Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 • 14. november 2006 mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com 18 Súr­r­ómi Í ummælunum í dag eru trý sløg av súrróma frá Mjólkarvirki Búnaðarmanna og tvey sløg frá danska Arla. Skoðsmálini eru latin í mun til frískleika og reinleika og so javnvágin millum tað súrliga og smørkenda í smakkinum. Mortan í Hamrabyrgi ummælir mat úr føroysku matvøruhandlunum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. MBM súrrómi 36 % (Miklagarður) kr. 13,25/250 g (kr. 53,00/kg) Sera góður og reinur smakkur av mjólk og við røttu tónunum av súrleika og smøri. Stór fylla og sera lekkur kremutur kon­ sistensur. Mums! ★★★★★✩ Arla créme fraîche 18 % (Miklagarður) kr. 14,95/250 g (kr. 59,80/kg) Rættiliga frískur smakkur, men samstundis eisini vatnutur og leiðiligur. Vánaligur tunnur konsistensur. ★★✩✩✩✩ Arla créme fraîche 38 % (Miklagarður) kr. 14,95/250 g (kr. 59,80/kg) Smakkurin hevur góðan súr­ leika, men aftur her vantar fylla í smakkinum. Hampuligur kremutur konsistensur. ★★★✩✩✩ MBM súrrómi 9 % (Miklagarður) kr. 11,15/250 g (kr. 44,60/kg) Minni av súrleika (eins og í enskum soured cream), men frálíkur smørkendur smakkur. Fín javnvág og mjúkur konsistensur. ★★★★✩✩ MBM súrrómi 18 % (Miklagarður) kr. 11,15/250 g (kr. 44,60/kg) Góð javnvág millum tað feita og tað súra. Reinur og góður smakkur við fyllu. Eisini er kon­ sistensurin kremutur sum hann skal vera. ★★★★✩✩ P.S. Kann annars viðmæla 30 ára gomlu bókina Créme Fraîche av Súsonnu Brøgger. Rættiliga saftig. Mjólkin undan kúnni er undur­ full. Fólkið í Norðurlondum, Eystur­ evropa og í Mið­ og Fjareystri hava frá gamlari tíð gagnnýtt føðsluvirðið í mjólkina. Eisini sum vaksin. Annars eru tað bara børn sum eiga biokemiska eginleikan at umseta mjólka­ sukur, laktosa, til mjólkasýru, laktat. Tað er enzymið laktasa, ið fær hetta at henda. Vanliga hvørvir genetiska framleiðslan av hesum proteini, tá ið vit gerast 13­14 ár og vit fáa ilt í búkin av at drekka mjólk, men norðurlendingar, evropear og fólk í Mið­ og Fjareystri hava við genetiskari úrveljing gjøg­ num øldir varðveitt genetisku framleiðsluna av laktasu sum vaksin eisini. Gamli lærarin hjá mær í lívfrøði í Hoydølum, Hendrik Dahl, plagdi altíð at taka til, at tað bert eru kálvar, ið eiga at drekka mjólk. Hundraðtals mil­ liónir av vaksnum menniskjum um allan heim klára seg væl uttan at drekka mjólk. Kort­ ini tykist tað sum at alt fleiri eginleikar í mjólk og mjólkar­ úrdráttum kunna geva okkum heilsubót. Mjólk er so undurfull, at hon í røttum karmum kann halda sær sjálvari. Stendur hon í hita fara skjótt ávísar mikroorganis­ mur at vaksa í henni. Summar eru heilsuskaðiligar meðan aðrar fermentera mjólkina, broyta konsistensin og smak­ kin og fáa hana at halda longri áðrenn hon spillist. Millum hesar góðu pinkuverur teljast Lactococcus lactis og Leucono­ stoc mesenteroides, ið við 30 hitastigum broyta mjólkina til meira gele­kendan og kremu­ tan konsistens og nakað súr­ ligan og smørkendan smakk. Hetta er tað, ið vit rópa fyri súrróma ella créme fraîche! Nevndu mikroorganismur megna eisini at umseta evnið, citrat, ið finst í mjólk til evnið diacetyl, ið hevur sterkan smør­ smakk. Summi neytasløg geva mjólk, ið inniheldur serliga nógv citrat. Tí vil súrrómi frá hesum neytum smakka krafti­ gari av smøri. Súrrómi kann brúkast til alskyns endamál í matgerð. Reinur afturvið frískari frukt ella frukttertu ella sjokolátukøku. Eisini ber til at lata í sósum, súpanum og grýturættum. Men gevið ans, at súrrómi tolir illa hita, er hervilig at leypa saman í klumpar. Lat í til seina­ st, tá ið liðugt er. Tá kemur góði smakkurin eisini veruliga til sín rætt og eitt áhugavert samanspæl millum heitt og kalt kann koma undan kavi.