fríggjadagur 14. november 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • 14. november 2008
Vikuskifti
10
Í vestafrikanska landinum Niger
er tað, at man hevur nógvar
konur, eitt tekin um, at man
er vælhavandi og væl fyri í
samfelagnum. At kvinnurnar
ikki fara út um heimið vísir,
at maðurin ikki hevur tørv á
arbeiðsmegi teirra til ymiskt
sum at heinta vatn úr brunninum
- tað vísir umheiminum, at
maðurin sjálvur megnar at
forsyrja familju síni uttan hjálp
frá konuni. Men kann tað í fjóðra
fátækasta landi heimsins kallast
kvinnuundirtrykkjan, um kvinnan
ikki fer út um heimið?
Ymisku konurnar búgva í hvør
sínum húsi, sova í hvør sínari
song og saman gera tær alt
tað húsliga arbeiðið. Út eftir
sær alt idylliskt út. Tær passa
arbeiðið sítt og hugna sær saman
– tað sæst ikki á teimum, at
arbeiðsdagur teirra er yvir 15
tímar langur.
Kvinnan stríðist
vegna siðir
- Dagurin hjá mær byrjar kl. fimm
hvønn morgun, tá ið eg fari upp
fyri at gera klárt til mann mín,
sigur Amou Abdou.
Fyri meg er klokkan framvegis
ov lítið til, at man kann kalla tað
”morgun” – eygu míni berjast
framvegis hart fyri at vera verandi
opin. Eg hevði ongantíð sjálv
funnið uppá at farið upp mitt um
náttina, um tað ikki var tí, eg
hevði eina avtalu við Amou. Fyri
hana er hetta við at fara tíðliga
upp tó ikki nakar trupulleiki – tað
er rutina, ein vanasak. Hon hevur
longu arbeitt í fleiri tímar við at
banka hirsi til at gera hirsibollar.
Hetta er eitt dagsarbeiði, tí
bollarnir skulu gjøgnumarbeiðast
so væl í fleiri umførum og Amou
hevur av hesi orsøk ringa tíð til at
tosa við meg. – Eg haldi ongantíð
frí. Eg arbeiði, frá tí eg fari upp
og til eg fari í song aftur. Eg má
sjálvandi eisini ansa eftir manni
mínum og átta børnum mínum.
Tað er mítt arbeiði og tað er eitt
fulltíðararbeiði. Eg geri altíð, sum
maður mín biður meg, tað er mín
plikt, tí vit altíð arbeiða so hart.
Tó haldi eg,
tað týdningarmiklasta í einum
forholdið millum menn og kvinnur
er, at man deilir alt ímillum sín
og respekterar hvønn annan.
Soleiðis havi eg tað eisini saman
við manni mínum; hann gevur
mær altíð nógvar gávur, tá ið vit
hava ráð til tess og hann hevur
enntá eisini givið mær eitt stykki
av jørð, eg sjálv kann dyrka.
Uppvaksin í einum heimi,
har kvinnur í nógvum førum
eru meiri succesfullar enn
mannfólk og har javnrættindi eru
vorðin ein náttúrligur partur av
samfelagnum, tykist okkurt mær
sera løgið. Hvussu kann Amou
tosa um týdningin av at deila
alt, tá ið hon stríðist við arbeiði
sínum, meðan maður hennara
bert sløvur situr og hyggur at
saman við hinum monnunum á
gøtuni? Kundi man ikki hugsa
sær, at mennirnir kanska hjálptu
konum teirra við einum parti av
arbeiðinum, tá ið teir alíkavæl
einki annað gera?
Amou flennir. – Jú, mítt
arbeiði er heilt greitt strævnari
enn arbeiði hjá manni mínum;
hann heldur nógvar steðgir
gjøgnum dagin. Tá ið hann er úti
á markini, kann hann seta seg
niður eina løtu at práta við hinar
mennirnar og um døgurðatíð
kemur hann heim og heldur ein
langan døgurðasteðg. Tað hevði
eg ongantíð kunnað gjørt, so
hevði eingin verið til at tikið sær
av arbeiði mínum. Eg noyðist at
arbeiða sera hart fyri at fáa tað
heila at koyra runt, eg havi jú
eina stóra familju at forsyrgja.
Men soleiðis eru siðirnir. Maður
mín hevði ongantíð kunnað gjørt
arbeiði mítt, tað er alt ov hart fyri
hann.
Týdningarmiklast er,
at kvinnan aktar
Eftir at hava fingið eitt innlit í
gerandisdagin og hugsanirnar
hjá eini kvinnu, haldi eg tað
vera áhugavert eisini at tosa við
ein mann um hesi evni. Amou
tosaði um at deila alt, so tað eru
kanska bert fordómar, vit hava
av monnunum í u-londunum
og kynsmyndir teirra? Hevur
tað nakra ávirkan á kynsbýtið,
at tú livir í 4. fátækasta landi
heimsins?
Tá ið eg tosi við føroysku
vinmenn mínar, siga teir altíð,
sum Hollywoodstjørnurnar
gera í kærleiksfilmunum, at
”dreymagentan skal vera fitt og
festlig – og sjálvandi skal hon
eisini síggja gott út”. Sum 80-ára
gamal og leiðari av nomadu-
fulanibygdini Kaima, fær Souliy
Amadou Garba nógva respekt
frá fólki sínum. Øll lurta eftir
honum, tá ið hann tosar og orð
hansara eru at kalla lóg. Tá ið
hann tosar um kvinnur, er tað tó
ikki beinleiðis í vesturlendskum
vendingum; hann umboðar eina
kvinnufatan, ið hjá okkum verður
sæð sum avoldað og hann hevur
allarhelst ongantíð hoyrt eitt orð
um kvinnufrígerðing.
- Tað er gott, um ein kvinnu
er vøkur og sterk, men hevur
Kvinnan sk
Kvinnurnar yvirtaka alsamt meira og
meira. Í skúlunum fáa genturnar
toppkarakterir og fleiri kvinnur sita á
hægstu størvunum kring landið. Nógv
er hent í okkara vesturlendsku tanka
gongd, síðan slóðbrótandi kvinnur í
60’unum stóðu fram og kravdu
javnrættindi millum kynini. Hóast
framgongdin hevur verið stór á
okkara leiðum, er søgan ein heilt
onnur nógva staðni í heiminum
Dagsverk
Annika Hedegaad Isfeldt
sjálvboin á OD-høvuðsskriv-
stovuni í Keypmannahavn
Amou, 40, hevur ein 15 tímar langan
arbeiðsdag. Hóast hon veit, at
arbeiði hennara er nógv strævnari
enn arbeiði hjá manninum, klagar
hon ikki - tí soleiðis eru siðirnir í
Niger