Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2008 15 Bleiv eitt sindur skakkur, tá eg frætti, at Føroya Løg­ ting enn eina ferð hevur avgjørt at nýta skattaborg­ arans pening til at bjarga privatum ódugnaskapi. Jú, gløggi lesarin hervur longu kollgitt. Sipað verður við hesum til “sokallaðu” bjargingina av Smyril Line, sum varð dømt at fara seks, sjey ferðir á heysin ta løtuna, tá sáttmálin um byggingina av hesari Norrønu varð undirritaður. At verandi samgonga finnur upp á slíkt, tað undr­ ar tó ikki. Hon hevur ong­ antíð og fer heldur ongan­ tíð at hava nakað sum minnir um idoelogisk prin­ sippir. Tað snýr seg um frá hondini í munnin kryddrað við vinartænastum, og so er tann søgan ikki nógv longur. Men tá ein sær tveir, sum hava verið nógv Harrans ár í handilsvinnuni, báðir liberalistiskir framherjar í føroyskum politikki. Báðir í kommunalum­ og annars eisini í landspolitikki. Teir siga báðir við eitt av bløð­ um okkara, at tað er púra rætt at nýta skattaborgarans pening til at lofta syndarlig­ um ódugnaskapi, sum privatir vinnulívsmenn bæði hava útint og hava ábyrgdina av. Tí hevur ein hug at spyrja, um hetta við liberal­ istiskum grundreglum og borgarligum politikki, bert er galdandi, tá privatir vinna pening. Tá tað snýr seg um at rudda upp og káva útyvir, tá kunnu libral­ istisku grundreglurnar saktans brótast. Skal ikki fara í æsir við, hvat liberalisma ella libera­ listiskur politkkur er fyri nakað. Skal bert nevna tvær meginreglur, sum eitt ótal av føroyskum politik­ arum hava víst á og hálov­ að við hvørt givið høvi. Tann mest siteraða reglan er, at vinnan skal fíggja seg sjálva og tí eisini ráða sær sjálvari. Hin er, at almenn­ ur peningur undir ongum umstøðum má geva privat­ ari fyritøku møguleikan fyri kappingaravlagandi vinnuátøkum. Við at avgera at seta pen­ ing í Smyril Line hevur stórur partur av borgarligu politikarum okkara so dyggilig brotið og forsynd­ að seg inn á báðar oman fyri nevndu meginreglurnar. Í framtíðini er støða løg­ tingsins ikki tann, at man skal taka støðu til líknandi umsøkn eina aðruferð. Nei støð tingsins er heldur, hvussu sleppur tað undan, at hetta óskilið endurtekur seg. Smyril Line hevði ikki meira enn fingið peningin, tá felagið kunngerð, at nú skal veruliga satsast upp á at flyta farm. Og standa onnur flutningsfeløg, skipa­ sum flogfeløg sum kánus. Og vit staðfesta, at Føroya løgting enn eina ferð hevur átikið sær leik­ lutin sum tann, ið stuðlar teimum, sum als ikki hava dugað, til at halda fram. Men handilsmenninir fáa uttan iva sín ágóða av hes­ um, og teir eru nógvir í tali í løgtinginum. Liberalisma ella... Finnur Helmsdal Tórshavnar kommuna er sum landsins størsti byggi­ harri, helst størsti kundi hjá føroyskum arkitekta­ virkjum. Kommunan rindar hvørt ár fleiri milliónir í samsýning til føroyskar ráðgevandi arkitektar og verkfrøðingar. Hóast hetta finnast nakrir føroyskir arkitektar at Tórshavnar kommunu, fyri í onkrum einstøkum førum at nýta útlendskar ráðgevarar. Kunnu ikki geva frámíhjárætt Tað skal undirstrikast, at Tórshavnar kommuna sum meginregla ger avtalur við arkitektar, verkfrøðingar og byggivirkir úr Føroyum. Og tað skal eisini undirstrikast, at tað er ongin mannagongd hjá Tórshavnar kommunu í samband við útboð av prosjekterings­ ella byggi­ arbeiðum, sum ger møgu­ leikarnar hjá føroysku virkjunum verri at fáa uppgávur. Samstundis er heldur ongin mannagongd sum ásetur, at føroyskir arkitektar, verkfrøðingar og byggivirkir skulu hava framíhjárætt í mun til útlendskar ráðgevarar. Og tað er júst hetta sum hevur fingið ilt í nakrar føroyskar ráðgevarar. Teirra útsagnir geva eina greiða fatan av, at føroyskir ráðgevarar halda tað verða ein sjálvfylgja, at teir fáa monopol uppá ráð­ gevarauppgávur í Føroyum, ella í øllum førum ein víðkaðan framíhjárætt. Hetta ber tó ikki til, tí bæði kommunalpolitikarar og umsiting skulu virka eftir ásetingunum í komm­ unulóggávuni um, at røkja skattakrónurnar á bestan hátt, og tað ger man neyv­ an við at geva ávísum vinnugreinum serstøðu. Globalur hughurður manglar Fyri einum ári síðani høvdu Føroyar vitjan av fyrrver­ andi amerikanska forsetan­ um, Bill Clinton, og vóru øll samd um, at hetta setti Føroyar á heimskortið, og at globaliseringin nú eisini av álvara hevði rokkið hertil. Og verður hugsað um fjølbroyttan arkitektur, so hevur t.d. París, sum onkur føroyskur arkitektur nýliga hálovar í blaðgrein, ikki fingið sína serstøðu innan væleydnaðan arkitekt­ ur, við bert at nýta franskar arkitektar – tvørturímóti. Har hava arkitektar úr øllum heiminum – eisini úr Íslandi og Danmark – sett síni fingramerki. Meðan man kann siga, at globaliseringin er galdandi fyri føroyskar byggifyritøk­ ur, sum í fleiri ár hava ver­ ið í kapping við útlendskar byggifyritøkur – bæði íslendskar, norskar og dan­ skar – og hava klára seg væl í hesi kappingini og hava ment seg bæði fakliga og fíggjarliga, tí tær hava tikið kappingina upp í álvara, so manglar hesin hughurður í ávisan mun hjá føroyskum arkitektum og verkfrøðingum. Úttalilsini hjá føroysku arkitektunum og verkfrøð­ ingunum prógva, at teir grundleggjandi eru nega­ tivt innstillaðar at kappast við útlendskar teknistovur. Hetta, hóast teirra starvs­ fólk ofta hava tikið sína útbúgving uttanlands, og hesi ráðgevandi virki áttu tí ikki at verið so bangin fyri at taka kappingina upp. Men tað merkir so eisini, at føroysku virkini við­ hvørt mugu tola at tapa eina útbjóðing til eitt út­ lendskt ráðgevaravirki, sum er tað, ið er hent við t. d. røktarheiminum Yviri við Strond. Tað er eisini eitt tekin um ein annarleiðis hugburð hjá føroysku arkitektunum og verkfrøðingunum, í mun til føroysku byggi­ virkini, at føroysku arki­ tektarnir og verkfrøðingar­ nir sera sjálvdan aktivt leit­ að sær samstarv við út­ lendsk ráðgevaravirki, tá tað er neyðugt, men at tað sum oftast eru útlendsku ráðgevaravirkini, sum takað initiativið og leitað eftir samstarvsfeløgum í Føroyum. Um føroysku arkitektarnir og verkfrøð­ ingarnir ikki broyta sín hugburð til at leitað sær samstarv úteftir, er tað alt ov lætt at teir bert verða uppfataðir sum strámenn. Og vandin er eisini fyri, at føroysku ráðgevararnir fakliga stagnera. Slíkt samstarv millum føroysk og útlendsk byggi­ virkir hava vit sæð í fleiri størri prosjektum – t.d. í báðum undirsjóvartunnl­ unum, og í onkrum førum eru føroysk byggivirkið í t. d. Grønlandi og samstarva við útlendsk byggivirkir, so eisini her eru byggivirkini frammanfyri føroysku ráðgevarafyritøkurnar. Fleiri arbeiðir boðin út til bert føroyskar ráðgevarar Kommunan hevur havt fleiri útbjóðingar av prosjekter­ ingsuppgávum millum bert føroyskar ráðgevarar sein­ astu árini. Kann nevna pro­ sjektering av Heilsumiðstøð við Karlamagnussarbreyt, prosjektering av vardum íbúðum á Óðinshædd og rundkoyring við Hvítanes­ vegin sum dømi. Kommunan hevur eisini bílagt hópin av prosjekt­ eringsuppgávum frá før­ oyskum ráðgevum uttan útbjóðing. Kommunan hevur bjóð­ að bert eina prosjekterings­ uppgávu út í Norðanlond­ um í ár, og er tað at gera prosjekt til røktarheim Yviri við Strond. Seinkingar kosta skatta­ borgarunum pening Tá kommunan skal velja ráðgevarar til ávísar pro­ sjekteringsuppgávur verður mett um umstøðurnar í hvørjum einkultum føri. M.a. verður mett um stødd á prosjektum, kapasitet hjá teknistovum, viðkomandi royndir til tað slagið av prosjektum talan er um, hvørjar royndir kommunan hevur havt av avvarðandi teknistovum, herundir hvussu væl tær hava loyst undanfarnar uppgávur bæði viðv. tíð og kostnaði. Eisini verður mett um støð­ una á føroyska marknaðin­ um fyri ráðgevarar sum heild – tvs. eru føroysku ráðgevaravirkini ovbyrjaði av uppgávum. M.a. var hetta ein týð­ andi faktorur tá býráðið fyri knøppum ári síðani avgjørdi at bjóða røktar­ heimið Yviri við Strond út í norðurlendskari kapping. Hetta, tí at seinastu árini, meðan byggivirksemi hevur verið sera stórt, hev­ ur kommunan ofta uppliva, at føroyskar teknistovur hava ikki havt nóg stóra manning at seta á allar tær uppgávur, tær hava átikið sær. Hetta hevur viðført seinkingar og øktar útreiðsl­ ur fyri kommununa. Tá kommunan hevur tikið trupulleikarnar upp í hvørj­ um einstøkum føri, hava føroysku teknistovurnar sjálvar víst á, sum forklár­ ing uppá at tær fáa ikki yvirhildi tíðarfreistirnar, at tær mangla fólk. Tí er neyð­ ugt hjá kommununi at tryggja sær, at tær tekni­ stovur sum bjóða seg fram og fáa uppgávur, hava neyðugu manningina til hvørja einstaka uppgávu. Hetta eru ikki annarleiðis treytir enn kommunan eisini setir byggifyritøk­ unum, sum skulu byggja bygningarnar sum verða bjóðaðir út at byggja. ES­reglur Tað er alneyðugt at før­ oysku arkitektarnir og verk­ frøðingarnir broyta hug­ burð. Longu nú hava íslend­ skir ráðgevar, gjøgnum Hoyvíkssáttmálan, rætt til at bjóða upp á uppgávur í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar. Og møguligt víðkað samstarv við eitt nú ES á hesum økið vil við­ føra, at Føroyar skulu binda seg til at nýta ES­reglur um útbjóðing. Tá skulu nógvar av teimum størru ráðgevara­ uppgávunum, sum higartil hava verið latnar føroyskum ráðgevum, bjóðast út í útlandinum eisini. Danski vinnarin íslendskan stjóra Kappingin um røktarheim­ ið Yviri við Strond var lýst í øllum Norðanlondum, men bert føroyskar og danskar teknistovur bjóð­ aðu seg fram. Tað eigur kanska at geva føroysku arkitektunum nakað at hugsa um, tá talan er um altjóðagerð, at danska teknistovan sum vann kappingina hevur íslend­ skan stjóra. Vildi hetta ver­ ið møguligt við tí hugburði sum enn ræður millum nakrar føroyskar ráðgevarar? Livst so spyrst. Føroyskir arkitektar krevja monopol Tekniskur stjóri Jákup egHolm Hansen Góðu Sandingar! Tað er við stórari virðing fyri fjøldini av Sandingum, at eg eyðmjúkur takki so hjartaliga fyri stuðulin til lista C. á kommunuvali­ num í gjár. Ein serlig tøkk og heilsan til tykkum, sum persónliga stóðu mær við lið og afturvaldu meg í kommunustýri, við enn størri undirtøku. Fari at gera alt eg megni, saman við listanum, í roynd­ ini at savna bygdina, og samstarv er ein opin møgu­ leiki frameftir. Samstarvið treytar báðar partar og tað er sjálvsagt at leiðslu­ ábyrgdin eftir kommunuvalið, er á lista C. Góðu og trúgvu veljarar og vinfólk! Valsigurin er tykkara. Tit eiga alla ávirk­ anina og vit skulu gera okk­ ara besta at umsita tykkara vald. Góðu stillarar. Túsund takk fyri tykkara framúr góða arbeiðið. Samstundis vil eg nýta høvi at ynskja Brandi Sandoy, Rúna Winther, Olgu Fossdalsá, Eyðvarði Petersen, Poul Klementsen, og Fríða Nolsøe tillukku við valinum. Takk til Lis Clementsen, Bjarka Henriksen, og Jógvan Vest, sum gjørdu eitt megnararbeiði, hóast tit ikki vóru vald hesuferð. Tað verður boð eftir tykkara styrki framyvir. Takki mínum góða vini Tóra Johannessen, vara­ borgarstjóra, fyri ótrúligan stuðul í truplum tíðum, og fyri væla samstarv. Ein serlig tøkk til míni nærmastu, sum altíð hava staðið mær við lið. Tit lótu úrslitini tala! borgarstjóri í Sands Kommunu páll á reynatúgvu viðmerkingar