fríggjadagur 14. november 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • 14. november 2008
Vikuskifti
4
Í
summar var undirritaði so
heppin at fáa møguleika at
ferðast við toki úr Hamburg suður
til býin Verona í Norðuritalia. Vit
fóru úr Hamburg kl 14 seinna
partin og løgdu leiðina gjøgnum
vestara part av Týsklandi. Tað er
kveikjandi og ómakaleyst soleiðis
at verða borin, sum áskoðari,
gjøgnum eitt søgu og mentanar
ríkt landslag. Sum heimurin ger
seg til at aksla sína skýmingar
kápu, eygleiðir tú býir, akrar, neyt
á biti, skiftandi byggistíl. Har
flýtur áin Rín, høvdar og berg
varpa alsamt meira tognandi
skuggar, og meðan mánin kagar
fram, heldur tú teg hóma Lorelei,
dagandi móti rekandi skýggjum,
við gullspenni og tølandi sangi.
Staðarnøvn, sum daga á
skeltum í býum ella á tokstøðum,
eiga, við teirra farmi av mentanar
ligum tilsipingum, altíð eina
serliga hugvíðkandi megi. Býir
sum Münster og Osnabrück lýsa
ímóti einum í skýmingini. Ein
hugsar um Jan Mathijs og Jan
Bockelson og teirra stokkuta
túsundáraríki ella um tann
westfalska friðin, har arbeiðið
hjá Richelieu kardinali í øllum
lutum dugnaligari, meira vitandi
og framskygdari enn nútíðar
imperiiskaparar bleiv tann
grund, sum eitt nýtt Europa, aftan
á tríatiárakríggið, skuldi byggja á.
Í
Osnabrück, við bispasæti
stovnaðum av Karlamagnusi,
romanskari dómkirkju, gotiskum
ráðhúsi og ríkum stál og mál
mídnaði, búgva eini 160.000 fólk.
Býurin er bókmentaliga áhuga
verdur m.a. av teirri grund, at her
var rithøvundurin Erich Maria
Remarque, 18981970, føddur.
Remarque var í mínum ungdómi
eitt ógvuliga kent navn. Summi
høvdu lisið skaldsøgur sum Triumf
bogan, 1945, ella Tann svarta
obeliskin, 1956, men kendast var
bókin Im Westen nichts Neues,
1929, sum eisini í dag verður
lisin, bæði sum bókmentaligt verk
og sum kelda til kunnleika um
tilveruna í skotgrøvunum undir
fyrra heimsbardaga. Speisemið
í bókarheitinum var tá í okkara
huga vanliga sett í samband
við eitt annað tiltak, Alt kvirt í
Shipkaskarðinum, sum fjarritað
varð av hesum leiðum í 1877,
meðan bulgarar og russarar stóðu
í blóðugum bardaga móti turkum.
At Remarque ikki er heilt
gloymdur, heldur ikki á okkara
leiðum, gjørdist greitt í fjør, tá ið
skaldsøgan Náttin í Lissabon (á
týskum: Die Nacht von Lissabon),
kom út á forlagnum Orðum og
Løgum, í týðing eftir Ásu Højgaard
Ellefsen. Henda bókin, upprunaliga
útkomin í 1962, er í sínum tema
tikki knýtt at nazismuni, øðrum
heimsbardaga og teirri heim
leysu tilveruni hjá europeiskum
emigrantum hesi árini.
B
ókin hevur eina óvanliga
søgugongd. Ein týskari,
sum hevur sitið í kzlegu og er
píndur har, men sum er sloppin
til rýmingar og býr í París, ger av
at sníkja seg inn aftur í landið,
haðani hann er flýddur. Hann
kemur í loyndum til Osnabrück,
fær samband við konu sína, sum
býr har, og tey flýggja síðani
vesturum aftur, koma til Sveits og
haðani til París. Rýmingin er ikki
ótrupul, tí í fyrsta lagi hava tey
ein Gestapomann í hølunum, og
í øðrum lagi verður Frakland, eftir
tann skjóta týska sigurin í 1940,
býtt sundur í eitt øki undir týskum
valdi og eitt annað umráði, tað
sonevnda VichyFrakland, undir
meira ella minni týskvinarligum,
fronskum myndugleika.
Náttin í Lissabon er skrivað í
einum heldur knøppum stíli, ið er
fullur av fyndugum, lýriskum ella
paradokskendum hugleiðingum
um tilveruna, menniskjuni,
minnið, kærleikan og deyðan.
Fyri lesaran upplivist tað, sum
fer bókin fram í tveimum løgum
ella fláum í senn, øðrumegin
tí søguliga og politiskt merktu
samtíðini, har nazisma, bardagi
og emigrantanna sperda leitan
eftir ferðaseðlum, passum, visum
og pengum hava alt at siga, og
hinumegin tí – næstan platonskt
dæmda – andaliga ríkinum, har
tað, sum bretar rópa eternal
verities, er á dagsskránni.
Tann fyrra flógvin hevur við
sær, at skaldsøgan verður alsamt
meira spennandi, og í stíli meira
stuttorðað og hastandi, longur vit
koma í henni, tann seinna flógvin
ger hana alsamt meira grípandi.
Hóast teir báðir jagstraðu høvuðs
persónarnir noyðast at glímast
við sera ítøkiligar meinbogar, er
tað samstundis, sum flyta teir
seg meira og meira út úr tíðini.
Henda næstan festliga óveru
leikakenslan kemur í hæddina, tá
tey bæði í nakrar dagar lívbjarga
sær á einum tómum slotti í
Suðurfraklandi, á ein hátt stødd
“handan verøld og heim”, har tey
lata seg í grýlubúna, drekka vín,
dansa, filosofera og elska.
H
enda skaldsøgan hevur eftir
mínum tykki uppiborið at
fáa nógvar lesarar. Tað tykist
eisini greitt, at hon hevði hóskað
væl til upplestur ella til evni í
næmingauppgávum. Av somu
orsøk havi eg ikki hug at avdúka
meira um sjálva søgugongdina.
Men eg kann nevna, at egpersón
urin í skaldsøguni eitt skifti situr
í tí illa gitnu fronsku kzleguni Le
Vernet. Í essaysavninum The Yogi
and the Commissar, bókini sum
var við til at gera, at Múrurin fall
í 1989, greiðir Arthur Koestler,
samtíðarmaður (og kenningur)
hjá Remarque, frá tilveruni í Le
Vernet, í greinini, hann rópar
“Heimsins útskot”.
Náttin í Lissabon hevði ikki
verið tað lesiupplivilsi hon er,
um týðingin ikki var vandaliga
gjørd. Vit føringar nema vanliga
við henda partin av slíkum
verkum, av teirri einføldu grund,
at eingin enn hevur megnað at
orðað okkum ein málnorm. Og
tó liggur lykilin til ein slíkan
norm – ta smidligu miðkósina,
beint yvir talumálinum dygst
fyri okkara fótum, í tekstum eftir
stílmeistarar sum Hammers
haimb, Mikkjal á Ryggi, Jóhonnu
Mariu Skylv Hansen, Rikard
Long og Bjarna Niclasen. Henda
umsetingin er góð og í støðum
framúr væl úr hondum greidd.
Hon hevði verið uppaftur betri,
um orð sum “føla” og “lukta”
(neyðug undir liðini á “kenna” og
“rúka”) vórðu brúkt nakað oftari,
og um kenniorðssyntaksur varð,
ikki bara sum her lutvís brúktur,
men fullførdur í bókini.
S
kaldsøgan er bygd upp sum
frásøgn, søgd eftir einari
nátt í Lissabon, beint áðrenn
ferðaskipið fer til USA, sum tá
var frælsisins lovaða land. Bókin
lýkur sostatt í síni uttanrammu
tey klassisku krøvini um staðsins
og tíðarinnar eind.
Tað er tó meira áhugavert,
at bókin ikki fyrst og fremst er
ein politisk skaldsøga, og at
forteljarin og egpersónurin ikki
er høvuðspersónur í bókini. Hetja
í skaldsøguni er kona forteljarans,
Helen, sum stígur fram í einum
serligum bæði berum og hjarta
grípandi ljósi. Vit fáa einki at
vita um hennara bakgrund, fortíð
ella ævisøgu. Hon kemur ímóti
okkum, ein næstan anoným vera
uttan úr myrkursins ríki, við síni
døkku vitan, ógloymandi ímyndað,
sveipt í ta glæmu, sum Paulus, ið
á sín hátt eisini var skald, kallar
fram í trettanda kapitli í Fyrra
Korintbrævi.
Náttin í Lissabon er við øðrum
orðum ein kærleikssøga, har
tilverunnar gálgafreistur bara kann
dýpa ta intensu lívskensluna. Upp
við tekstin loðar eitt merkiligt lýsi,
ein tilverufatan, sum fær smálutir,
følilsir, ljósferð og náttúru – tað,
sum Wallace Stevens kallar
“gusty emotions on wet roads on
autumn nights” – at hanga eitt bil
í luftini, drálandi, við einum anga
av ævinleika.
Náttin í Lissabon eftir Erich Maria Remarque er bæði ein vælskrivað politisk
samtíðarlýsing og ein grípandi tekstur um kærleika
Bókin "Náttin í Lissabon" eftir Erich Maria Remarque kom út í 1962 og er í
sínum tematikki knýtt at nazismuni, øðrum heimsbardaga og teirri heimleysu
tilveruni hjá europeiskum emigrantum hesi árini
Ummæli
Hanus Kamban
BØKUR
Grípandi kærleikssøga
Náttin í Lissabon. Ása Højgaard Ellefsen
týddi úr týskum. Prent Narayana Press.
Orð og Løg 2007.