fríggjadagur 14. november 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • 14. november 2008
Vikuskifti
14
gjørdist hann so ringur, at hann
slapp ongan veg. Hann varð fyrst
innlagdur á hospitalinum, síðan
fór hann á TB, tuberkladeildina
hjá hospitalinum. So varð hann
innlagdur á sanatoriinum í
Hoydølum. Her lá hann í tríggjar
mánaðir og slapp so heim. Hetta
var væl sloppið. Nógv lógu longri
enn tað, ofta í áravís. Eisini
doyðu nógv av sjúkuni, eisini i
Sørvági.
Í 1927 var Theodor við at fáa
eina váta grøv, tá ið hann var við
Guiding Star. Tað var illveður,
og teir koyrdu lýsi fyri borð fyri
at slætta sjógvin. Tá fekk skipið
eina fylling, og Theodor var við
at fara fyri borð, men pápin fekk
tikið hann, áðrenn tað var ov
seint.
Theodor hevur eisini siglt
við “Only Sister” hjá Absalon
Jacobsen á Skála. Skipari var
Reinhold Thomsen úr Norðragøtu,
og her var Theodor saman við
fleiri gøtumonnum, sum hann
spurdi eftir hendan dagin. Men
tað er eingin av teimum á lívi
í dag. Absalon var ættaður úr
Syðrugøtu, og hann hevði bert
gøtumenn sum skiparar.
Theodor var á motorpassara
skúla í 1929/30. Hann gjørdist
motorpassari á Queen, Múlanum
og Capellu. Hesi skipini høvdu
sama slag av motori, 40 HK Super
Skandia.
Hetta sama árið hevði Theodor
verið við Capellu inni á Skála, har
hon fekk motor ísettan. Theodor
var fittur í hondunum og hjálpti
til at innstilla motorin. Tá fekk
hann tilboð frá Absalon Jacobsen
um at sleppa í smiðjulæru á
Skála Skipasmiðju, sum Absalon
hevði verið við til at seta á stovn.
Theodor skuldi byrja, tá ið hann
kom aftur um heystið.
Tá hendi tað, at pápi hansara
doyr umborð, hann lá deyður í
koyggjuni. Tá vóru fleiri av systkju
num framvegis smá. Eingin hjálp
var at heinta, so nú mátti Theodor
taka ábyrgdina av húsinum. Tí bar
ikki til at taka við læruplássinum.
Ísaði við mold og
grasi
Seinasta slupp, sum Theodor
var við, var Capella, sum hevði
heimstað í Havn.
Í 1936 gavst Theodor við skips
lívinum. Tá fekk hann sær bátin
Gáshólmur, og fór at royna eftir
kalva. Gáshólmur var júst yvir 20
tons og kom tí undir tryggingar
skyldu. Tað var so nógvur kalvi
har á leiðini, at Theodor helt, at
hetta skuldi roynast. Men hetta
var kortini rættuliga trupult. Eitt
var, at greiðirnar vóru ringar. Tí
var neyðugt at vera vera varin, tá
ið sett varð. Tað var eisini trupult
at fáa gott agn.
Kalvin skuldu sendast til
Danmarkar feskur. Tí mátti
hann sigla kalvan til Havnar, har
Gynnu Jóannes skipaði fyri at
avskipingini.
Tað ringasta var, at tað var
so trupult at fáa ís. Eina ferð
var einasta loysn ein kavafonn
í Tjóðadali. Teir fara eftir kava
og ísa kalvan við honum. Seinni
komu boð um, at kalvin var berur,
tá ið hann kom fram. Tað einasta,
sum var eftir av kavanum, var
mold og gras. So hetta skuldu ikki
roynast aftur!
Ein stuttlig søga er um fyrstu
ferð Thedor sá ein bil. Bilur var
sjálvsagt nakað øll høvdu hoyrt
um, men eingin visti rættuliga,
hvussu ein bilur sá út í verki.
Eina ferð, teir koma heim frá
skipi, síggja teir eitt merkiligt
“vesin”, sum fer eftir vegnum.
Tað fyrsta, sum kom til hugs, var,
um hetta kundi vera ein hesta
vognur, men teir sóu skjótt, at tað
var tað so ikki. Tá var hetta fyrsti
bilur, sum kom til Sørvágs!
Theodor selur Gáshólm um
1940, og fær sein ein lítlan bát
aftur, sum hann rør út við, men
hann arbeiddi eisini hjá bretska
hervaldinum. Hann letur væl at
bretunum í Vágum.
Thedor fekst eisini aftaná
kríggið við at stoypa hús fyri fólk.
Hann fekk sær blandimaskinu og
formar til hetta endamál.
Giftist og fær handil
Í 1940 giftist Thedor við teirri
5 ár yngri Nenceu, sum eisini
var úr Sørvági. Tey fngu 10
børn, fimm av hvørjum slag.
Tað hugaliga er, at tey búgva
øll í Vágum. Væl er eisini komið
undan. Abbabørnini eru 29, og
langabbabørnini 48. Tað er eingin
vandi fyri, at ættin doyr út!
Í 1955 fer Thedor at handla.
Hetta byrjaði við, at Hjalmar
Hvítklett, seinni kendur sum ein
av reiðarunum á Vesturvón, fór at
handla í kjallaranum hjá Theodor.
Fimm ár seinni flytir Hjalmar í ein
størri handil. Tá fer Theodor at
handla sjálvur. Hann fór at tosa
við Poul Hansen og fekk vøru fyri
kr. 2.300. Væl gekk, og í 1968
bygdi Theodor sær ein nýggjan
handil á Gomlu Rætt. Ein slík er
eisini í Sørvági.
Theodor fór eisini at selja
mjólk. Fyrst var tað í fløskum.
Men hetta gav so nógv arbeiði at
reinsa fløskurmar, at skjótt varð
farið at selja mjólkina í spannum.
Mjólkin kom fyrst og fremst úr
Bø, hat tað eru fleiri bøndur.
Mjólkin var so koyrd til Sørvágs.
Men tað var ikki altíð, at tað var
koyrandi til Bíggjar fyri kava. Tá
var ikki kavarudding sum í dag, so
teir máttu sjálvir rudda kavan av
vegnum. Var ov nógvur kavi varð
farið við báti eftir mjólkini. Hetta
kundi vera strævið.
Theodor seldi eisini gass fyri
Gass Martin í Havn. Theodor
gavst at handla umleið 1975.
Virkin missións
maður
Theodor hevur verið virkin
missiónsmaður alla sín tíð, og
tað vóru foreldrini eisini. Men
tað kann vera áhugavert at
nevna, at abbi hansara Thomas
Djonesen (18571926), vanliga
kallaður Djóna Tummas var
tann fyrsti í Sørvági sum var
umvendur gjøgnum gamla Sloan
um aldamótið. Hann fór at halda
møtir í skúlanum, men tá ið fólk
skiltu, at hetta varð ein nýggj
læra, varð skúlin stongdur.
Í blaðnum Naade og Sandhed,
útgivið av Arthur Brend og Daniel
J. Danielsen, hevur Tummas
í 1916 eina frásøgn um, tá ið
hann í 1910 saman við einum
soni og ein gentu úr Sørvági fór
við ferðamannaskipi til Íslands,
har ætlanin var at rógva út.
Vegna veður vórðu teir settir av
í Raufarhøfn í staðin fyri sum
ætlað á Heiði norðantil á Langa
nesi.
Tey trý máttu so við øllum
viðførinum í einum tríbekki sigla
við seglum til Heiðar. Hendan
ferðin tók 9 tímar, og teinurin
var 30 fjórðingar. Tey vóru ikki
meira enn framkomin, tá brast á
við illveðri. Tá kundi verðið verri
vorðið.
Henda frásøgnin verður nýtt
sum mynd fyri ein andaligan
boðskap. Tummas hevur uttan iva
kent Daniel J. Danielsen, hvørs
dramatiska lív í Congo er lýst í
Miðvikuni. Hann var sera virkin í
brøðrasamkomuni í Sørvági fyrstu
tíðina. Hetta man vera grundin
fyri, at henda søgan er varðveitt.
Synd at koyra bil
sunnudag!
Annars greiðir Theodor áhuga
vert frá, hvussu fast fólk hildu
um tað at halda sunnudagin
heilagan. Tá ið missiónsvikur
vóru, og tey vóru koyrd í lastbili
var prátað um, hvørt tað ikki
mundi vera synd at koyra bil
sunnudag. Førarin á bilinum mátti
jú arbeiða heilagt!
Theodor hevur luttikið í
missiónsarbeiði bæði við at hava
eitt orð og tímiliga. Hann var
við til at byggja missiónshúsið í
Sørvági.
Hann hevur eisini havt
gott samband við Kirkjuliga
Missiónsfelagið og kennir væl
Elsu Jacobsen, hvørs spennandi
lív í Etiopia hevur verið lýst í
Miðvikuni. Í stovuni hevur hann
eina mynd av, tá ið Elsa varð
vígd til trúboðara í 1960. Eisini
hjálpti hann í síni tíð til at byggja
Missiónshúsið við Landavegin.
Virkin í nærum 100 ár
Theodor er fyrsti innføddi
sørvingur, sum er blivin 100 ár.
Tó var ein 100 ára føðingardagur
í Sørvági fyri góðum 50 árum
síðani, tá ið Eiriks Poulina, ættað
úr Mykinesi, gjørdist 100 ár. Hon
var sera sterk. Eina ferð bar hon
ein 200 punds sekk heima av
Bakkanum. Henni var lovað, at
hon skuldi eiga sekkin, um hon
kláraði tað.
Alt í alt heldur Theodor, at alt
hevur lagað seg væl hjá honum.
Heilsan hevur verið hampiliga
góð. Nú er so báturin seldur, men
hann var fleiri ferðir á floti so
seint sum í fjør. Hann heldur, at
tað er gott ikki at hava nógvar
kreftir, tí so ovtekur ein seg ikki!
Hvussu tað er við hesum vita vit
tó ikki.
Hann var uppi eini tekjuni hjá
sær, tá ið hann var 96 ár. Hann
tók koyrikort sum gott 50 ára
gamal og koyrdi, til hann var 87
ár.
Framvegis fylgir hann sera væl
í tí, sum hendir í samfelagnum.
Áhugin fyri fiskiskap er framvegis
stórur. Er hann ikki sjálvur á
kaiuni at fregnast um fiskarí,
so ringir hann at vit, hvussu tað
gongst.
Hann er framvegis einsamallur
í húsi. Men við øllum børnunum
í oynni, er hann ikki einsamallur.
Døturnar geva honum døgurða,
men annars klárar hann seg
sjálvan.
Føðingardagurin í missións
húsinum Libanon eydnaðist
væl, hóast líkindini ikki vóru
tey bestu. Nógv fólk heiðraðu
føðingardagsbarninum og hava
vit fingið myndir, sum eru tiknar
av abbasoninum Bárði.
Tað var stuttligt og lívsjáttandi
at hitta Theodor. Vit takka fyri
hetta áhugaverda prátið, sum er
eitt áhugavert íkast til søgu før
oyinga í 20 øld.
Gáshólmur, báturin hjá Thedor. Her sigla teir við jarni til havnabygging
Onkran tosk hevur Theodor drigið av grunni
Framhald av síðu 13