fríggjadagur 14. november 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 220 - 14. november 2008
tíðindi
Rógving
Fróði Waag
Hvannasund: Nú er nakað
liðið, síðani tíðindi spurdust
um, at Livar Nysted úr
Hvannasundi ætlaði vinna
á Atlantshavinum.
Síðani Livar gjørdist part
ur av manningini á bátinum
»La Mondiale«, hevur hann
vant eftir miðvísari ætlan. Í
síðstu viku varð hann fyri
triðju ferð saman við mann
ingini og vandi í Skotlandi.
Tað er ikki bara sum at
siga tað at kalla manningina
saman til venjing, tí teir
koma víða frá.
Tað ljóðar kanska ikki
av so nógvum, at vit bara
hava vant tríggjar ferðir
saman. Men til eina tílíka
avbjóðing hevur sinnalagið
nógv meiri at siga, enn júst
kropsligi formurin. Og tað
er júst sinnalagið vit royna
at finna.
Um eg ikki framman
undan visti hvar mínar
grensur vóru, so veit eg tað
í øllum førum nú, sigur Liv
ar, tá vit hittu hann til ein
kaffimunn.
Livar bjóðar innar í stov
una. Tað er týðiligt at síggja,
at hann er ikki so væl gongd
ur henda dagin. Okkurt
man hann hava verið ígjøg
num síðstu vikuna!
SAS-venjarar
Tað var við spenningi, at
Livar fór heimanífrá á hesa
ferðina. Spurdur um, hvat
hann væntaði sær av túri
num, tá ið hann fór heiman
frá, svarar Livar soleiðis:
Eg veit ikki akkurát
hvat eg væntaði mær, men
vit fingu í øllum førum at
vita, at fólk frá SAS (Spe
cial Air Service) skuldu
taka sær av venjingini.
Hetta fekk meg at hugsa,
at tað nokk fór at verða í
harðara lagi. Og so varð
eisini!, flennir Livar.
Teir vóru longu á fótum
klokkan sjey um morgunin.
Eftir 1½ tíma við kropslig
um venjingum, skuldu teir
rógva í kajakk. Fyri tann
ókenda ljóðar tað kanska
ikki so strævið, men tað var
vátt og kalt, og teir fingu
ongantíð at vita, hvussu
leingi venjingarnar fóru at
taka.
Knappliga skuldu vit
ikki rógva meir, tí nú skuldu
vit, fýra mans, úr kajakkini,
og saman klintra upp eftir
einum sjey metra høgum
pela. Á toppinum var ein
flata sum ein pizzadós. Her
skuldu vit standa, til nærri
boð vóru givin. Og allir
skuldu
standa
saman.
Kanska ein ómøgulig upp
gáva, men við eitt sindur at
teamwork bar tað til, so
løgið tað ljóðar.
– Nú kenni eg mínar grensur
38 ára gamli Livar Nysted úr Hvannasundi fer um ársskift
ið at skriva seg í føroysku søgubøkurnar sum tann fyrsti
føroyingurin, ið hevur róð tvørtur um Atlantshavið. Hetta
var tað harðasta sum eg nakrantíð havi roynt, sigur Livar,
sum júst er afturkomin av venjingarlegu í Skotlandi
Teir kunnu tað sama venja seg við hetta lívið – at rógva í Skotlandi og tvørtur um Atlantshavið
er hvør sítt. Livar Nysted situr fremstur