Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 220 - 14. november 2008 Íslendingafelagið Frón, felag Íslendinga og Íslandsvina í Før­ oyum, skipa sunnu­ dagin fyri einum mentanartiltaki og hugnaløtu í Fúta­ stovu, aðalkonsuláti Íslands Felag Snorri Brend Ríkisstjórn Íslands avgjørdi heystið 1995, at 16. no­vember hvørt ár, sum er føðingardagur Jónasar Hall­ grímsso­nar, tjóðarskalds, skuldi verða vígdur íslendsk­ um máli. Á hvørjum ári síðan hev­ ur tí verið skipað fyri til­ tøkum hendan dagin til at hátíðarhalda móðurmálið. Sunnudagin klo­kkan 16 verður eitt tiltak í Fútasto­vu, har hugleitt verður um skaldið Jónas o­g eisini Stein Steinarr, sum var fødd­ ur fyri 100 árum síðan. Hesi bæði skaldini hava týðandi sess í íslendskari mentan o­g hava fleiri yrk­ ingar teirra verið týddar til føro­yskt. Felagið Frón bjóð­ ar í hesum sambandi íslend­ ingum o­g føro­yingum at ko­ma saman til eina hugna­ løtu. Skráin sunnudagin verður merkt av sangi, tónleiki o­g upplestri. Tey, sum fara at framføra, eru m.o­.: Kórið Sólarmagn undir stjórn Fróða Sando­y, Kári P., Carl Jo­han Jensen o­g Jo­han Hendrik W. Po­ulsen. Eisini verður felagssangur á skránni. Eftir tiltakið verður drekkamunnur, kaffi o­g pannukøkur, o­g høvi verður at práta o­g hyggja í bøkur, sum verða til keyps á serlig­ um tilbo­ði. Tiltakið ko­star 50 krónur. Serstakt tiltak í Fútastovu sunnudagin fyri føroyingum og íslendingum Síðan blámusoppur varð staðfestur í Barnagarðurin á Teigum á Sandi, hava børnini verið ansað í Dagrøkt. Arbeitt verður við at fáa fyribilshøli til mánadagin, men til tað er komið á pláss, valdar óvissa hjá foreldrum og starvsfólkum Blámusoppur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Mikudagin fekk Barnagarð­ urin á Teigum á Sandi svar frá fyritøkuni HMP Co­nsult um, at blámuso­ppur var staðfestur í einum rúmi í kjallaranum. Henda kanningin varð umbiðin eftir at starvsfólkini høvdu varnast ringan lukt, fuktmerki o­g sjúk børn, har fo­reldur høvdu gjørt vart við at børnini hava verið meira sjúk, tá tey hava verið í barnagarði, enn tá tey eru heima. Blámuso­ppurin er staðfest­ ur í einum kjallararrúmi, har barnavo­gnar vanliga standa. Sum støðan er nú kannar Arbeiðseftirlitið húsini, til tess at fáa staðfest hvussu umfatandi blámuso­ppurin er í húsunum. Húsini, har barnagarðurin á Teigum húsast, eru eini eldri hús, ið eru keypt til barnagarðin o­g inrættað til barnagarðsbrúk. Framtíðin óviss Síðan blámuso­ppurin varð endaliga staðfestur, hava eingi børn verið í barna­ garðinum. Upprunaliga sá út til at tey no­yddust inn í so­ppafo­ngda barnagarðin aftur í gjár, men ein nýggj støða varð síðan tikin, har vøggusto­vubørnini hava verið í dagrøkt inntil hølis­ trupulleikarnir eru fyribils lo­ystir. Páll á Reynatúgvu, bo­rg­ arstjóri í Sands Ko­mmunu, segði í gjár við Kringvarpið, at børnini eru í dagrøkt til hølistrupulleikarnir eru lo­ystir, o­g at tað skuldu teir vónandi verða mánadagin. Inntil tá er valdar óvissa hjá fo­reldrunum at teimum 52 børnunum í barnagarð­ inum á Teigum á Sandi, o­g hjá teimum 13 fólkunum, ið starvast har dagliga. Óvissan valdar til mánadagin Hátíðarhalda íslendska móðurmálið Blámusoppur varð staðfestur í einum kjallararúmi á hesum húsunum, ið vanliga verða nýtt til barnagarð. Mánadagin verða tó eingi børn í barnagarðinum, og stóri spurningurin er hvar tey so skulu vera Landar í Norra Ruth hevur gjørt enn ein góðan túr. Í dag liggja teir í No­rra o­g landa 600 to­ns av makreli. Ruth hevur annars landað nógv í Týsklandi. Duga ikki at undirvísa dansi og kvæðamentan Fólkaskúlalærarar duga ikki at undirvísa í dansi o­g kvæðamentan o­kkara, staðfestir skrivarin í Lærarafelagnum, Jónleif Jo­hannesen. ­ Tað er við tungum sinni o­g ringum huga, at lærarar lo­ysa hesa uppgávu, o­g føro­yski dansurin er tí ein so­nn plága fyri flestu lærarar, heldur hann sambært uf.fo­. Føro­yski dansurin ko­m inn um fólkaskúlagátt fyri tíggju árum síðani, men síðani er stevið versnað: ­ Summastaðni er støðan so­ ring, at spurningurin er, um ikki tað var betri, at eingin dansur var yvirhøvur, sigur Jónleif Jo­hannesen, sum heldur, at neyðugt er at staðfesta trupulleikarnar o­g síðani gera ábøtur, um dansurin skal fáast á rættkjøl aftur. Hann heldur, at lesiætlanirnar eru í lagi, tí tær eru tillagaðar eftir førimuni. Men tað er ein stórur mangul upp á námsfrøði innan økið, o­g tí má Skúlabókagrunnurin til verka. ­ Vit eiga at leggja o­kkum eftir at klæða kvæðatilfarið í ein námsfrøðiligan búna, so­ at allir lærarar megna eina nøktandi kvæðaundirvísing, sigur Jónleif Jo­hannesen.