fríggjadagur 14. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2008
19
tíðindi
Nakrir menn,
sum skuldu
nútímansgera eina
íbúð í Berlin, komu
fram á nøkur sera
forvitnislig skjøl
- tekningarnar av
týningarleguni í
Auschwitz
Uttaneftir
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Myndir: Bild
70 ár eftir ta sokallaðu
Krystallnáttina tann 10.
november í 1938 kundu
fleiri týsk bløð almanna
kunngera nakrar tekningar,
sum bara nøkur fá høvdu
sæð fyrr, og sum uppaftur
færri vistu um at siga nú.
Bløðini vistu at siga, at í
sambandi við umvælingar
arbeiði í einari íbúð í Berlin
vóru fólk komin fram á
eina gula mappu. Í henni
lógu 28 pappírssíður. Tekst
urin var ein neyv frágreið
ing um eina legu, sum
skuldi brúkast til at týna
jødar í, og saman við frá
greiðingini vóru tekningar,
sum vístu, hvussu legan
skuldi byggjast, skipast og
brúkast.
Frágreiðingin er dagfest
tann 23. oktober í 1941.
Sambært teimum týsku
bløðunum er talan um eina
stórhending, og innihaldið í
frágreiðingini er eisini koll
veltandi sambært blaðnum
Bild, tí tað prógvar, at longu
tíðliga høvdu nazistarnir
ætlanir um at beina fyri jød
um og sigoynarum í stórum
tali.
Bild var tað fyrsta blaðið,
sum prentaði frágreiðingina
og tekningarnar, og tað var
neyvan av tilvild, at tað
bleiv gjørt sama dag, sum
týskarar og onnur mintust
ræðuleikarnar Krystallnátt
ina fyri 70 árum síðani, tá
nazistarnir av álvara fóru
undir herferðina ímóti teim
um týsku jødunum, og sum
endaði við Holocaust.
Mátti útbyggjast
Auschwitz er tað týska
navnið á polska býnum
Oswiecim, og har bygdu
nazistarnir eina risastóra
savningarmegu, sum skuldi
brúkast til at útrudda jødar
nar í øllum teimm londu
num, sum týski herurin
hevði hersett í Evropa.
Legan bleiv bygd í 1940,
og tað var SSovastin Hein
rich Himmler, sum hevði
umsjón við arbeiðinum.
Teir fyrstu jødarnir vórðu
fyribeindir í leguni við
gassi í 1941, men tað vísti
seg, at orkan var ikki nóg
stór, og tí bleiv ein týningar
lega bygd afturat í Birkenau
í oktober í 1941.
Tey, sum hava hugt í frá
greiðingina og tekningarnar,
sum nú eru komin undan
kavi, siga, at tað er týðiligt,
at ætlanin var at útbyggja
og nútímansgera leguna í
Auschwitz, so hvørt sum
tørvur bleiv á tí.
Í 1942 settu nazistarnir
av álvara ferð á jødatýning
ina í Auschwitz við gassi,
og tá tann sovjetski herurin
kom til leguna tann 27.
januar í 1945 og fríaði teir
fangarnar, sum vóru eftir á
lívi, høvdu millum 1,5 og
tvær milliónir jødar og
onnur mist lívið har.
Ætlanin løgd tíðliga
Millum skjølini, sum lógu í
teirri gulu mappuni, er ein
neyv byggifrágreiðing um
og tekning av einum rúmi,
sum á tekningini verður
kallað ”gasskamar”. Har
sæst, at hetta rúmið skal
vera 11,66 metrar annan
vegin og 11,20 metrar hin
vegin. Við síðuna av tí er
teknað eitt rúm, sum er
kallað ”avlúsingarrúm”, og
har skuldu fangarnir avlús
ast, áðrenn teir blivu koyrdir
í gasskamarið.
Ta endaligu avgerðina
um at útrudda teir evrope
isku jødarnar tóku nazistar
nir í einari ráðstevnu í
Wannsee í januar í 1942.
Tað var her, teir samtyktu ta
tiltiknu ”endaligu loysnina”,
hvørs endamál var at beina
fyri jødunum í Evropa, sum
um tað mundi vóru umleið
11 milliónir í tali.
Skjølini, sum nú eru funn
in í Berlin, vísa sambært
Bild, at nazistarnir høvdu
neyvar
ætlanir
um
at
útrudda jødarnar, áðrenn
tann
endaliga
avgerðin
bleiv staðfest og undirskriv
að á Wannseeráðstevnuni.
At tann ovasta leiðslan
hjá nazistunum var uppií,
longu tá tekningarnar av
Auschwitzleguni
blivu
gjørdar, sæst av, at sjálvur
Heimrich Himmler hevur
skrivað sítt navn á eina av
tekningunum við grønum
penni.
Prógva týningina
Ein av tekningunum í teirri
gulu mappuni er av einum
rúmi, sum skuldi brúkast til
at brenna lík í, og á einari
aðrari sæst tað eyðkenda
portrið á leguni í Birkenau,
har tokini kundu koyra líka
inn í leguna við fangunum.
Byggiætlaninar eru eitt
haldfast prógv um ta skip
aðu útruddingina av teimum
evropeisku jødunum, sigur
HansDieter
Kreikamp,
leiðari á týska ríkisskjala
savninum í Berlin, við
blaðið Bild.
Skjølini vísa, at øll, sum
vóru við til at leggja ætlan
ina um at byggja leguna í
Auschwitz, vóru vitandi
um, at har skuldu fólk drep
ast við gassi á ein skipaðan
hátt. Skjølini vísa sam
stundis aftur øllum teimum,
sum avnokta jødatýningina,
skrivar Bild.
Sambært Reuters hava
týsku myndugleikarnir ikki
gjørt nakrar almennar við
merkingar til tað hugvekj
andi fundið í Berlin.
Tekningarnar til Auschwitz-leguna
funnar í Berlin
UM AUSCHWITZ - BIRKENAU
• Auschwitz var tað týska navnið á polsku bygdini Oswiecim, har nazistarnir bygdu
ta størstu týningarleguna.
• Legan var í trimum: Ein savningarlega, ein týningarlega og ein arbeiðslega fyri
trælir.
• Ta fyrstu tíðina bleiv legan brúkt til at hýsa polskum fangum, sum frá 1942 bleiv
hon brúkt til at týna jødar við gassi.
• Legan bleiv eisini brúkt til ómenniskjaligar læknakanningar, millum annað undir
leiðslu av læknanum Josef Mengele.
• Til 1943 var Rudolf Høss ovasti leiðari fyri Auschwitz-Birkenau, og hann, konan og
tey fýra børnini búðu beint uttan fyri leguna. Høss bleiv seinni dømdur til deyða
og hongdur í leguni
• Umleið 7.000 fólk arbeiddu fyri SS í leguni undir heimsbardaganum.
• Eingin veit við vissu, hvussu mong vórðu týnd í Auschwitz-Birkenau, men hildið
verður, at talið var millum 1,1 og 1,5 milliónir fólk. Tey flestu doyðu í gasskamari.
• Av teimum, sum doyðu í leguni, vóru 1,1 millión jødar, 140.000 póllendingar,
20.000 sigoynarar og 10.000 sovjetskir krígsfangar.
Auschwitz í dag. Á hvørjum
ári vitja nógv ferðafólk leguna
Orðið »gasskamar« sæst týðiliga á tekningunum
Tekningarnar av bygningunum
eru sera neyvar