fríggjadagur 14. november 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 220 - 14. november 2008
Í sambandi við bygging av nýggjum skúladepli við Marknagil í Tórshavn bjóðar Landsverk við hesum áhugaðum
heildar ráðgevarum at biðja um undangóðkenning til at geva tilboð í avmarkaðari útbjóðing.
Um verkætlanina og útinning av hesari
kann upplýsast:
1. Byggiharri:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postboks 78
FO–110 Tórshavn
Teldupostadressa: lv@lv.fo
2. Útbjóðingarháttur:
Avmarkað útbjóðing, ið ikki er fevnd av út bjóðingar-
reglum í EU.
3. Lýsing av verkætlanini:
Avgerð er tikin um, at ein skúladepil skal byggjast við
Marknagil í Tórshavn. Skúladepilin skal hýsa virk semi-
num hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Tórs-
havn, Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handils-
skúla í Tórshavn.Mentamálaráðið er saman við Lands-
verki og teimum trimum skúlunum farið undir at fyri-
reika hesa bygging.
Skúladepilin við Marknagil verður karmur um framtíðar
sam skipanina og menningina av øllum mið náms-
útbúgvingunum í høvuðsstaðarøkinum. Depilin verður
skipaður við einari felags leiðslu.
Skúladepilin við Marknagil er størsta byggiverkætlanin
í føroyskari skúlasøgu. Nýggi skúladepilin skal byggjast
á einum øki tætt við Marknagil í Tórshavn. Verandi
bygningar hjá Føroya Handilsskúla, ið eru umleið 1800
m², kunnu takast við í samlaðu byggingina, og ynskt
verður, at møguleiki verður fyri eini framtíðar útbygging
av skúladeplinum. Sum útgangsstøði er samlaði
fíggjarkarmurin fyri verkætlanina 391 mió kr. uttan
mvg.
Uppgávan umfatar heildarráðgeving (arkitekta- og
verkfrøðingaráðgeving) í sambandi við gerð av verk-
ætlanar uppskoti, høvuðsverkætlan, útbjóðing, verk-
ætlanar uppfylging v.m. fyri byggingina.
4. Býti av arbeiðinum:
Tað er bert møguligt at bjóða upp á alla uppgávuna
sum heild.
5. Útbjóðingarháttur:
Millum umsøkjarnar, ið hava søkt um undan góð-
kenning, verða valdir 5, ið fáa innbjóðing til at lata inn
til boð. Sum partur av tilboðnum skal gerast eitt
skipanar uppskot fyri loysn av “torginum” og tilhoyrandi
virk semi. Samsýning verður ikki goldin fyri innkomin
tilboð.
Grundað á innkomnu tilboðini er ætlanin at velja í
mesta lagi 2 luttakarar, sum fáa innbjóðing til at vera
við í parallellari uppgávu (parallelt opdrag). Í sambandi
við parallellu uppgávuna verða hildnir eitt ávíst tal av
sam røðufundum (dialogmøder). Aftan á sam røðu-
fundir nar lata luttakararnir inn skipanaruppskot fyri
allan skúladepilin til endaliga døming.
Grundað á samrøðufundirnar og skipanaruppskotið
verður kosin ein vinnari av parallellu uppgávuni.
Tilboðs gevarin, ið luttekur í parallellu uppgávuni, men
ikki fær tillutað uppgávuna, fær eina samsýning áljóð-
andi kr. 200.000, uttan mvg, og fær skjalprógvað út-
legg endurgoldin.
6. Tíðarætlan:
Roknað verður við, at arbeiðið við verk ætlanar upp-
skoti num (prosjektuppskotinum) og høvuðs verk-
ætlanini (høvuðsprosjektinum) byrjar fyrst í november
2009, og at byggingin byrjar í november 2011.
7. Síðsta freist fyri umbøn um luttøku:
Mikudagin, tann 17. desember 2008 kl. 12.00.
8. Adressan, hagar umbønin skal sendast:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postboks 78
FO–110 Tórshavn
Teldupostadressa: lv@lv.fo
9. Nær útbjóðingartilfarið verður sent út:
Útbjóðingartilfarið verður væntandi sent út fyrst í
februar 2009.
10. Tíðarfreist fyri at lata inn tilboð:
Tíðar freistin verður ásett í útbjóðingartilfarinum og
verður væntandi í viku 17 2009.
11. Upplýsingar um fíggjarligu og
teknisku viðurskifti heildarráðgevans:
Fyri at sleppa upp í part við undangóðkenningini skulu
um søkjarar upplýsa, hvat teir sum heildarráðgevar
megna, fíggjarliga og tekniskt. Hetta verður gjørt við at
geva fylgjandi upplýsingar:
· Navn, bústað, cvr nr., telefon- og faksnummar og
teldupostadressu.
· Yvirlit yvir byggiverkætlanir, ið umsøkjarin hevur útint
seinastu 5 árini. Tað er bert møguligt at vísa til lidnar
verk ætlanir ella verkætlanir, sum eru í gerð. Fyri
hvørja verk ætlan skal upplýsast byggiharri, leiklutur
heildar ráð gevans, nær arbeiðið er byrjað, arbeiðs-
tøku kostnaður og kontaktpersónur.
· Úr yvirlitinum skulu veljast tær báðar mest við-
komandi verk ætlanirnar, sum umsøkjarin hevur útint.
Fyri báðar verk ætlanirnar skal fyriliggja ein ná grein-
ilig lýsing. Um tað er møguligt, kann umsøkjarin lata
byggi harra við mæli fyri hesar uppgávur. Í byggi harra-
við mælinum skulu vera upplýsingar um verk ætlanir-
nar, upplýsingar um leiklutin hjá umsøkjaranum og
meting frá byggi harra num um avrik umsøkjarans. Í
sam bandi við val av heildar ráðgeva tilskilar byggi-
harrin sær rætt til at seta seg í samband við teir
upp givnu kontaktpersónarnar.
· Váttan um miðaltal á starvsfólkum býtt yvir við kom-
andi fak bólkar, um møguligt, fyri seinastu 3 árini.
· Upp lýsingar um útbúgvingar og fakligar førleikar
annars hjá starvsfólkunum.
· Kunn leika til serlig føroysk viðurskifti, so sum veður-
lags viðurskifti, arbeiðsmarknaðarviðurskifti og lóg-
gávu og reglur, ið eru galdandi fyri slíka bygging v.m.
· Upp lýsingar um roknskapartøl fyri 3 tey seinastu
rokn skapar árini. Her undir netto umsetningur, úrslit
aftaná skatt og samlað ogn og skuld (eginogn), um
so er, at almanna kunngerð av hesum er lógarásett í
tí landi, haðani umsøkjarin er.
· Skjal prógv fyri viðkomandi ábyrgdartrygging.
· Trú- og heiðurs váttan um skuld til tað almenna sam-
bært lógaráseting í tí landi, haðani umsøkjarin er.
Um talan er um eitt toymi av ráðgevarum, ið samstarva
um at loysa uppgávuna, skal greitt upplýsast, hvør
heildar ráðgevarin í toyminum er. Um so er, at heildar-
ráðgevarin brúkar undirráðgevarar, skulu hesir eisini
lata inn omanfyri nevndu upplýsingar. Er umsøkjarin
ein felagsskapur (konsortium) av ráðgevarum, skal
felagsskapurin veita einum av luttakarunum fulltrú, ið
skuldarbindur allan felagsskapin, eins og byggiharrin
krevur samábyrgd.
Ein fortreyt er, at heildarráðgevarin setir manning í
Føroyum, meðan prosjekteringin fer fram. Hetta er at
skilja soleiðis, at í minsta lagi verkætlanarleiðarin skal
vera til staðar í Tórshavn í vanligari arbeiðstíð, meðan
prosjekteringin fer fram, og at lyklapersónar frá
ávikavist arkitekt-, konstruktións-, hvs- og el-ráð-
gevara vera til staðar í Tórshavn í vanligari arbeiðstíð,
meðan prosjekteringin av teimum ávísu greinunum fer
fram, og annars luttaka á viðkomandi fundum undir
allari prosjekteringini. At nevndu persónar eru í
Tórshavn, meðan prosjekteringin fer fram, er ein treyt
fyri tillutan av uppgávuni.
12. Metingarstøðið, ið er grundarlag
fyri tillutan av uppgávuni:
Fylgjandi viðurskifti verða tikin við í metingini av tí
einstaka tilboðnum:
· Skipanar uppskot av „torginum“.
· Sam sýningin til heildarráðgevaran
· Hvussu prosjekteringin verður framd
· Bygnaður og samarbeiði
Metingarstøðið verður nærri útgreinað í út bjóðingar-
tilfarinum.
13. Aðrar upplýsingar:
Lýsingin í sambandi við undangóðkenningina er orðað
á føroyskum og donskum máli. Eru ivamál í sambandi
við orðingarnar, er tann føroyski teksturin galdandi.
Kappingarmálið er føroyskt ella skandinaviskt. Hetta vil
siga, at undangóðkenningartilfarið skal vera á
føroyskum, donskum, svenskum ella norskum. Um-
søkjarar, ið ikki lúka hetta krav, verða ikki mettir, líka
mikið um lýsingarmálið hevur verið annað enn
kappingarmálið.
Undangóðkenningartilfarið skal latast í 2 eintøkum.
Nýggjur skúladepil við Marknagil
Undangóðkenning
UNDANGÓÐKENNING
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur
og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.