Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 220 - 14. november 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Kommunubygnaður og uppgávur Flestu bý-og bygdaráð hava skipað seg, men kortini verður alt neyvan aftur, sum tað var. Landsstýrið hevur av álvara sett kommunala bygnaðin á dagsskrá og harvið hevur landsstýrið eisini sett uppgávubýtið í framtíðini á dagskrá og við hesum er spurningurin um fíggjar- og búskaparviðurskiftini hjá kommununum vorðin meira aktuellur enn nakrantíð áður. Landsstýriskvinnan við politisku ábyrgdini hevur klármælt váttað, at nú verður hetta mál loyst eftir leistinum í samgonguskjalinum. Sambært samgonguskjalið eru komandi kommunalu bygnaðarbroytingarnar ein liður í landsstýrisins økismenningarpolitikki. Har stendur heilt einfalt, at sum liður í miðvísum økismenningarpolitikki verða nýggir almennir stovnar lagdir úti um landið, har tað kann gerast við fyrimuni. Víðari verður sagt, at samgongan fer undir ein kommunureform vísandi til samtykta talið av kommunueindum, og at reformurin verður settur í verk 1. januar 2011. Sostatt er politiska avgerðin tikin og nýggi bygnaðurin skal vera komin uppá pláss í hesum valskeiði. Tann stóri og mest áhugaverdi spurning- urin er innihaldið í nýggja kommunubygnaðinum. Hvørjar verða uppgávurnar og hvussu kemur nýggja uppgávubýtið at ávirka borgarar og vinnulív? Svarið er rættiliga greitt í samgonguskjalinum. Innihaldið í einum komandi nýggjum kommunal- um bygnaði fevnir um eina fíggjarliga útjavningar- skipan, blokkstuðul og flyting av ábyrgdarøkjum frá landi til kommunur. Hóast tað valla fellur teimum ríku kommununum væl, so slepst neyvan undan eini hvørji útjavningarskipan, um henda stóra broyting skal eydnast. Uttan útjavning fáa vit A og B kommunur og harvið A og B borgarar. Hesum kann einki landsstýri liva við. Hartil verður talan um blokkstuðul, ið ivaleyst verður eitt framstig, sum eitt nú fer at rudda upp í tí frumskógi av studningum, sum nú er torført at umsita. Sett verður kommissión, sum skal vera liðug á ólavsøku 2009. Hon skal fyrireika útjavning, blokkstuðulskipan og til at allýsa ábyrgdarøki, so sum eldraøkið, fólkaskúlan, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast kommunum at umsita. Yvirskipaða fortreytin er, at broytingarnar í kommunubygnaðinum skulu geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág. So langt so gott. Hinvegin er alt hetta ein politiskur spurningur og eitt sera viðkvæmt politiskt mál og tí kann tað undra, at hetta nú verður lagt til eina kommissión. Kommissiónir virka vanliga her sum aðrastaðir sum politiskar súltakrukkur, har trupul mál, sum ein illa torir at nema við, verða goymd. Málið um nýggjan kommunubygnað og útlegging av málsøkjum er so tugt og tannlað, at tað ikki skuldi verið neyðugt við nakrari kommissión. Hetta er eitt politiskt mál, altso eitt mál fyri politikkarar og ikki fyri serfrøðingar. Vandin, at málið dregur so langt út í valskeiðið, at eingin torir at nema tað, er stórur, og tí hevði verið skilabest at fingið alt lógarstøðið til vega skjótast og so latið smálutirnar og teknikkin til serfrøðina eftirfylgjandi. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Íbúgvarnar í Ísafirði vilja takka tykkum hjartaliga fyri ta stórsinni, tit vístu, tá ið Føroya Løgting gjørdi av, við fullum stuðuli frá øllum politisku flokkunum, at veita Íslendingum týdn­ ingarmiklan studning í fíggjarkreppuni, ið gongur sum brotasjógvur yvir íslendsku tjóðina. Samskiftini millum Ísafjørð og Føroyar byggja á langa søgu. Higar komu nógvar føroyskar sluppir fyrra partin av seinastu øld og samskiftini við Ísfirðing­ ar vóru góð. Árini 1950­ 1960 vóru Føroyingar stórur partur av manningini á eftirkrígs­trolurunum Ísborg og Sólborg frá Ísa­ fjørðinum og hildu soleiðis reiðaravirkjunum gangandi. Vit minnast tann dygga stuðul, ið Føroyingar veittu til uppbygging eftir eld­ gosið í Vestmannaoyggjun­ um í 1973, og við serligari tøkk minnast vit hjálpina frá Føroya fólki vegna uppbyggingina á Flateyri og Súðavík eftir ógvisligu skalvalopini 1995. Flateyri er nú partur av Ísafjarðar kommunu og Súðavík er okkara grannabygd. Harumframt hava íbúgvar á Ísafjørðinum upplivað serligan blíðskap, tá ið teir hava vitjað Før­ oyar. Vit vilja eisini takka Eivøru Pálsdóttur vitjanina til Ísafjarðar kommunu á páskum 2008. Øll eru vit errin av henni, bæði Íslendingar og Føroyingar. Góðu vinir. Verið altíð vælkomin til Ísafjarðar kommunu. Við ynskja tykkum og øllu Føroya fólki góða og eydnuríka framtíð. Góðu Føroyingar borgarstjóri, Vegna íbúgvarnar í Ísafirði HALLdóR HALLdóRSSoN TÍÐINDASKRIV Kjarnin: Móttøkan á Kongabrúnni er umskipað og umbygd og hevur fingið nýtt navn. Nýggja navnið er “Kjarn­ in”. Hetta skal lýsa, at sam­ stundis, sum hetta staðið er andlitið úteftir, so er tað eisini har, tú sum kundi og Tryggingarfelagið Føroyar møtast – í miðdeplinum. Kjarnin verður altíð mann­ aður við minst tveimum væl skikkaðum starvsfólkum, sum við síni tryggingar­ fakligu vitan skjótt og gott kunnu avgreiða mál ella beina teg víðari á rætta leið. Kjarnin skal eisini ímynda miðdepilin innan­ hýsis, har starvsfólk koma og møta tær sum kunda, um tú hevur tørv á einum longri práti. Serstøk fund­ arhøli verða gjørd til tess. Hetta er ein liður í mið­ vísa arbeiðnum hjá Trygg­ ingarfelagnum Føroyum seinasta árið at menna starvsfólk innan sølu­ og kundatænastu. Øll starvsfólk, sum hava kundasamband, hava somu­ leiðis fingið eina skipaða útbúgving, og arbeitt hevur verið við at seta orð á kjarnuvirði okkara. Hesi eru: Vilji til lønandi vøkstur – Vit virða heildina – Vit eru ágrýtin og nærløgd – Langtíðarhugsjón – Broytingarsinni Tryggingarfelagið Føroyar Kundatænastan í fokus hjá Tryggingarfelagnum Føroyum 45. partur Í trettanda kap. sær Jóhan­ nes eitt dýr koma upp úr havinum, tað er indentiskt við drekan í tóvta kapitli, hevur sjey høvd og tíggju horn. Hetta dýrið minnir um dýrini í dánielsbók. Hygg eftir í Dániel sjeynda kap. og samanlíkna við tað, sum stendur her. Dán­ iel sá fýra stór dýr koma upp úr havinum. Tað fyrsta líktist leyvu, tað annað líktist bjørn, tað triðja leo­ pardi og tað fjórða var ræðuligt at síggja, og tað hevði tíggju horn. Hetta, sum Jóhannes sær hevur hesi tíggju hornini, sum tað hjá Dániel, og síðani stendur, at tað líktist leo­ pardi, føtur tess vóru sum føtur bjarnar og muður tess sum leyvumuður. Í sama kapitli sær hann enn eitt dýr. Tað hevði tvey horn eins og lamb, og tað talaði sum dreki. Í fjúrtanda kap. lesa vit aftur um øðiligan dóm, óhugnaligan lestur. Men júst her lesa vit eisini um ein eingil, sum hevði ævigt evangelium at bera til øll, sum á jørðini búgva. Á tann troyst ið skriftirnar geva. Heimurin er dømdur til undirgang, tað svitast ikki. Men, sum tað stendur: Tí so elskaði Gud heim­ in, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Jóh. 3,16. Flýggja til krossin mín vinur áðrenn tað verður ovseint! Fimtandi kapitul sigur okkum, at sjey einglar gera seg til reiðar at fullføra dóm­ in yvir hendan heim. Og sekstandi kapitul sigur okk­ um, hvussu dómurin verður fullførdur. Men menniskj­ uni spotta Gud fyri pínur sínar og venda ikki við. Tey eru vorðin herd. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud RIcHARd dANIELSEN