fríggjadagur 14. november 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 220 • 14. november 2008
BØKUR
S
íðst í februar í 2002 fær
ein alkoholiseraður íslend
skur rithøvundur, Einar Már
Guðmundsson, eitt bræv frá
einum fjeppara. Brævið er
frá einum fanga í fongslinum
LitlaHraun, narkomaninum
Einar Thor Jonsson, sum situr
inni fyri at hava selt rúsevni. Í
brævinum fortelur Einar Thor
millum annað, hvussu væl tað
hevur hjálpt honum í fongslinum
at lesa bøkurnar hjá Einar Már
Guðmundsson. Rithøvundurin
skrivar tó ongantíð aftur til unga
fangan og gloymir mest sum
alt um brævið. Til trý ár seinni,
tá teir báðir hittast av tilvild á
einum AA fundi. Stutt áðrenn
hevur Einar Már Guðmundsson
nevniliga verið í viðgerð fyri
rúsdrekkamisnýtslu, og roynir
hann nú at finna fótafesti í eini
nýggjari tilveru sum edrúur
rithøvundur.
Tá Einar Thor bjóðar Einar Már
Guðmundsson at síggja brøvini,
hann og unnustan, narkomanurin
Eva, skrivaðu til hvønnannan,
meðan hann sat í fongsli, tekur
rithøvundurin fegin ímóti. Mongu
kærleiksbrøvini verða hjartatátt
urin í hansara nýggju skaldsøgu
Rimlar hugans, sum kendi
íslendski rithøvundurin Einar Már
Guðmundsson lat av hondum í
fjør við heitinum Rimlar hugans.
H
andan hesar hugans rimar
hoyra vit nú tríggjar røddir,
sum sikksakkandi millum hvørja
aðra siga sína søgu úr misnýtslu
díkinum.
Inniligu kærleiksbrøvini millum
Einar Thor og Evu eru mest at
líkna við ein skreiðibana, har
upp og niðurtúrarnir endurspegla
misnýtslutilveruna. Desperat
royna tey at halda vónini hjá
hvørjum øðrum uppi, meðan tey
krøkja seg í felags vónina um
einaferð at vera saman aftur og
skapa sína egnu lítlu familju.
Meðan brøvini eru hjarta
tátturin í Rimlar hugans er hetta
eisini minst væleydnaði parturin
av bókini. Brøvini fylla snøgt sagt
ov nógv og flyta ov lítið í søguni.
Eisini tykist tað lítið sannførandi,
tá tey bæði mest sum byrja at
fortelja sína lívssøgu í brøvunum
á ein hátt, sum vistu tey als onki
um hvønn annan frammanundan.
Og tó ivaleyst er ein meining
við hesum, tí sum høvundurin
einaferð staðfestir um misnýtarar
"At siga søgur er okkara heili
vágur". Við øðrum orðum grípa
tey bæði kjansin at fortelja seg
sjálvi fram sum menniskju í
einum heimi, sum langt síðani er
hildin uppat at lurta eftir teimum.
Hóast tey bæði krúpa á botn
inum í samfelagnum, eru tey
í nógvar mátar munandi betri
fyri enn høvundurin, ið sum
frá líður byrjar at flætta sína
egnu misnýtslusøgu inn millum
brøvini. Her fáa vit søguna um
rithøvundan, ið legði heimin fyri
sínar føtur, men sum til endan
bara hevði whiskysjussin eftir at
tosa við. Sum heldur fyrilestur
á einum viðgerðarheimi um leik
lutin hjá rúsinum í bókmentum
og sum billar sær inn, at øll stór
list verður skapað í einum rúsi
ella við timburmonnnum. Til
hann sjálvur endar á viðgerðar
heiminum og má sanna, at meðan
Einar Thor sat handan rimarnar
í fongslinum, sat hann sjálvur
handan hugans rimar og royndi at
stýra nøkrum, hann langt síðani
hevði mist tamarhaldið á.
V
íst kunnu søgur, har "ólukku
ligurmisnýtariferí viðgerog
gersteittbetrimenniskja" vera
bæði sannar og hjartanemandi.
Men í skaldsøguhami verður
úrslitið ofta ein suppa av nalva
skoðandi sjálvsterapi, lyftum
peikifingrum og eyðsýndari søgu
gongd. Heilt snikkaleysur sleppur
Einar Már Guðmundsson heldur
ikki, tí ov long tíð gongur, til
Rimlar hugans gerst áhugaverd,
og eisini tykist søgan óneyðuga
lang. Hinvegin hevur hetta
eksperimentið hjá høvundanum
sínar avgjørdu styrkir, ið tengja
seg at bygnaðinum.
Bókin er skipað sum eitt
dramadokumentariskt flashback,
har tað kann vera ringt at skyna
á, hvat er veruleiki, og hvat
er fiktión. Og tað kann eisini
gera tað sama, tí tað er hvørki
sjálvbiografisku detaljurnar ella
pínligu avdúkingarnar, sum gera
Rimlar hugans áhugaverda.
Styrkin í bókini goymir seg
heldur í mátanum, ið frásøgu
hátturin verður ein ímynd av
syndraða lyndinum hjá misnýtar
anum. Her gevur gamla snildið,
at lata ein av høvuðspersónunum
í søguni hava sama navn sum
høvundurin, eina rættiliga ítøki
liga mynd av tí tvískinnaða trølli,
høvundurin er vorðin í royndini at
halda fast um lívslygnina.
At allar tríggjar søgurnar hartil
eru sagdar í egpersóni skapar
í løtum ein rættiliga intensan
framdrátt í søguni. Við byrjanina
av ymsu kapitlunum veit lesarin
nevniliga ongantíð, um hann nú
verður lyftur upp á eitt ljósareytt
skíggj av forelskilsi ella verður
fløktur inn í kriminella narkotika
umhvørvi ella bara skal niður at
sumpa í sjussum og øli saman við
einum innbilskum rithøvunda.
M
est hugtakandi er tó máls
ligi stílurin, ið sum altíð
hjá Einari Már Guðmundsson
javnvigar so fínt millum tað poet
iska og neyvar sosialrealistiskar
lýsingar. Ein sermerktur naivur
reinleiki eyðkennir myndamálið,
sum skapar ein tragikomisk
an tóna, ið rungar leingi í
høvdinum á lesararnum. Her
minnir Rimlar hugans nógv um
kendu skaldsøguna hjá høvund
anum, Alheimsins Einglar, har
sjálv frásøgnin tykist vera ein
krystalliserað mynd av einum
syndraðum heimi. Sum so ofta
hjá Guðmundsson er kjaftabreiða
reypið ein týðandi yvirlivingar
mekanisma hjá persónunum
til viðbreknu metaforarnir
koma krúpani og hótta við at
rykkja teppi undan skroypiligu
lívslygnini. Hesuferð eydnast tað.
Úr misnýtsludíkinum
Hóast frásøgnin tykist óneyðuga drúgv, eydnast tað Einar Már Guðmundsson at siga eina
poetiska og klóka søgu úr misnýtsludíkinum í skaldsøguni Rimlar hugans
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Frásøguhátturin er stóra styrkin í lýsingini av misnýtslutilveruni í skaldsøguni "Rimlar hugans" eftir íslendska
rithøvundan Einar Már Guðmundsson
Brot úr
skald
søguni:
Tú ert í ferð við at lesa
"Hugans rimar ein
kærleikssøga", nýggjasta
skaldsøgan hjá Einar Már
Guðmundsson. Eins og í
øllum mínum skaldsøgum
taki eg mítt tilfar úr veruleik
anum. Eg byggi á hendingar.
Legg merki til, at eg
ikki sigi sannar hendingar,
tí orðið satt kann vera
ivasamt, ikki minst tá tað
snýr seg um hendingar.
Og tó er tað eitt orð.
Eg verði ofta spurdur, tá
eg tosi um mínar bøkur:
"Er hetta sannleiki ella
heilaspuni?"
Einaferð lat eg hetta
ganga mær uppá nervarnar,
men so segði mamma mín:
"Tú skalt bara siga, at tað
er sannur heilaspuni"
Rimlar hugans, s. 151
(leysliga týtt, blaðkv.)
Rimlar hugans – ástarsaga (á donskum:
Sindets tremmer – en kærlighedshistorie)
Vindrose, 2008