fríggjadagur 14. november 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • 14. november 2008
Vikuskifti
12
Tann 28. oktober
fylti Theodor
Thomassen í
Sørvági 100 ár.
Hóast tað er í
seinna lagi vilja
vit ynskja honum
hjartaliga tillukku
við hesum stóra
degnum. Vit hava
verið á gátt hjá
Theodor, har
hann hevur greitt
nakað frá sínum
langa lívi
Tað eru nokk so nógv fólk, sum
gerast 100 ár nú á døgum, men
tey eru fá, sum hava verið so
leingi virkin sum Theodor. Ikki
minst er hetta einastandandi,
tá ið hugsað verður um, hvussu
langa tíð, hann hevur drivið sjógv
in. Hann fór til skips 14 ára gamal
í 1923, og hann hevur verið á floti
so seint sum í fjør, 99 ára gamal!
Hetta er ikki minni enn 85 ár.
Hóast Theodor er nakað deyvur
og nakað blindur, er hann væl
fyri. Tað besta av øllum er, at
hann hevur eitt sera positivt
lyndi. Hetta kann saktans vera ein
góð frágreiðing um eitt gott og
langt lív.
Theodor er føddur í 1908, og
hetta merkir, at hann hevur upp
livað stórt sæð allar broytingar,
sum hava verið í samfelagnum
yvirhøvur. Tí eru fólk sum hann
so áhugaverd, og tí er tað so
umráðandi at fáa teirra søgu
niðurskrivaða.
Útróðrartúrurin hjá
abbanum
Annar abbi Theodor var Dunga
Jóannes. Theodor greiðir frá eini
áhugaverdari søgu um, hvussu
útróðrarlívið kundi vera tá.
Teir vóru farnir til útróðrar, tá
ið hann gjørdist høgur í ættini.
Teir flestu bátarnir fóru til hús,
men beiggi Jóannes, sum var
formaður á bátinum, gav boð um
at seta línuna niður aftur. Tá ið
drigið var, fóru teir so at rógva
til lands. Men tá ið teir koma inn
móti Sundunum er ókyrt millum
land og Tindhólm, og teir vunnu
ikki longur. Hvat var so at gera?
Jú, at fáa størri manning. Abbin
verður settur á land. Hann skuldi
ganga til Sørvágs at fáa meira
fólk. Hetta eydnast eisini, men tá
ið teir koma aftur hagar báturin
lá, vóru ikki líkindi eisini orsakað
av sjóvarfallinum at sleppa um
borð í hann. Teir seta so segl á
bátin og sigla til Miðvágs. Abbin
fór so aftur til gongu, fyrst til
Sørvágs, og so til Miðvágs at
taka ímóti bátinum. Tá ið báturin
var framkomin og alt var fingið
til sættis, var aftur at ganga til
Sørvágs. Alt hetta var eftir ein
strævnan útróðrartúr.
Gerandisdagurin fyri
100 árum síðani
Foreldrini hjá Theodor vóru
Andreas og Elspa f. Hansen.
Um pápan kann sigast, at hann
fór ikki í skúla fyrr enn hann var
12 ár. Áðrenn tað róði hann
nevniliga út.
Tilsamans vóru tey átta systkin,
fýra beiggjar og fýra systrar. Páp
in var fiskimaður sum flestu menn
tá í tíðini. Tí mátti mamman eins
og aðrar konur vera bæði maður
og kona helvtina av árinum.
Tey eru kanska ikki nógv, sum
í dag gera sær far um, hvussu
stríggið hetta hevur verið. Tað
kann bert takast sum dømi, tá
ið maður og synir skuldu fara til
skips. Her skuldi alt riggast til
frá grundini av. Klæðini skuldu
bindast, so sum hosur, vøttir,
undirklæði og troyggjur. Seymast
skuldi um madrassurnar. Sjálvt
oljuklæðini skuldu seymast og
síðan ferniserast fleiri ferðir.
Tá so maðurin var farin, sat
konan eftir við ábyrgdini av húsar
haldinum umframt ta óvissu, sum
altíð var um, hvørt maðurin fór at
koma aftur í øllum góðum.
Húsini hjá teimum var ognar
leyst. Her var eingin jørð, og tí
kundu tey ikki hava kúgv. Tískil
fekst eisini lítil og eingin mjólk.
Tey kundu biðja sær mjólk,
men hetta var bert til tað mest
neyðuga.
Hetta merkti eisini, at tey ikki
áttu torvheiðar. Torv máttu tey
so hava. Tey máttu biðja um at
sleppa at skera torv hjá øðrum
móti gjaldi.
Theodor greiðir frá, at ein
mannskurður av torvi var roknað
ur at vera 30 klyvjar, tað sama
sum 60 leypar, t.v.s. tað sum ross
kundi bera 30 ferðir við tveimum
leypum hvørja ferð. Hetta sigur
nakað um, at hetta hevur kravt
nógv arbeiði eisini.
Tá tey ikki áttu jørð, áttu tey
heldur ikki seyð. Tey leigaðu
kortini fýra gyllin, og hetta gav
fýra lomb árliga. Abbin plagdi
eisini at laga garðar fyri aðrar.
Samsýningin fyri hetta var eitt
jarðarstykki, har tað kundi veltast.
Maturin
Men mat fingu tey kortini. Á
Sørvágsfirði var nógv bæði av
fugli og fiski. Tað lá væl fyri at
fara á flot, nógvur seiður var inni
við land, og honum kundi nót
kastast eftir. Fuglur kundi skjótast
á fjørðinum, og havhestur kundi
fáast í bjørgunum. Tað kundi tó
vera langt millum grindirnar.
Nógv av hesum mati varð salt
að, so saltmatur var sera vanligur
døgurði. Men inn ímillum fekst
eisini feskt.
Tað var eisini nógv arbeiði í
Sørvági. Her vóru fleiri reiðarar,
sum áttu nógv skip. Nevnast
kunnu Niclassen menninir, Løðu
Theodor: 100 ára ga
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Aldur
»Gamli maðurin og havið«. 99 ára gamli Theodor fílar so hugaliga
Theodor og Nencea