fríggjadagur 14. november 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2008
21
Í løtum røkkur orðaspælið
út um pallkantin, men
í síðsta enda eru tað
frálíku sjónleikararnir og
tónleikurin, sum bjarga
familjuleikinum Í Geyma
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í eina viku nú hevur familjuleikurin
Í Geyma gingið fyri fullum húsum í
nýggju Athøllini í Norðurlandahúsi
num. Stóri áhugin hongur uttan iva
lutvíst saman við, at barnabókin Í
Geyma eftir Dánjal Hoydal er sera
væl umtókt millum børnini. Og eg
giti, at fyri børnini er tað bæði stutt
ligt og spennandi at síggja, hvussu
løgnu verurnar í bókini tíggja sær á
palli.
At leikurin gjørdist ein heldur
misjøvn uppliving fyri undirritaðu,
kom kanska av, at eg ikki kendi
verurnar í Geyma frammanundan.
Hinvegin, so haldi eg, at ein leikur
altíð so ella so eigur at kunna standa
einsmallur. Og tá sjálv søgan ikki
kann tryggja tað, mugu aðrir
ellibitar í rótasúpanina.
Frálíkt samspæl
At summir bitar í leikinum eru
heldur vatndeyvir, kunnu vit kanska
bera yvir við. Serliga tí aðrir bitar
eru so fullir av saft og kraft, at
smakkurin av teimum kennist í
langa tíð aftaná. Ikki minst tí
samspælið millum tónleik og
sjónleik í løtum er á einum støði,
sum eg ongantíð fyrr havi sæð á
palli í Føroyum. Til dømis er tað ein
sonn fragd at síggja Hans Torgarð
spæla leiklutin sum Klikkheys,
samstundis sum hann leggur rødd til
Brølapuna og um somu tíð má renna
runt eftir tíðindum, sum hann
pakkar í Slatritaskuna, til hann til
endan missir Pippið. Um tað er
frálíki tónleikurin hjá Kim Hansen,
sum heldur lív í sjónleikinum hjá
Hans Torgarð hesa løtuna ella øvut
er ilt at siga. Og tað er væl besta
prógvið um, at í framúr góðum
sampæli megna staklutirnir at skapa
ein heilt nýggjan heim.
Forfjónaðir staklutir
Í øðrum førum tykjast staklutirnir
heldur forfjónaðir. Til dømis er tað
heldur ógreitt, hvørjar leiklutir verur
sum Lellurin, Olmussudýrið, Viks
og Svansibob skulu fylla. Her er
leikurin merktur av, at eitt fitt
hugskot ikki altíð ber meir enn bara
seg sjálvt.
Eisini tykist tað heldur malplaser
að, tá leikurin brádliga flytir seg
yvir í okkurt slag av metaleiki við
at gera vart við seg sjálvan sum
sjónleik. Sum tá Roksimalena byrjar
at syngja ein sang úr Klintrimús, og
so knappliga steðgar og rópar ”Halt
kipp, skeivur leikur”. Ella tá
Grenjisurran má spæla eitt brot
umaftur, tí hon hevði miskilt
raðfylgjuna í rørslunum. Gamaní
eru hesi brotini stuttlig í sær
sjálvum, men sum partur av heildini
er ringt at fáa eyga á, hvør
meiningin er.
Dirvi til nýhugsan
Tá tað er sagt, havi eg sera stóra
virðing fyri, at Tjóðpallurin hættar
sær undir eitt so stórt, dýrt og
øðrvísi projekt sum Í Geyma. Tað
tryggasta hevði verið at tikið ein
leik, sum 50 leikbólkar hava spælt
fyrr, og har tú hevur vissu fyri, at
bæði úrslitið og ummælini fara at
vera fín. Í staðin hava tey satsað,
tikið eina uppunaføroyska bók, gjørt
hana til leik og borðreitt við ongum
minni enn eini heimsfrumframførslu
í Føroyum.
Tjóðpallurin hevur langt síðani
prógvað, at tey hava leikarar á sera
professionellum støði. Við leikinum
Í Geyma heva tey hartil víst, at tey
eisini hava kreativitetin og dirvið til
nýhugsan, sum skal til fyri at flyta
føroyskan sjónleik inn í framtíðina
og har kanska entá eisini skapa
okkara heilt egnu sjónleikatraditión.
Leikararnir
bjarga Í Geyma
Í Geyma
Eftir: Dánial Hoydal
Leikstjórn: Ágústa Skúladóttir
Tónleikur: Kim Hansen
Pallmynd: Guðrún Öyahals
Búnar: Katrin Þorvaldsdóttir
Ljós: Àrni Baldvinsson
Grímur: Marjun Olsen
Leikarar:
Barbara Christophersen: Fjakkari, hin Rádni,
Kánus, Lellurin, ein av Harkaliðnum
Birita Mohr: Fjakkari, Viks, Spyrjus, Jassurin
Gunnvá Zachariasen: Fjakkari, Roksimalena,
ein av Harkaliðnum
Gutti Winther: Fjakkari, Hermus, Lúsungin,
Klikkheys
Hans Tórgarð: Fjakkari, Tíðindafróði, Pippi,
Klikkheys, Skálkur, Svansibob
Petur Meinhard E. Andersen: Fjakkari, Kúllur,
Klikkheys, Lellurin
Rakul Thomsen: Fjakkari, Gellan, ein av
Harkaliðnum
Ria Tórgarð: Fjakkari, Grenjisurran, Yvirs,
ein av Harkaliðnum
Tónleikarar: Brandur Jacobsen, Kim Hansen,
Magnus Johannessen
Foto: Martin Sirkovsky
Leikskrá og plakatuppsetan: Niels Arge Galan
Seyming og búnagerð: Katrin Bonde, Katrin
Þorvaldsdóttir, Jacobina Djurhuus og
Gisleyg Bonde
Ljósfólk: Símun Pauli Hansen
Pallgerð: Símun Pauli Hansen, David Geyti,
Janus Kamban , Guðrún Øyahals,
Nemus Nap. Djurhuus
Rekvisittir: Guðrún Øyahals
Frálíka samspælið millum sjónleik og tónleik skapar heilt
nýggjar heimar í familjuleikinum Í Geyma. Her eru tað Hans
Torgarð og Brølapan, sum folda seg út