
um tað virksemi, sum
stórfyritøkan í Spaniu fæst
við, samstundis sum hann
metti um tað samstarv, sum
nú er byrjaði á Eiði.
Eftir at teir báðir høvdu
greitt frá verkætlanini, sum
er reist á føtur í neyvum
samstarvi við sponsku fyri
tøkuna, høvdu fólk høvi at
heilsa nýggja og spennandi
tiltakinum.
Brjaði samstarvið
Egil Olsen, sum eigur hug
skotið aftanfyri hetta virk
semi og var maðurin, sum í
sínari tíð setti seg í sam
bandi við sponsku fyritøk
una, var fyrstur at siga nøk
ur orð, og nú vóru talurnar
á føroyskum máli.
Egil greiddi frá, hvussu
hann var komin í samband
við sponsku fyritøkuna, og
hann takkaði øllum, sum
høvdu verið við til at gjørt
verkætlanina møguliga –
ikki minst Eik Banka í
Føroyum.
Thordur Niclasen, sum
hevur verið borgarstjóri í
Eiðis kommunu, meðan
verkætlanin er reist á føtur,
fegnaðist og takkaði fyri, at
kapitalur eisini fylgdi við,
tá samstarv kom í lag við
sponsku fyritøkuna.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður, fegnaðist um
hetta nýbrot, sum hann tók
til og vísti á, hvussu hann
longu í 2003 gjørdist varug
ur við, hvussu Egil Olsen
brendi fyri hesi sak, sum
hann tók til.
Pengar í skræðu
Arbeitt hevur við hesi verk
ætlan síðan ár 2006, og nú
er komið har til, at virkið á
Eiði fer undir royndarfram
leiðslu. Tað er evnið kola
gen, sum skal framleiðast
úr fiskaskræðu og sendast á
alheims
heilsuídnaðar
marknaðin.
Eyðun Gaardbo, stjóri,
sigur, at marknaðurin úti í
heimi fyri hesum evni er
velduga stórur – ikki minst
tí, at henda framleiðsla úr
skræðu av fiski, sum livir í
saltvatni, er ikki so útbreidd,
sum hann tekur til.
Vit síggja stórar møgu
leikar í hesum, og ætlanin
er í fyrstu atløgu at selja
pulvur úr fiskaskræðu til
Japans og Thailands. Seinni
ætla vit okkum so inn á
evropeiska og amerikanska
marknaðin við pulvurinum.
Týðandi samstarv
Stjórin sigur, at høvuðs
orsøkin til, at henda verk
ælan nú er vorðin veruleikin,
er samstarvið, sum Sean
ergy hevur fingið í lag við
sponsku stórfyritøkuna.
Spanska fyritøkan hevur
seksti ár á baki innan hesa
“bransju”. Nú hava vit teir
við okkum. Teir virka evnið
úr animalskar rávøru, með
an vit á Eiði fara at virka
evnið úr fiskaskræðu.
Eyðun Gaardbo vísir á, at
spanska fyritøkan hevur
Fara at framleiða pulvur úr
Eyðun Gaardbo, stjóri í Seanergy,
sigur, at spanska fyritøkan hevur allar
tær royndir, sum brúk er fyri. Tað
merkir, at fyritøkan á Eiði hevur allar
møguleikar at sleppa undan nógvum
barnasjúkum. – Spaniumenn kenna
hesa framleiðslu gjøgnum mong ár, og
teir eru inni á marknaðinum. Tað er
okkara fyrimunur, nú vit fara í gongd
her norðuri, sigur bjartskygdi stjórin
Eingin vil kappast
við Eidesgaard
Eingin hevur hug at bjóða Jóannes
Eidesgaard av til formansvalið í
Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin hevur
í kvøld og í morgin landsfund í Klaksvík, og
formansval er á skránni hesaferð. Tá freistin
fyri at stilla upp var úti, hevði eingin gjørt
vart við seg, og Jóannes Eidesgaard heldur tí
fram sum formaður í Javnaðarflokkinum.
Vón fyri at russiska bannið verður tikið av
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Birna Mørkøre, landsdjóralækni, hava verið á fundi
við stjóran á russiska eftirlitsstovninum Rosselkhoznadzor, ið hevur um hendur veterinera eftirlitið í
Russlandi. Á fundinum varð umrøtt málið um russiska innflutningsbannið av føroyskum fiski og fiska
vørum til Russlands. Á fundinum varð avrátt, at veterineru myndugleikarnir í ávikavist Russlandi og
Føroyum undirskriva eitt sokallað Memorandum of Understanding, ið ger greitt, hvussu arbeitt verður
frameftir við at loysa málið um innflutningsbannið. Hetta Memorandum verður ætlandi undirskrivað
miðskeiðis í januar mánaði í Berlin, tá bæði russiskir og føroyskir myndugleikar luttaka á tiltakinum Grüne
Woche. Ætlanin er síðani, at russiskir eftirlitsmyndugleikar fremja nýtt veterinert eftirlit í februar mánaði.
Eftir hesa eftirlitsvitjan verður støða tikin til, um innflutningsbannið verður tikið av.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er sera fegin um verkætlanina
á Eiði og heldur, at tað verða slíkar verkætlanir, sum vinnuliga
koma at hála Føroyar fram á leið