Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 220 - 14. november 2008 Mangur situr uttan iva spyrjandi um, hví slitnaði samstarvið millum Vág- Porkeri og hinar kommun- urnar í Suðuroy. Fyri at lýsa hesum, vil undirritaði eftur bestu sannføring geva eina lýsing av hesum. Tað stóð fyri framman, at endurnýggja sáttmálan komandi 4 árini. Undir- ritaði, ið er formaður fyri b arnaverndarsamstarvinum, heitti tí á barnaverndar- leiðaran, um at geva okkum eina frágreiðing, um hvussu barnaverndar- samstarvið hevði fungerað hesi 3 árini, samstarvið hevði verið. Barnaverndarleiðarin gav okkum í juni mánaði eina frágreiðing um barnavernd- arsamstarvið, undirritaði kannaði beinanvegin, um møguleiki varð at viðgerða frágreiðingina undan summarferiuni, men frá- greiðingin kom so seint í juni, at fólk vóru byrjaði upp á summarferiuna. Undirritaði kannaði so, nær best lá fyri hjá fólki, at koma saman fyri at við- gerða frágreiðingina, hettar lat seg ikki gera fyrrenn í september. Fundur varð tí avtalaður í septembur, við tí eina máli, at viðgerða frágreiðingina. Vikuna áðrenn fundin vóru boð við áminning um fund, givin av barnaverndar- leiðaranum. Allar komm- unur møttu til fundin uttan Tvøroyrar kommuna og Fámjins kommuna. Til henda fund gjørdu vit Porkeri/ Vágur, vart við at vit vóru sera ónøgd við ymiskt í frágreiðingini. Vit vístu eisini á, at sumt var í frágreiðingini, sum als ikki hoyrdi heima har, hettar var alt bagatellisera av barnaverndar leiðaranum. Vit tóku fundin uppaftur ein mánað seinni, fyri at koma nærri ársfrágreið- ingini. Í ársfrágreiðingini stóð at lesa, at samstarvið hjá barnaverndarumsiting- ini við allar stovnar var sera gott, hesum høvdu vit frænir um, at tað als ikki passaði. Vit kallaðu tí allar stovnar í Vágs/Porkeris kommunum (uttan barna- garðin, har leiðarin var burturstaddur) inn til fund- ar, har greitt var frá, at vit sótu fyri, at viðgerða barna- verndarsamstarvið sum vit skuldu til at endurnýggja, og í hesum sambandi ynsktu vit, at frætta hvat var gott og um okkurt var sum tey ynsktu, at fáa betra. Úrslitið av fundinum var sera negativt, har øll høvdu negativar viðmerk- ingar, ja so negativar, at als einki álit var millum stovns- leiðarar og barnaverndar- leiðaran. Formaðurin í barnaverndini, sum var við á fundinum var sera skelk- að av upplýsingunum. Úrslitið av fundinum var, at vit Vágur/Porkeri ynsktu, at hinar kommun- urnar saman við okkum søgdu barnaverndarleið- aran úr starvið og at barna- verndarumsitingin varð løgd út um skrivstovuna hjá Tvøroyrar býráð. Vit ynsktu at kommunurnar svaraðu okkum aftur. Tvøroyrar kommuna svaraði aftur, at tey høvdu fult álit á barnaverndar- leiðaranum og at tey ikki høvdu ætlanir um at leggja barnaverndarumsitingina út um býráðsskrivtovuna. Fámjins kommuna svaraði munnlig aftur, at tey høvdu ikki trupulleikar, við sam- starvinum. So vítt eg veit, hava hinar kommunurnar ikki svara aftur. Vit sum politikkarir í Porkeri/Vágur, skulu altíð veita borgarunum okkara bestu tænastu. Tað kundu vit ikki í hesum føri, tí valdu vit at siga barnavernd- arsamstarvið upp. Og vilja vit ístaðin stovna okkara egnu barnaverndartænastu, har vit veita brúkarunum og avvarðandi bestu tænastu. Og tað eru vit sannførd um, at vit megna, við teimum ætlanum vit hava. Hettar er so skriva í bestu sannføring og uttan at seta niður á nakran, í dagbløðunum hava vit sæ, at formaðurin í barnavernd- ini, sigur at samstarvið í barnaverndini, hevur verið sera gott og tað ivist eg onga løtu í, at so er. Men tað er ikki tað, ið málið snýr seg um, men hinvegin tænastan til okkara. Vit Vágur rindar sum er, góða millión fyri hesa tænast- una, sum stovnsleiðarar okkara ikki kunnu nýta. Vinarliga, við kvøðu um eitt gott væl til øll sum stilla upp í oynni. Og somuleiðis tøkk til øll, sum hava stuðla meg í býráðsarbeiðinum hesi ár, eg havi verið virkin. Gud signi tykkum øll og føði- land okkara. Barnaverndarsamstarvið í Suðuroy formaður sosialunevnd Sølvi AndreASen Ein heilsan til landsfund Javnaðarfloksins, sum er í Klaksvík um vikuskifti Síðani síðsta landsfund hava verið ymiskar polit- iskar rembingar verið, og frá at hava løgmann hevur flokkurin nú fingið sera týdningarmikla landsstýris- mannin í fíggjarmálum. Umframt hendan sessin hevur flokkurin eisini landsstýriskonuna í menta- málum og landsstýris- mannin í heilsumálum. Hesin síðst nevndi sess- urin hevði eg persónliga ynskt var skiftur um við almannamál, tí tað á júst hesum økinum hava vit so nógv at verja og berjast fyri. Vit vita, at hetta øki hevur verið væl røkt av Hans Paula, og at hann hevur brent fyri sakini, men eitt sindur óvart var tað at hoyra, at almanna- málini ikki fingið ta rúmd í síðstu løgmansrøðini, sum tey høvdu uppiborið. Eg ivist tó ikki í, at Rósa fer væl um almanna- málini og hevur eitt hjarta sum brennir fyri tí. Nøkur grá skýggj reka yvir oyggjarnar í hesum døgum, serliga fyri sunnan og fyri norðan. Eg haldi tað hevði verið skilagott, at stig vóru tikin til, at rætta teimum eina hond, soleiðis at m.a. suðringar og norð- ingar høvdu møguleikar fyri at gera íløgur í teirra øki. Týdningarmikið er, at hóttafall ikki spjaðir seg og ger tað óliviligt á hesum plássum. Í hesum sambandi skal nevnast, at eg haldi lítið um seinastu uppsagnirnar av starvsfólki á góðum arbeiðsplássum, bæði í næststørstu kommununi og á stórum ”privatum” ar- beiðsplássum. Síggja vit burtur frá kommununi, so vita vit, at hesar fyritøkur eru væl fyri fíggjarliga, men her er sum við so nógvum øðrum, at tað hevur størri týdning at lata eigarum síðani størri vinn- ingsbýti enn at taka sam- felagslig atlit. Hetta er tað tey kallað fyri rationali- sering og onnur líknandi gandaorð. Tey sum missa starvið eru sum oftast tey, sum kunnu hava ringastu møguleikarnar fyri at fáa annað arbeiði. Eg havi ongantíð verið so neiligur yvir fyri bjarg- ingarætlan landsstýrisins av Smyril Line, tí tað er nú at tað almenna má meta um okkara farleiðir til onn- ur lond. Slíkar bjargingar- ætlanir hava verið gjørdar fyrr bæði av Smyril Line og Atlantsflog, og í báðum førum hava ætlanirnar eydnast til fulnar. Í orða- skiftinum um hendan spurning var m.a. sagt, at um so var at Norrøna fór av landinum, so vóru aðrir áhugaðir klárir at taka yvir. Eg veit ikki, um tað er so, men eg undrist yvir, at um prísurin fyri at bjarga Smyril Line var um seksti milliónir, hví so hesir ílegg- arnir so ikki bara bjóðaðu seg fram og yvirtóku Smyril Line? Eg haldi somuleiðis, at útrættaða hondin til íslend- ska fólkið frá landsstýri- num, við løgmanni á odda var stórsinni og ógvuliga skilagott avstaðfarið. Tað var sera væl hugsað, og ongin ivi er um, at virði í hesum er meiri vert enn pengarnir. Javnaðarflokkurin – og í hesum førinum - við borg- arstjóranum í Tórshavnar kommunu á odda, setti veruliga hvøkk í. Við góðum felagsskapi og við góðari hjálp frá Suður- streymoyar Javnaðarfelag eru nú ikki færri enn fimm fólk – tríggjar kvinnur og tveir menn – sum mynda flokkin í býráðnum. Vit kunnu saktans verða nøgd. Eg ynski tykkum ein góðan landsfund. Ongin fer væl av at annar fer illa Jákup dAnielSen Ja, nú er ein onnur tíð. Ein tíð við stúran og ótta. Ein tíð, sera ólík flest øðrum tíðarskeiðum í nýggjari tíð. Menniskjur í hópatali - ið gjøgnum fleiri ártíggjur hava gjørt eitt dygdargott arbeiði - verða søgd úr starvi uppá standandi fót, ella við uppsagnartíð uppá nakrar mánaðar. Vit kunnu taka úr rúgvuni: • Starvsfólk á Strandfara- skipum landsins. • Starvsfólk á Postverki Føroya. • Starvsfólk á Føroya tele. • Starvsfólk í Føroya Banka. • Starvsfólk í Klaksvíkar kommunu og so framvegis. Og júst í skrivandi løtu skuldi løgtingið fara undir viðgerð av umsókn frá Smyril Line um stuðul uppá 30 milliónir krónir til Norrønu, sum er í fíggjar- ligari trongstøðu. Men tá viðgerðin byrjaði í løgtinginum kl. níggju um kvøldið, trein ein løg- tingslimur á røðarapallin og nýtti so gott sum alla talutíð sína at viðgera lands- stýrismannin Jóhan Dahl. Og eg, sum væntaði eina umrøðu av tingmálinum um stuðul til Norrønu og einans fekk eina heldur ódámliga og óhóskandi umrøðu av landsstýris- manninum Jóhan Dahl í útvið einum hálvum tíma í staðin, sløkti fyri lurtitóli- num og fór til songar við bøn og ynski um, at meiri- luti kundi fáast fyri at veita Smyril Line hesa neyðugu peningaupphædd. Tá eg so morgunin eftir fekk at hoyra, at umsóknin var játtað, gjørdist eg sera glaður, ikki minst vegna tess, at so var ikki neyðugt at siga tey umleið 200 starvsfólkini úr starvinum. Føroyar hava júst veitt Íslandi - sum eisini er í stórum fíggjarligum trupul- leikum - eina hjálpandi hond við eini peningaupp- hædd uppá 300 miljónir krónir og er hetta bæði rætt og gott. Men hava vit ráð at veita Íslandi hesar 300 millión- irnar - og tað hava vit - so hava vit eisini ráð at veita einum so stórum arbeiðs- plássi sum Smyril Line og Norrønu 30 milliónir krónir. Jú, nú er ein onnur tíð og eingin kann klára seg einsamallan í dag - hvørki einstaklingar, kommunur ella einstøk lond. Donsku kommunurnar byrjaðu fyri tíð síðani at leggja saman í stórar eindir, til tess at fáa fíggjarliga orku til peninga- krevjandi uppgávur og nú eru føroysku kommunurnar farnar undir líknandi samanlegging í størri eindir, so ráð kann vera at útbyggja skúlaverkið, heilsuverkið, sosialu út- byggingina og so fram- vegis. Føroysku kommun- urnar, sum upprunaliga vóru um 50 í tali, eru nú minkaðar til umleið 30 ella kanska væl tað. Miðað vóru fram ímóti, at komm- unurnar skulu minkast til sjey ella níggju. Hetta var um broytingina innan kommunurnar, men hvussu við teim einstøku londunum. Taka vit Ísland sum dømi, so er landið komið í fíggjarligan brotasjógv, so tað stendur eftir. Og tað skal vera okkara vón, at landið reisir seg aftur, og at betri tíðir koma aftur, bæði fyri land og fólk. Men tað tykist, sum ein ávísur røringur er komin millum íslandska fólkið. Fyri nøkrum døgum síðani var ein kanning gjørd millum íslendska fólkið. Kanningin vísti, at triðji hvør íslendingur hevði umhugsað at flyta av landinum. Kanningin vísti eisini, at helmingurin av teimum ungu millum 16 og 24 ár eisini umhugsaðu at flyta av landinum. Ein onnur kanning vísti, at um 70% av íslendska fólkinum vildu, at íslend- ska krónan varð umbýtt við evruna, og at landið skuldi søkja um limaskap í ES. Men hvussu við okkara egna landi - Føroyar. Tað er ein óreingiligur veruleiki, at teir 4 full- veldisflokkarnir - Tjóð- veldisflokkurin, Fólka- flokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin við samtykt hava skorið blokk- in so meint í einum, at um henda samtykt ikki var framd, so hevði landið verið umleið 3 milliardir krónir ríkari og kundi hesin peningur verið nýttur til útbygging av samfelag- num ella sum uppsparing til niðurgangstíðir, sum til dømis núverandi støða, har peningatrot er veruleiki í so mongum heimum og virkisfeløgum. Nú veit eingin, hvussu langt á fullveldisleið full- veldisflokkarnir høvdu farið, um ætlaða fólka- atkvøðan varð framd fyrst í hesi øldini, og loysingin hevði meirilutan. Men tað fer kalt niður eftir ryggin- um við at hugsa um, hvussu ein møgulig før- oysk króna hevði klárað seg í núverandi kreppu. Ein onnur tíð Símun pAuli JAcobSen viðmerkingar