Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 • 14. november 2008 Vikuskifti 13 Jógvan og aðrir. Skipini landaðu fiskin í bygdini og góvu nógv klippfiskaarbeiði. Hetta sæst eisini á øllum fiskastykkjunum í bygdini. Theodor var smádrongur undir fyrra heimsbardaga 1914-1918. Tá var nógv, sum ikki var at fáa. Tað var einki petroleum at fáa til lampurnar. Men tað var so heppið, at nógv voks rak inn á sandin, og hetta varð stoypt til kertuljós. Hann minnist eisini til, at heims-bardagin varð íblástur til, at dreingirnir spældu kríggj. Um hesa tíðina sigldi pápin út til Mykinesar við posti. Theodor var onkuntíð við. Hann minnist, hvussu fólk komu oman á støðna at forvitnast eftir tíðindum, serliga um tey ymisku skipini. Í Mykinesi frættu tey jú einki. Har vóru nógvir fiskimenn við ymiskum skipum, og tíðirnar vóru jú ótryggar. Skip vórðu jú skotin niður av týskarum. Tað gekk ikki væl í skúlanum hjá Theodor, tí hann var orð- blindur. Hetta fyribrigdi kendi eingin tá, og tí vórðu orðblind roknað fyri at vera sibbar. Til skips við deyðsiglara Tí longdist honum bert eftir at sleppa til skips, og hetta fór hann í 1923 við sluppini Fram úr Vestmanna. Tá var hann 14 ár. Tískil er Thedor ein av teimum fáu eftirlivandi føroyingum, sum hava upplivað deyðsiglaratíðina, hann var við deyðsiglara í fimm ár. Tað kann vera ringt at skilja hetta í dag, men hesi skip høvdu snøgt sagt onga útgerð av nøkr- um slag. Tann einasti munur millum tey og ørkina hjá Nóa var, at hesi skip høvdu segl. Provianturin var so einfaldur, sum hann kundi vera. Einasta rættuliga máltíðin á degnum var døgurðin. Hann var annan- hvønn dag fiskur og annanhvønn amerikanskt saltkjøt við ertum. Annars var tað bert keks við margarin á. Men her skuldi eisini sparast. Margarinið skuldi smyrjast á sløttu síðuni av keksini! Tað fekst eitt pund av keks um dagin, og býtt varð út til eina viku í senn. Viðskeri var eingin. Men avlopið av døgurðanum av saltkjøti varð goymt í beinkinum saman við keksini og varð brúkt til viðskera. Roynt varð at gera matin eitt sindur meira spennandi millum annað við keksasteik, har keksin varð molað niður í eina blanding av sukri og margarini og so steikt. Men hetta legði Theodor ikki so nógv í. Annað var at steikja kjálkar, men hetta kravdi feitt, sum heldur ikki var ov nógv av. Onkuntíð fingu teir kongafisk á snøri, sum teir flaktu. Hetta var eitt sindur forkunnugt. Flaktu á dekkinum Annars var tað tungt at vera við snøri, serliga á Eysturlandinum, har tað var so djúpt. Serliga tungt var hetta hjá teimum ungu, sum vóru fyrstu ferð burtur. Arbeiðsumstøðurnar vóru heldur ikki tær bestu at arbeiða fiskin. Tá ið Theodor fór til skips stóðu fiskimenn framvegis framyvir og flaktu fiskin niðri á dekkinum. Ljósið var fyrru tíðina bert ein lanterna. Seinni fingu teir karbid. So merkiligt var tað, at fiskimenn í nógv ár settu seg ímóti at fáa flekjiborð, hóast hetta lætti nógv um arbeiðið. Sjálvur plagdi Theodor at vera lastamaður. Fiskurin varð fyrst skrubbsaltaður á banjaranum. Nakrar dagar seinni varð hann rivin um og saltaður av nýggjum í krubbur. Í lastini var altíð myrkt. Arbeiðsljósið var kertuljós, sum varð sett í saltið. Tað mundi vera avmarkað hvat ljós hetta gav. Hesi árini Theodor var við slupp vóru sera vandamikil. Tað var javnan, at skip hvurvu við mann og mús. Hetta kom eisini at raka hansara ætt. Í 1934 gingu sluppirnar Nólsoy og Neptun burtur undir Íslandi við tilsamans 43 monnum. Tá misti mosturin Anna Elisabeth mannin Harald og synirnar Hjalmar og Arendal. Tað vóru nógvar slíkar sorgarsøgur. Hetta fara vit at koma aftur til í Miðvikinu, tá ið 75 ár eru liðin í mai síðan hesa vanlukku. Hava verið við sama skipi Vit báðir hava annars verið við sama skipi. Fór sjálvur í 1958 til á snelluveiðu til Íslands í sjálvdrátti við Báruni, sum trý ár framman- undan var keypt úr Vágunum, fyrst til Lorvíkar og síðan til Gøtu. Í Vágunum kallaðist hon Oscar. Men tað var hóast alt munur á. Báran hevði motor, ekkolodd, radio og maskinu, hóast hetta ikki ljóðar av nógvum í dag. Thedor var við Oscar í 1928, tá var hann smittaður av tuberklum. Fyrsta tekin um hetta var, at hann var farin í ritubátin at skjóta ritu til agn. Tá merkti hann, at okkurt brast. Hetta bleiv skiftivís verri og betri, men tá ið hann skuldi fara avstað komandi túrin, amal útróðrarmaður Rosa Samuelsen, landsstýriskvinna, handar blómur frá landsstýrinum Abbadøtur syngja Theodor saman við 5 av sínum 48 langabbabørnum ➘ Bátar í Sørvági flagga fyri føðingardagsbarninum