Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 220 - 14. november 2008 tíðindi Føroya musikkskúla­ lærarafelag heiðraði í dag trimum av teimum, ið hava verið við til at gera symfoni­ orkestrið til tað tað er í dag. Alex Sólstein, Bogi Lützen og Kanny Sambleben fingu lógvabrestir og gávur Heiðran Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Í ár eru 25 ár síðan Føroya Symfoniorkestur varð sett á stovn og í hesum sambandi vóru tveir klaksvíksingar, Alex Sólstein og Bogi Lützen, ið vóru við til at fáa fyrstu konsertina upp á beinini, og Kanny Samble­ ben úr Noreg, ið var annar av stigtakarunum til stovn­ anina, heiðraðir. Tað var í sambandi við at Norðurlandahúsið lat upp, at hugskotið til at stovna eitt symfoni orkestur kom. Kanny Sambleben og Magne Synnevåg vóru teir, ið upprunaliga komu við hugskotinum. Magne Synnevåg býr í dag í heim­ landinum Noreg. Kanny Sambleben greiddi frá hvussu hugskotið var komið til teirra, ­ Norðurlandahúsið var júst latið upp, og tað var eitt upplagt stað at spæla stórar konsertir. Meðan vit koyrdu ein dagin, kom hugskotið til okkum báðar, og vit avgjørdu at royna at finna tónleikarar. Komið langa leið Teir báðir Bogi Lützen og Alex Sólstein vórðu heiðr­ arðir fyri dyggan, trúvan og áhaldandi stuðul til orkest­ urvirksemið, báðir hava verið við frá tí fyrstu kon­ sertini, ið symfoniorkestrið spældi. Fyrstu konsertina lat Bogi Lützen upp og stjórnaði ein part av. ­ Tað hevur verið ein øgilig broyting í orkestri­ num, síðan tað var stovnað. Tað er farið frá at vera eitt amatør orkestur, til at vera á heilt høgum støði í dag. Danskir tónleikarar hava verið við til hesa menning­ ina, sigur hann. Bogi Lützen dirigeraði orkestrinum í nøkur ár, síðan tað hava onnur verið á tí staðnum. Av teimum umleið 77 konsertunum, ið Føroya Symfoniorkestur hevur spælt stjórnaði hann fimm tær fyrstu. Hann metir, at gjøgnum tíðirnar hevur symfoni­ orkestrið havt stóran týdning fyri tónleikalívið í Føroyum og fyri lærararnar á musikkskúlanum. ­ At lærararnir sleppa at spæla og vera fyrimyndir hjá næmingunum, hevur stóran týdning og er stuttligt fyri teir, tá næmingarnir leggja merki til teir, sigur Bogi Lützen. Hansara ynski um fram­ tíðina hjá orkestrinum er, at tað skuldi gerast ein partur av arbeiðinum hjá musikk­ skúlalærarum, soleiðis at teir eru sjálvskrivaðir inn í orkestrið, við starvssetan. Tríggir gamlir tónleikarar heiðraðir Alex Sólstein (vm), Kanny Sambleben (m) og Bogi Lützen (hm) vóru í dag heiðraðir fyri teirra arbeiði í og við Føroya Symfoniorkestri Mynd: Jens Kristian Vang Konsert: Føroya Symfoniorkestur hevur jóla­ og familju­ konsertir 6. og 7. desemb­ ur. Fyrra konsertin verð­ ur í Runavík og seinna í Havn. Á skránni verður hugna­ ligur jólatónleikur við orkestrinum og eitt kór á 150 børn verður eisini at hoyra. Arthur Johansen borgarstjóri á Strondum Nývalda kommunustýrið á Strondum hevur nú skipað seg við Arthuri Johansen (myndin) sum borgarstjóra. Hann fekk eisini flestar atkvøð­ ur á valinum týsdagin. Varaborgarstjóri er Pole J. Hansen. Borgar­ stjórin í Sjóvar kommunu er eisini formaður í fíggjarnevndini. Hinir nevndirnar skipaðu seg soleiðis við formonnum: Tekniska nevnd: Tummas Eli H. Joensen; Trivnaðarnevnd: Bettina Christiansen; Vinnunevnd: Sonni Johansen; Bygginevnd: Pól Jákup Poulsen. Felags samgonga í Sørvági Sune Jacobsen verður nýggjur borgarstjóri í Sørvágs kommunu og Jóhan F. á Ørg varaborgarstjóri. Vágaportalurin skrivar, at bygdaráðið skipaði seg soleiðis á fundi í gjárkvøldið. Við valið vóru tríggir listar. Størstu gjørdist listi B, og sambært einum av bygdaráðslimunum úr hesum listanum, Herálvi Jacobsen eru tey vælnøgd við býtið av nevndarsessum, hóast bæði formað­ urin og næstformaðurin eru úr lista A, skrivar Vágaportalurin. Sunleif Rasmussen stillaði ikki upp til seinasta nevndarval hjá Føroya Musikk­ skúlalærarafelag. Hann hevur sitið í nevndini í sjey ár og kundi vísa á nógv tung mál, ið hava verið uppi og vent Tónleikur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Eftir at hava sitið í nevndini í Føroya Musikkskúlalær­ arafelag í sjey ár, metir Sun­ leif Rasmussen seg hava tænt sína tíð. Hann stillaði ikki upp til seinasta nevnd­ arval og nýggjur limur er Sámal Petersen. Sunleif Rasmussen legði sostatt frá sær við góðari samvitsku, tí hann hevur barst við fleiri tung mál, ­ Í 2004 gloymdi Menta­ málaráðið lønarhækkanina á fíggjarætlanini, so tað var upp á tal at koyra lærarar fyri at fáa endarnar at røkka saman, men hetta varð av ongum, tí tað eydnaðist okkum at savna 8.000 undirskriftir uppá lítla og onga tíð, greiðir hann frá. Árið eftir í 2005 kom sokallaða »Tímapengamál­ ið« fram. Lærararnir fingu pening fyri at ferðast mill­ um skúlarnar, og tað varð avgjørt av Mentamálaráð­ num at strika hesar pengar. Orsøkin var, at ávísir lærarar misnýttu skipanina, men hesir starvast ikki í Føroyum longur, leggur Sunleif Rasmussen afturat. Málið hevur verið uppi og vent í heilum síðan tað kom fram, tí Musikklærara­ felagið hevur noktað at skriva undir sáttmálan, ið ikki longur veitir tímapengar fyri ferðing. ­ Men fyri góðum hálvum ári síðan varð málið skotið fyri fasta gerðarættin og samstundis skrivaði eg eitt bræv til til táverandi land­ stýrismann í fíggjarmálum. Hvat tað var sum riggaði, veit eg ikki, men felagið varð kallað inn á fund. Eitt tvey ára gamalt uppskot varð lagt fram, og nú er sáttmálin undirskrivaður, sum gevur lærarunum av­ spáking ístaðin fyri pening fyri at ferðast, greiðir Sunleif Rasmussen frá. ­ Hetta eru tvey mál, har Mentamálaráðið, ið eg vildi mett, ynskir tað besta fyri musikkskúlalærarar, hevur nýtt miðaldrar framferðar­ háttir at forða fyri at virk­ semið skal rigga. Eg vóni at hetta ikki endurtekur seg, sigur Sunleif Rasmussen at enda. - Havi tænt mína tíð Sunleif Rasmussen hevur lagt sín nevndarsess og formanssess frá sær, tí hann metir at hann hevur tænt sína tíð Mynd: Jesn Kristian Vang