fríggjadagur 14. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 220 - 14. november 2008
fiskaskræðu á Eiði
allar tær royndir, sum brúk
er fyri, og tað merkir, at
fyritøkan á Eiði hevur allar
møguleikar at sleppa undan
nógvum barnasjúkum.
- Teir kenna hesa fram-
leiðslu
gjøgnum
hesi
mongu ár, og teir eru inni á
marknaðinum. Tað er okk-
ara fyrimunur, nú vit fara í
gongd her norðuri, leggur
stjórin aftrat.
Vælegnað virki
Nevndarformaðurin í Sean-
ergy, spaniumaðurin Micha-
el Junka, sigur seg síggja
nógvar møguleikar í sam-
starvinum við fyritøkuna á
Eiði.
Hann sigur, at spanska
fyritøkan hevur verið væl
nøgd við samstarvið við før-
oyingar, sum vísir seg at
rigga sera væl.
- Fyritøkan á Eiði hevur
eisini eina hóskandi stødd
til slíka framleiðslu. Eg
haldi, at møguleikarnir til
hesa framleiðslu úr fiska-
skræðu sum heild eru góðir
í Føroyum. Nógv og gott
vatn er neyðugt í framleiðsl-
uni, og hetta er nógv mikið
til av á Eiði.
Michael Junka sigur, at
nú verður bara bíðað í
spenningi eftir, at fram-
leiðslan
úr
fiskaskræðu
kemur í gongd.
Skjót úrslit
Stjórin, Eyðun Gaardbo, er
bjartskygdur og væntar, at
úrslit fara at síggjast heilt
skjótt.
- Vit miðja eftir at hava
avlop í rakstrinum av fram-
leiðsluni longu í komandi
ári. Nú royndarkoyra vit, og
síðan verður pulvurið sent
úr á marknaðin. Fyrr enn
vit veruliga eru komnir út á
marknaðin við okkara vøru,
kunnu vit ikki siga, hvussu
stórur eftirspurningurin er,
men framleiðslan á Eiði
verður so tillagað eftir eftir-
spurninginum, leggur hann
aftrat.
Tað er ikki at taka seg aft-
ur í, at nýggja virksemið á
Eiði er eitt frambrot, sum
hevur vakt stóran áhuga
millum vinnulívsfólk og
myndugleikar í Føroyum.
Egil umrøddur
Pionerurin Egil Olsen fekk
við móttøkuna á Eiði nógv
rós fyri sítt hugskot og sítt
dirvi at taka upp samstarv
við sponsku stórfyritøkuna
á hesum øki.
- Vit hava góðar vónir um
hesa framleiðslu, og vit eru
sera spentir eftir at koma í
gongd, sigur stjórin, Eyðun
Gaardbo.
Eyðun Gaardbo, stjóri í
Seanergy, heldur røðu, og
aftanfyri hann høggumegin
stendur nevndarformaðurin
í felagnum, spaniumaðurin
Michael Junga
Egil Olsen og borgarstjórin á Eiði í fleiri ár, Thordur Niclasen.
Tordur bar eisini stigtakarunum eina heilsu
Eyðun Gaardbo, stjóri í Seanergy og Egil Olsen, sum eigur
upprunaliga hugskotið aftanfyri verkætlanina
Eyðun Gaardbo, stjóri og Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum
Forsætisráðharri á røktarheim
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Anker Jørgensen er nú farin á
røktarheim í Keypmannahavn. Anker Jørgensen hevur í 45 ár búð í
Sydhavnen í Keypmannahavn, men nú skal hann búgva á røktar-
heimi á Vesterbro. - Eg kláraði ikki at ganga trappurnar upp á triðju
hædd longur, sigur Anker Jørgensen við Ekstrablaðið.Hann letur væl
at umstøðunum á røktarheiminum. - Her er sjálvandi nakað minni,
men samanborið við, tað sum eg hevði væntað mær, so er tað væl
innrættað her. Tíverri havi eg ikki pláss fyri øllum mínum bókum og
myndum, sigur Anker Jørgensen við blaðið. Á myndini sæst Anker
Jørgensen uttan fyri Norðurlandahúsið í 2002 saman við fyrsta
ráðharrabili sínum, sum endaði sínar dagar í Føroyum.
Hallið var 289 milliónir
Hallið í nýggja fíggjarlógaruppskotinum frá landsstýrinum er
286 milliónir krónur. Í gjár var landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, á fundi við Fíggjarnevndina
hjá løgtinginum, og við sær hevði hann nýggja uppskotið um
fíggjarlóg. Í næstu viku skal Jóannes Eidesgaard lata
Fíggjarnevndini eitt meira nágreiniligt uppskot, men tølini verða
tey somu, sum vórðu løgd fyri Fíggjarnevndina í gjár. Anfinn
Kallsberg, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at nú fer nevndin
undir at gera eitt álit at leggja fyri løgtingið. Hann roknar við, at
tað gongur ein lítil mánaði, áðrenn álitið frá Fíggjarnevndini
verður liðugt.