fríggjadagur 14. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • 14. november 2006
inngangur
Í dag vitjar Grams heimin av
pinku-verum, mikroorgan-
ismurnar. Oftani knýta vit hesar
verur, - bakteriur og soppar
(og virus) til sjúkur, men vit
hava hug at gloyma, at tær
viðhvørt eisini hjálpa okkum.
Beinleiðis í sodningarlagnum
(t.d. í mjólkasýru-bakterium) og
sum óbeinleiðis smakkgevari
í matvørum (eitt nú í ræsingini).
Ger-slagið Saccharomyces
cerevisiae kenna vit frá øl-
brygging. Nýggj bjór frá Føroya
Bjór verður ummæld í dag.
Lactobacillur og bifido-bak-
teriur, ið hava probiotiskar
eginleikar kenna vit frá mjólka-
úrdráttum. Súrrómi verður um-
mældur í Matummælinum.
Forsíðan á Grams í dag vísir
undirritaði við høvdinum niður
í tunnu av serligum sjerri-slagi
(Flor) á námsferð í Andalucia í
Spania herfyri. Um allan heim
eru fólk errin um sínar góðu
mikroorganismur í mati. Í Japan
tosa teir enntá um eina tjóðar-
mikroorganismu. Tað er soppa-
slagið Aspergillus oryzae, ið
eigur ein stóran part av æruni
fyri matvørurnar soja, miso
og drykkin saké. Japanskar
biotek-fyritøkur hava kannað
alt um hesa veru og vita í dag,
at hon hevur 8 kromosomir
og 12.000 ílegur. Í Jerez-økið
í Spania eru teir kendir fyri at
gera sjerri. Vit kenna kanska
bara tað søta slagið, men tað
eru turru sløgini, ið teir taka í
álvara. Sjerri er túsund ára ga-
mal mentanar-drykkur, ið mus-
limsku maurarnir tóku við sær
til al-Andalusia, ið teir høvdu
ræðið á í miðøldini. Seinni hava
spaniólar kannað, at tað er mi-
kroorganisman Saccharomyces
beticus, ið eigur leiklutin sum
sokallaða Flor-lagið, ið sum
soppa-vøkstur legst omaná
vínið í tunnunum og verjir
fyri oxidatión og samstundis
gevur ein undurfullan og heilt
einastandandi anga til endaliga
Fino ella Manzanilla-vínið.
Tað fantastiska við turru
sponsku sjerri-sløgunum er tey
hóska ótrúliga væl aftur við
føroyskum visnaðum, røstum
og turrum mati! Mikroorgan-
ismurnar í Flor’inum hjá
teimum og í tí ræsta hjá
okkum spæla so at siga væl
saman. Hetta er vitan, ið ein
áhugabólkur í Føroyum (sum
undirritaði er partur av), er
komin fram til við smakkingum
fyrr í ár. Úrslitini hava verið
somikið áhugaverd, at spanska
sendistovan í Danmark við
Angelu de la Rosa á odda vildi
senda tveir føroyingar til Anda-
lucia at kanna hesi viðurskifti
nærri. Serliga áhugavert gerst
tað, tá ið granskingarúrslit
frá hinum kenda molekylær
gastronomi-kokkinum, Heston
Blumenthal frá matstovuni The
Fat Duck í London (næstbesta
matstova í heiminum) fyri tri-
mum vikum síðani, kundi vísa
á at serlig evni í turrum sjerri
styrkir um sokallaða ’umami’-
smakkin í ávísum mati. Umami
er tann fimti smakkurin, ið
mannalikamið kann sansa
umframt søtt, salt, súrt og
beiskt. Umami-reseptoru-
rin staðfestir í stuttum, tá ið
aminosýran glutamat er í nánd.
Glutamat finna vit í nógvum
fermenteraðum matvørum, har
protein verður umgjørt, eitt nú
umvegis fermentering. Umami
er í parmesan-osti og nógvum
kjøti. Um glutamat veruliga
finst í visnaðum, røstum og
turrum føroyskum mati veit
eg ikki, - kann ikki prógva tað.
Men tað er ein arbeiðs-
hypotesa, ið eg haldi er verd at
kanna nærri. Eg haldi í hvussu
so er at ræstur føroyskur matur
smakkar líka nógv umami sum
hunangur er søtur. Umami-
smakkurin úr siðbundna
føroyska køkinum kunna vit so
lata dugnaligar og listarligar
føroyskar kokkar raffinera til
Nýggja Føroyska Køkin, ið
eg meti eisini vil hóska til ein
altjóða gastronomiskan pall.
Tað ræsta er føroyska íkastið til
altjóða matmentanina.
Meira um hetta seinni.
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
16
Á ferð í mikro-kosmos
ger-mikroorganisma