fríggjadagur 14. november 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Nr. 220 • 14. november 2008
Eg var herfyri á vitjan á einum
av okkara alifyritøkum. Eftir
húsagangin í hesari vinnu er tað
ótrúligt at síggja, hvussu menn
eru komnir á føtur aftur og hvussu
væl fyriskipað alingin er í dag,
og hvussu nógv atlit verður tikið
fyri at sleppa undan sjúkum og
hóttaføllum.
Á virkjunum var okkum sýnd
ein sera professionel framløga
sum sýnir laksin líka úr eggi til
hann er frammi hjá keyparanum
antin sum portiónir ella heilur
fiskur. Áhugavert var at síggja,
hvussu ótrúliga væl alt er fyri
skipað við tøku, framleiðslu og
logistikki. Væntandi koma vit íár
at framleiða eini 50.000 tons av
laksum og sílum.
Tað, sum kortini undraði meg
stórliga, var, at í nevndu framløgu
var ikki eitt orð um, hvussu hesin
laksur smakkar! Tað var focus
á nøgdir, men onki um laksurin
kanska gevur keyparanum eina
smakksuppliving ella nakað
argument, hví keyparin skal velja
okkara laks framum hann úr Chile
ella Noreg. Man freistast at
spyrja, um hetta eru vørur, sum
hava gastronomiskt støði, ella er
hetta ein hópframleiðsla eins og
sonevndu »papphøsnarungarnir«.
Mær vitandi hevur ongin av okk
ara alifyritøkum nakran royndar
køk og tað er vert at nevna at so
at siga ongin føroysk matstova
hevur laks á matarskránni.
Nú fjøllini eru gingin, reypa
menn óført av veðrum og hvussu
nógv hesir viga. Heldur ikki her
hoyrir tú eitt orð um, hvussu
kjøtið smakkar! Matstovan
Gourmet eigur nógv rós fyri
teirra tiltak herfyri við at matgera
við dímunarkjøti. Gourmet var
fullsett og vóru gestirnir sera væl
nøgdir við tann góða smakkin
sum okkara kjøt yvirhøvur hevur
og hvussu nógvir møgulleikar
er gastronomiskt við okkara
heystarfjøllum. Kann nevna at
Leif Sørensen hevði ein brellbita
við vomb – væl smakkaði.
Fyritøkan Norðfra í Norðdepli
hevur stóra framgongd á føroyska
heimamarknaðinum. Umframt
at vørurnar eru sera nossiligir
og brúkaravinarligar, so er ein
grundunum til teirra framgongd
at hýsufløkini, frikadellurnar,
fiskasúpanin, ræsti fiskurin
osfr. smakka so sera væl, og
tú veitst, at tú fær eina góða
smakkuppliving, tá Norðfra er á
døgurðaborðinum.
Faroe Seafood var
einaferð eitt vælkent
heiti á altjóða
marknaðunum. Okkara
fiskur og fiskavørur er sera
vælsmakkandi, men tíaanverri
eru vit í dag so degenererað
í marknaðarrøkt, at Føroyar
yvirhøvur onki altjóða navn hava
longur. Stórt spell. Hetta mátti
verið ein stór uppgáva hjá Samvit
at gjørt nakað við, at fingið
altjóða fjølmiðlar og matstovur
at nýtt føroyskan fisk. Tíanverri
er alt ov lítið av ungum fólki,
sum arbeiðir við sølu av fiski. Í
øllum hesum tosi um gransking er
ongin, sum tosar um at granska
í fiskavørum og nýggjum fram
leiðslum.
Hugaligari hevði verið, at vit
høvdu framkomnar fiskavørur,
sum kundi givið fiskimanninum
ein góðan avreiðingarpris og
arbeiði til okkara fiskavirkir
heldur enn sum nú har
alt ov nógvur fiskur fer
óviðgjørdur av landinum.
Hetta setur okkum á
sama støði sum ringastu
»bananrepublikkir«. Tað eigur
at vera forboð ímóti at útflyta
óviðgjørdan fisk !
Fyri at hækka okkara gastro
nomiska støði og hava fyrilit
og alsk til okkara matvørur
og landsins framleiðslur,
er neyðugt at byrja við
børnunum; at geva
teimum
heilsugóðan kost
heldur enn pizza, burgarar,
sodavatn og gummibomm.
Eftir alt marglætið og dansin
um gullkálvin og partabræva
ørskuna gerst tað øllum nú greitt,
at tað kortini er fiskivinnan sum
er álitið hjá Føroyum.
Um at smakka
Kronikk
Johan Mortensen
vinnulívsmaður