Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 • 14. november 2006 Herfyri varð undirritaði bjóðaður til morgunmatar á Josie’s Juice Bar í Havn. Tað er hin ágrýtni og dugnaligi Snorri Patursson, sum hevur bygt upp heilt nýtt slag av matstovu í bygninginum Yviri við Strond, har eisini fitness-depilin Yndi Fitness húsast. Juicebarrir eru nógv frammi á evropeiska meginlandinum, har alskyns saftir, djús og smoothies verða skonkt. Tey bæði Elsa Maria Bærentsen og Jákup Jacobsen, ið eiga Yndi Fitness, tóku í vár stig til at stovna Josie’s Juice Bar. So hava tey biðið ítróttarmannin Snorra Patursson við førleikum innan bæði føðslu og venjing at byggja upp ein leist, har heilsa, umhvørvi, dygd og smakk-uppliving renna saman í hægri eind. Og tað má sigast at vera eyd- nast avbera væl! Snorri, ið lesur Human Ernæring á universiteti í Danmark er heima í løtuni og hevur tikið farloyvi frá lestri- num. Tað ikki bara sæst, men kennist eisini beinanvegin, at her er ein maður, ið veit hvat hann ger. Oftani kunna matar- skráir vera rættiligar poetiskar uttan at tann veruligi maturin kann liva upp til forvænt- ningarnir. Hjá Josie’s er so at siga øvugt. Matarskráin, ið er greið, sera væl uppsett og á góðum føroyskum máli stendur næstan ikki mát við dygdina á tí, ið tú sum kundi veruliga fært á borðið. Soleiðis at skilja, at dygdin í bæði rávørunum og matgerðini er væl hægri enn hvat matarskráin sum so boðar frá. Hvør lutur á Josie’s er gjøgnumtonktur. Líka frá at hugsa um vistfrøði og flutnings-etiskt um at keypa rávørur frá nærumhvørvinum (laks frá Bakkafrost) til at brúka ’Functional Foods’ og frískar rávørur uttan óneyðugum sukri, feitti og salti. Functional Foods er matur, ið umframt føðsluvirði eisini hevur do- kumenteraðar heilsugóðar eginleikar. Well, aftur til morgunmatin. Snorri hevði sett mær stevnu klokkan hálvgum átta ein heystarkaldan hósmorgun. Snorri, ið hevur nógv uppá hjarta um góðan kost, helt at eg skuldi royna stór, góð, grov- valsaði og broyskin vistfrøðilig havragrýn við frískskornari frukt, mandlum og hørfræ omaná. Og so soltna mjólk afturat. Hør-fræini skuldu fyrst ein túr í hvirluna, annars verða tey ikki upptikin í mannalikami- num. Afturvið gjørdi Snorri eitt sokallað ’Immunverju-skot’, ið er djús av frískum gularótum, súreplum, ingifer og appilsi- num. Eg má siga, at eg gjørdist ovfa- rin av, at nakað so einføld og gerandislig máltíð kann gerast so stór uppliving og ikki minst økja hugin til at eta slíkan heil- sugóðan kost. Havi eisini hug at nevna tað estetiska í øllum á Josie’s. Ikki bara stílrein og ljós høli, men eisini mátin, ið maturin verður borðreiddur. Næstan við japan- skum sushi-íblástri. Flott! Hóast støðið er høgt á Josie’s hevur tað eydnast at gera staðið rættiliga fólkaligt kortini. Tað vóru bestemt ikki fitness- stereotypurnar, ið eg sá koma inn á gólv hendan fyrrapartin, men bæði handverkarar, ung- fólk, børn og barnakonur. Fyrimyndarligt átak! Nú føroyska rótakálið er tikið upp, hevði verið upplagt at roynt røtur sum djús? Og til várs áttu plantur og urtir í føroysku náttúruni eisini at sloppið uppí part í nýggja djús-rákinum. Kanska ein føroyskur smoothie við urtaker- vili, rabarbum og timian (jú, tað veksur í føroysku náttúruni ymsastaðni)? upp skriftin mortan@hamrabyrgi.com Snorri Patursson ger morgunmat Kokkar og kokka- lærlingar í Føroyum umframt útlendskir stjørnu-kokkar skapa og hugleiða um uppskriftir. 20