fríggjadagur 14. november 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 220 - 14. november 2008
tíðindi
Hugni, móti
og mentan
á Reinsa
rínum
Í gjárkvøldi skipaðu handlar í miðbýnum í
Havn fyri mótasýning í Gamla Reinsarínum
í Tórsgøtu. Yvirskipaða evnið var hugni,
móti og mentan
Mótasýning
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Jólini nærkast í hvørjum, og tað ger árliga jólastrevið
eisini. Tí valdu handlarnir í miðbýnum í Havn at skipa
fyri einum kvøldi við hugna og íblástri, áðrenn
jóastrevið av álvara tekur dik á seg.
Tað, ið tey sýndu fram, var nýggjasti mótin innan
føroysk og útlendsk konu- og mannfólkaklæði,
umframt mótan innan brillur, smúkkur og hársnið.
Talan var um eitt væl skipað konsept, har tónleikur,
mentan, hugni og góður matur gingu saman í eina
størri eind, sum alt í alt eydnaðist sera væl.
Reinsaríið var stúgvandi fult, og fólk stóðu uttanfyri
og kagaðu inn gjøgnum gluggarnar, til tess at fáa
mótasýningina við, og fyrireikararnir eru ovfarnir av
ovurstóru undirtøkuni, ið var yvir alla væntanir.
Í lýsingini av tiltakinum lýstu fyrireikararnir við, at
hetta skuldi verið júst tað rætta fyri vinkonubólkar ella
pør, ið treingja til eitt kvøld við hugna og íblástri,
áðrenn jólastrevið av álvara tekur dik á seg. Hetta livdu
tey eisini væl og virðiliga upp til. Tónleikurin frá Una
Debes, saman við ráu kørmunum í Reinsarínum løgdu
ein serligan dám á mótasýningina, og smyrjibreyð frá
Smyrjibreyðsbúðini gjørdi konseptið fullkomið.
Teir luttakandi handlarnir vóru Sirri, Touché, Niels
L. Arge, Kallkyn, Optikkbúðin, Klivin, Siri, Beinta
Vilhelmsen Skraddarí og Royal Hárfríðkan.
Umframt hesar, sýndi Wellness í steðginum fram tól,
ið tekur burt foyrur og rukkur á andlitinum.