fríggjadagur 14. november 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • 14. november 2008
Vikuskifti 11
hon ikki respekt fyri manni
sínum, er alt annað líkamikið.
Týdningarmiklasti eginleikin hjá
eini kvinnu er heilt greitt, at hon
dugir at vísa respekt; aktar hon
ikki mannin, kann hann senda
hana burtur, sigur hann. Menn
kunnu jú ikki liva saman við eini
kvinnu, sum heldur, hon veit betur
enn hann. Sjálvandi skal maðurin
vera tolin, men tað er hann, sum
skal seta grensurnar. Tað er ei
heldur sjáldsamt, at kvinnur verða
beindar burtar – tað hendir nú á
døgum rættiliga ofta, at tær ikki
lurta eftir manninum og so er jú
einki annað at gera.
Eingin vegur út?
Eftir at hava tosað við Souliy,
sum umboðar gamaldags
kvinnufatanina, og Amou, ið
tykist glað fyri lívið sum tænarin
hjá manni sínum, verði eg eitt
sindur vónleys.
Er tað yvirhøvur møguligt at
broyta hetta kynsbýtið, sum í
so mong ár hevur verið við til at
halda nigersku kvinnunum niðri?
Kann man hjálpa fólki, sum ikki
vilja hjálpast? Kann man hjálpa
kvinnum, sum sjálvar halda seg
klára seg væl? Ella kanska er
hetta als ikki rætti vinkulin uppá
tað. Eg verði samd við meg sjálva
í, at kvinnurnar í øllum førum
skulu sleppa at hoyra um rættindi
teirra og sjálvar velja lívið, tær
ynskja at liva. Um tær so velja at
halda áfram, sum tær áður hava
gjørt, er tað teirra val. Tær hava
her í øllum havt møguleikan fyri
at velja. Í nigersku lógini stendur
nevniliga, at kvinnur og menn at
kalla eru jøvn – tað tykist bara
ikki sum, at samfelagið verður
útint á henda hátt.
Fyri at fáa svar uppá nógvu
spurningar mínar, leiti eg meg
fram til eina kvinnu, sum í
fleiri ár hevur verið forkvinna
í felagsskapinum AME, sum
arbeiðir fyri kvinnurættindum í
Niger.
- Eftir at fokus í langa tíð
hevur verið á kvinnurættindi
og felagsskapir sum AME hava
sett fokus á at stuðla kvinnum,
eru nigersku kvinnurnar vorðnar
meiri sjálvstøðugar. Tær hava
nú sjálvar nakrar møguleikar og
ressursir til at gera ymiskt, sigur
Indo Oumarou. – Nógvar kvinnur
hava sæð, at útbúgving veruliga
er vegurin fram eftir – eisini
fyri genturnar. Áður hildu tær
døtrarnar heima fyri, at tær kundu
hjálpa til í húsarhaldinum, men
nú hugsa tær fyrst og fremst um
at senda tær í skúla. Eg eri vís
í, at tað at senda eina gentu í
skúla fer at hjálpa samfelagnum
at flyta seg rættan vegin. Í lógini
stendur, at øll børn skulu hava
møguleika fyri at ganga í skúla
og hetta má samfelagið sjálvandi
royna at liva upp til. Í Niger hava
vit ein talumáta, sum sigur, at
kvinnurnar áður høvdu høvd teirra
í einum ílati, men nú er hetta
ílatið burtur og eygu teirra eru
opin.
Souliy, leiðari av nomadu-fulani-
bygdini Kaima leggur lítið í, um ein
kvinna er vøkur ella klók – aktar
hon ikki mannin, er hon ikki ein góð
kvinna
Navn: Barbara Vang
Aldur: 18 ár
Bústaður: Tórshavn
Familja: Mín nærmasta familja er
deiliga stór, men eitt sindur trupul at
greiða frá. Eg búgvi saman við mammu
míni, manni hennara og einum 6-ára
gomlum hálvbeiggja. Eg havi tó eisini
sera tætt samband við pápa mín, konu
hansara og tveir hálvbeiggjar, sum eru 3
ár og 1 mánaða, hóast tey í løtuni búgva
í Brasilia.
Civilstatus: Støk
Útbúgving: Eg gangi í 2.s á málsligu
deild í Hoydølum
Frítíðarítriv: Tað eru nógv ymisk ting, ið
mær væl dámar at takast við í frítíðini.
Eg elski at vera kreativ - at taka myndir,
tekna og mála. Eg eri skóti og haldi, at
náttúran er sera hugtakandi. Annars eri
eg eisini áhuga í bókmentum, tónleiki
og list - í tað heila tikið mentan; bæði
føroyskari og útlendskari. Alt hatta
royni eg at fáa tíð til út yvir skúlating og
“frítíðar størv”.
Ein vanligur dagur: Ein vanligan dag seti
eg vekkaran til kl. 6.30, men útseti hann
vanliga 10 min. hvørja ferð til klokkan
verður uml. 7, tá byrji eg so smátt at vera
vakin og minnast til, at eg jú skal í skúla.
Eg skundi mær so upp, lúri ígjøgnum
persiennirnar fyri at vita hvussu veðrið
er, lati meg í og eti morgunmat við einum
góðum temunni afturvið. Knappliga
plagar klokkan so at vera so nógv, at
eg bara má skunda mær avstað og
renna yvir til bussin. Eg eri í skúla til
uml. kl. 14-15. Tá eg havi frí, skal eg
onkrar dagar beint til arbeiðis. Annars
fari eg sum oftast heim og royni at
koma ígjøgnum bunkan av skúlatingum.
Nátturðin verður sum oftast etin við
familjuni kl. 18. Aftaná tað fari eg
kanska út við vinum, geri okkurt, eg havi
hug til, fari á fund ella haldi áfram við
skúlatingum. Tá klokkan verður uml. 22
byrji eg at hugsa um at fara í song og kl.
23 liggi eg væl ballað við einari góðari
bók og lesi til eyguni ikki orka meira.
Ynskir/dreymar: Tá tað kemur til
framtíðina, so er ikki so nógv annað
at siga enn – tað má tíðin vísa. Eg
ynski peace, love and understanding
og so ynski eg, at so nógv sum gjørligt
mugu fáa eitt gott og innihaldsríkt lív.
Annars ynski eg at sleppa at ferðast
nógv og uppliva ymisk fólkasløg og
mentanir, kanska eg so finni meg sjálva
onkrastaðni har úti í tí stóru verðini,
haha.
Navn: Rashida Abdou
Aldur: 18
Familja: Eg havi átta systkin, har av
hava trý gingið í skúla. Pápi mín er
bóndi og marabou (marabou er eins
bønarleiðarin í Niger red.) og mamma
mín heldur hús heima.
Status: Eg havi verið gift við
manni mínum í trý ár. Vit møttust á
felagsplássinum í bygdini eitt kvøldið og
vórðu forelskaði. Í dag hava vit ein lítlan
son saman, sum er tvey ára gamal.
Bústaður: Eg búgvi í bygdini Kaima,
sum liggur 1½ tíma frá Maradi (ið er
næststørsti býurin í Niger red.), saman
við manni mínum og fyrstu konu hansara.
Áðrenn hann møtti mær, varð hann giftur
við einari aðrari kvinnu, sum hann hevur
fýra børn saman við. Vit hava tað gott
saman, 1. konan og eg, og vit deilast um
tað dagliga arbeiðið.
Útbúgving: Eg havi ongantíð sjálv
gingið í skúla, men eg haldi tað vera sera
týdningarmikið at nema sær útbúgving
og tí vóni eg eisini, at sonur mín fær
møguleika fyri at ganga í skúla, tá ið
hann verður eldri.
Soleiðis sær ein vanligur dagur út:
Vanliga fari eg upp kl. 5 um morgunin
fyri at banka hirsi og gera mat til mannin
hjá mær. Eftir at hann er farin út í
markina, arbeiði eg heima við m.a. at
gera hirsibollar og at fara eftir vatni. Um
middagsleitið geri eg mat, sum eg fari út
við til mann mín í markina, har eg eisini
hjálpi honum við arbeiðinum í nakrar
tímar. Tá ið eg komi heim aftur seint
um dagin, hvíli eg meg, áðrenn eg skal
gera mat til familjuna. Eftir at maður mín
hevur biðið kvøldarbørn kl. 20, fari eg
útlúgvað í song.
Frítíðarítriv: Tá ið eg havi frí, vitji eg
familju mína ella vinir mínar.
Størsta ynski/framtíðardreymur?
Hægsta ynski mítt er einaferð at eiga
nóg mikið av peningi til at fáa eina
tænastugentu at hjálpa mær, so eg sjálv
kann hvíla meg av og á.
al akta