fríggjadagur 14. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • 14. november 2006
Soleiðis er ertandi heitið á
nýggjari kókibók frá dananum
Roald Als. Hetta navnið ljóðar
kanska kent hjá fleiri. Jú, talan
er um teknarin í donsku avísini
Politiken, ið eisini er mat-fjep-
pari um ein háls, - serliga
italska matmentanin hevur
hansara tokka (og Barolo-víns-
løgini higani).
Undirheitið á bókini er ’20 ár
seinni’. Talan er ikki um ný-
útgáva, men nýggj og víðkað
útgáva av 20 ára gamla best-
seljaranum ”Kvinderne ud af
Køkkenet”, ið fyrsti ferð kom
út í 1988.
Roald Als kann veruliga sigast
at vera hin danski Óli P. Speisku
tekningarnir hjá honum eru
sera væl umtóktar í danska
samfelagnum. Mest kenda
”yndis-offrið” hjá Roald Als
má sigast at vera danski for-
sætismálaraðharrin, Anders
Fogh Rasmussen. Hann verður
vanliga teknaður sum steinal-
darmaðurin ílætin skinnbúna
og stórum gassa í hondini.
Í samband við at 20 ár eru liðin
síðan bókin kom út fyri fyrstu
ferð er bókin víðkað til dupulta
stødd. Uppruna-tilfarið
við svørt/hvítu tekningu-
num eru við, men so er
eisini ein spildurnýggjur
partur komin uppí í
litum. Bókin er spren-
full av áhugaverdum og
ikki minst stuttligum hugleiðin-
gum og tað kennist hvussu stór
gleðin hjá høvundanum er um
góðan mat, gott vín og gott
selskap. ”Kvinderne ud af Køk-
kenet” er neyvan kókibókin,
ið fer at verða lisin í køkinum,
men helst í djúpa stólinum í
stovuni. Tað er stuttliga søgan
um ”bleyta mannin”, ið nú
sleppur til orðanna um mat og
matgerð.
Hvat man argandi heitið á
bókini sipa til? Bókin er sum
so ikki heilt vanlig kókibók.
Høvundurin brúkar fitt av
teigaplássi at hugleiða um
lívið og alt tað rundanum mat
og matgerð. Og tað vil hann
sleppa at gera í frið og náðum
fyri konufólkini, hóast at hann
hevur allarstørstu virðing fyri
hesar guddómligu skapningar.
Roald Als er jú kendur fyri at
speireka – eisini um seg sjálvan
- og tað sæst á baksíðuni, har
hann gevur bókini nýtt undir-
heiti. Í staðin fyri ”20 ár seinni”
verður tað til ”20 kg seinni”.
Maðurin hevur píkarillurnar
humoristiskan sans!
Frálík jólagáva til tann ”bleyta
mannin”, um sovorðnir enn
eru til her heima hjá okkum.
Kvinderne ud af Køkkenet,
Roald Als, Gyldendal, innbun-
din, 249 blaðsíðir, uml. kr 229 í
føroysku bókhandlunum
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
19
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
Konufólkini
út úr
køkinum