fríggjadagur 14. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 220 - 14. november 2008
tíðindi
ABC barnahjálp
hevur í døgunum
17. – 19. novembur
vitjan av Matthew
Sakeuh úr Liberia.
BARNAHJÁLP
Tíðindaskriv
Týskvøldið
og
miku
kvøldið í komandi viku
fáa stuðulsforeldur og øll
áhugað møguleikan at
hoyra Matthew Sakeuh,
leiðara fyri verkætlanini
hjá
ABC
barnahjálp,
greiða frá og vísa myndir
frá arbeiðinum. Eisini
verður møguleiki at tekna
seg til vælgerðardøgurða.
Tiltøkini verða á Hotel
Hafnia í Havn, mána
kvøldið kl. 19.00, í Áar
stovu í Havn (Yvirav cafe
Nátúr)
týskvøldið
kl.
20.00 og í Kelduni í Skála
firði
mikukvøldið
kl.
20.00.
Skrá:
Hotel Hafnia,
mánakvøldið 17. nov.
kl. 19.00:
Vælgerðardøgurði
Undir borðhaldinum
greiðir Matthew Sakeuh
frá og vísir myndir frá
arbeiðinum. Familjan
Carlsen syngur.
Døgurðin kostar 1000
krónur fyri hvønn.
Yvirskotið fer til
verkætlanina hjá ABC
barnahjálp í Liberia.
Tekning hjá Beintu
Háberg Jacobsen á tlf:
220190.
Áarstova í Havn,
týskvøldið 18. nov.
klokkan 20.00:
Matthew Sakeuh greiðir
frá og vísir myndir frá
arbeiðinum. Martin
Joensen og Birgit
Sivertsen syngja. Aftaná
verður ein drekkamuður
at fáa.
Keldan í Skálafirði,
mikukvøldið 19. nov kl.
20.00:
Matthew Sakeuh greiðir
frá og vísir myndir frá
arbeiðinum. Torkil
Mørkøre, Tórhild
Bjarkhamar og Birgit
Sivertsen syngja. Aftaná
verður ein drekkamuður
at fáa.
Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Skrá fyri fundirnar:
Áarstovu í Havn (Gamla
Hotel Djurhuus, seinni
Hotel Skarv yvirav cafe
Nátúr) týskvøldið kl.
20.00:
Vælkomin
Martin Joensen syngur
Framløga, Matthew
Sakeuh
Birgit Sivertsen syngur
Martin Joensen syngur
Fólk fáa høvi at seta
spurningar
Drekkamuður
Keldan í Skálafirði,
mikukvøldið 19. nov kl.
20.00:
Vælkomin
Tórhild Bjarkhamar
syngur
Framløga Matthew
Sakeuh
Birgit Sivertsen syngur
Torkil Mørkøre syngur
Fólk fáa høvi at seta
spurningar
Drekkamuður
TÍÐINDASKRIV
Havnar
Badmintonfelag
hátíðarheldur í vikuskifti
num 50 ára dagin hjá felag
num. Tað verður gjørt við
skrúðgongu, framsýning og
veitslu. Fyrrapartin er ein
innanhýsis
kapping
og
klokkan 14 er alment hátíð
arhald í badmintonhøllini,
har borgarstjórin, Heðin
Mortensen, heldur røðu.
Fyrsta stigini at spæla
badminton i høvuðsstaðnum
vórðu tikin i 1957, tá teir
baðir lærarnir, Poul A. Eide
og Petur H. Simonsen, søk
tu kommununa um loyvi at
spæla badminton i fimleika
høllini í kommnskúlanum.
Í januar 1958 fingu teir
loyvi at spæla badminton
og 15. januar varð felagið
stovnað.
Í fyrstu nevndini sótu
Poul Kjartan Bærentsen,
formaður,
Jens
Petur
Egholm, kassameistari, og
Peur H. Simonsen skrivari.
Longu 21. februar byrjaðu
venjingarnar. Felagið hevði
fingið tillutað 4 tímar
fríggjakvøld og leygarkvøld,
men longu ein mánað seinri
fekk felagið 2 tímar aftur
at.
Í fyrstu kappingni hetta
árið kappaðust 14 leikarar.
Limatalið vaks og tá
nýggi háskúlin og nýggi
nunnuskúlin vórðu bygdir
fyrst i sekstiárunum fekk
felagið eisini tímar í fima
leikahøllunum í teimum
skúlunum. Tá stig vórðu
tikin at byggja Ítróttar og
samkomuhøllina á Hálsi
varð felagið millum tey
virknu feløgini at savna pen
ing.
Tað varð skjótt, at tað
gjørdist
ov
trongligt
í
ítróttarhøllini, eftir at hon
varð tikin i brúk i 1970.
Felagið royndi at fáa hini
feløgini at taka undir við
eini ætlan at byggja upp í
høllini á Hálsi, men bara
Neistin tók undir. Tankin at
fáa sína egnu høll kyknaði
aftur, men ikki fyrr enn
fyrst í áttatiárunum eydn
aðist felagnum at byggja
høllina i Gundadali, sum
Tórshavnar Kommuna keyp
ti frá felagnum fyrst í hes
um árinum.
Miðskeiðis i sekstiárunum
komu kappingar í regluliga
legu
við
m.a.føroyameistarakapping
og kappingum fyri yngri
aldursbólkar. Seinri komu
kvinnur eisini upp í kapp
ingarnar.
Fyrsti
føroya
meistari var Poul Michel
sen.
Í 1971 fingu spælararnir
fyri fyrstu ferð ein venjara,
ein íslending, og sama ár
vitjaðu 12 íslendskir spælar
ar í høvuðsstaðnum. Fyrsta
millumlandakappingin var
19. mai hetta ár og árið eftir
vitjaðu
11
spælarar
i
Íslandi.
So við og við gjørdust
venjingarnar meiri skipaðar.
Leikarar og venjarar fingu
skeið heima og uttanalands
og i fleiri skiftum hevur
felagið saman við øðrum
feløgum havt útlendskar
venjarar. Í vetur er ein
indari venjari.
Havnar Badmintonfelag
hevur havt nógv virksemi
seinastu árini og limatalið
er omanfyri 300. Meiri enn
200 ung og elituspælarar
venja regluliga, taka lut í
kappingum kring landið og
haraftuat spæla um 100
limir badminton á motións
stigi. Felagið hevur havt
góð úrslit við sigri á oyggja
leikum og ein spælari fyri
reikar seg til olympisku
leikirnar komandi.
Við tað at raksturin var
tungur og trupult var at fáa
eina hóskiliga rentu fyri
lán, tí pantur fekst ikki í
grundøkinum,
sum
kommunan eigur, gjørdi
felagið
og
Tórshavnar
kommuna fyrst í árinum
sáttmála um, at kommunan
tekur yvir høllina.
Eftir sáttmálanum skal
høllin fyrst og fremst nýtast
til badminton, og felagið
ivast ikki í, at nýggju
umstøðurnar verða til fram
fyri
badmintonspælið
i
Havnini.
Eftir aðalfundin í oktober
er Kári DalChristiansen
formaður í felagnum. Hann
tók við eftir Bjørg Djurhuus,
sum
hevur
gjørt
stórt
arbeiði
fyri
badminton
ítróttina seinastu árini.
50ára dagurin byrjar við
eini kapping fyrrapartin í
morgin. Klokkan 13 verður
myndatøka. Klokkan 14 er
alment hátíðarhald og fram
sýning og í annaðkvøld
verður veitsla.
Badminton í hálva øld
ABC barnahjálp
vitjan úr Liberia
Alment hátíðarhald
verður í Norðskála-
Oyrar skúla
sunnudagin, har
millum annað filmur
og útvarpsbrot frá
sjálvari vígsluni verða
sýnd fram, umframt
annað forkunnugt
HÁTÍÐARHALD
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í hesum døgum eru 40 ár
liðin síðani NorðskálaOyr
ar skúli varð vígdur. Í tí
sambandi verður skipað
fyri almennum hátíðarhaldi
sunnudagin klokkan 16.00,
har nógv forkunnugt og
spennandi er á skránni.
Millum annað er eitt næm
ingayvirlit gjørt, ið vísir, at
329 næmingar hava gingið
í NorðskálaOyrar skúla.
Hetta sama yvirlit vísir eisi
ni, hvar gomlu næmingarnir
búgva í dag og hvat teir
starvast við.
Av øðrum forkunnugum
er
bæði
sjónvarps
og
útvarpsbrot, umframt gaml
ar myndir. Eisini hava fyri
reikararnir fingið hendur á
gomlum protokollum, ið
føra smá 100 ár aftur –
protokollir frá gamla Oyrar
skúla og Norðskála skúla.
Tað var annars 1. septem
ber í 1968, at Norðskála
Oyrar skúli varð vígdur. 40
ár seinni skal hetta hátíðar
haldast.
Næmingarnir
í
NorðskálaOyrar
skúla
hava longu hátíðarhildið
dagin einaferð. Mánadagin
3. september skipaði skúlin
fyri hátíðarhaldi fyri børn
unum. Hetta gjørdu tey mill
um annað við at ganga
skrúðgongu
frá
teimum
gomlu bygdarskúlunum á
Oyri og við Norðskála, og
annars hugnaðu børn og
lærarar sær saman.
Nú sunnudagin verður
tað heila eitt sindur øðrvísi.
Fyrireikararnir
siga
seg
vóna at savna gamlar næm
ingar og avvarðandi, um
framt onnur, ið hava áhuga
fyri tiltakinum.
Norðskála-Oyrar skúli 40 ár
Skráin er henda:
Filmur frá vígslu skúlans
Brot úr útvarpssending, tá skúlin varð vígdur
Framsýning við gomlum skúlamyndum
Hugleiðing um skúlatíðina tá
Næmingayvirlit yvir hesi 40 árini
Kaffi og køkur
Sunnudagin savnast núverandi og gamlir næmingar eins væl og onnur áhugað til hátíðarhald í
Norðskála-Oyrar skúla
Mynd: skular.sunda.fo