fríggjadagur 14. november 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2008
31
tíðindi
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Meginskrivstovan
Fíggjarfulltrúi/controllari
Eitt starv sum fíggjarfulltrúi/controllari í
Nærverkinum verður hervið lýst leyst til
setan skjótast tilber.
Talan er um eitt sjálvstøðugt starv í fak-
ligum umhvørvi, har møguleiki er fyri at
vera við til at menna fíggjarøkið í
Nærverkinum.
Nærverkið er skipað við Meginskrivstovu
og 4 tænastudeildum. Virksemið er
skipað um alt landið. Tað starvast uml.
1400 fólk í Nærverkinum. Í løtuni rekur
Nærverkið virksemi fyri uml. 500 mió. kr.
árliga. Nærverkið er í støðugum vøkstri
og stórar uppgávur liggja fyri framman
innan øll okkara virkisøkir.
Nærverkið leggur dent á at hava eina
miðvísa og javna tænastu innan teir
karmar, politiska skipanin ásetur.
Fíggjarstýring, játtanareftirlit og
áhaldandi leiðslukunning hevur í hesum
sambandi ein avgerðandi leiklut.
Vit hugsa okkum ein persón, ið dámar
væl at arbeiða við tølum og dugir at
samantvinna fíggjarliga tilfeingið við
virksemið, ið fer fram í Nærverkinum.
Hevur evni at skapa og framleiða vitan, ið
kann nýtast sum grundarlag undir allari
støðutakan og leiðslukunning. Hevur
hegni til at skapa framtíðarloysnir og at
seta hesar í verk, er sjálvstøðugur,
hjálpsamur og hevur góð samstarvs- og
samskiftisevnir.
Vit leggja eisini dent á, at tú:
• Hevur viðkomandi útbúgving, helst frá
hægri lærustovni
• Hevur royndir innan fíggjarstýring
• Ert kønur í telduskipanum og
dátugrunnum
• Hevur kunnleika til almenna fyrisiting
• Hevur málsligt hegni og dugir væl at
orða teg skrivliga
• Ert álítandi og nærlagdur.
Starvið er skipað við tilvísing til leiðsluna
fyri Búskapardeildina, ið er skipað sum
tvørgangandi stápur á Megiskrivstovuni.
Løn- og setanarviðurskifti
Løn- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um Nærverkið og
tænastustaðurin í løtuni er Megin-
skrivstovan.
Meiri fæst at vita við at venda sær til
Mary J. í Garði, stjóra, á tlf. 360000.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
viðmælum v.m. skal sendast til:
Nærverkið
Meginskrivstovan
Argjavegur 26
Postsmoga 3037
FO-110 Tórshavn
Stílað: Mary J. í Garði, stjóri
Umsóknarfreist: 24. november 2008
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
- Soleiðis fór hesin dag-
urin. Vit vóru upp og niður
gjøgnum hesar pelarnir í
nakrar tímar, og rundaðu av
við at rógva tríggjar tímar
afturat á vatninum, greiðir
Livar frá.
Finna grensurnar
- Leygardagurin hevur nokk
brent seg fastan í minnið
hjá mær, leggur hann fyri.
Klokkan hálvgum fimm
vóru teir vaktir, tí teir
skuldu byrja at ganga klokk-
an fimm. Hann skundaði
sær at pakka ryggsekkin,
eitt sindur at eta og so av-
stað. Uttanfyri leikaði veðr-
ið í. Vindur, regn og sera
kalt. Øll hava eina grensu.
Nú skuldu grensurnar finn-
ast.
Teir
gingu
gjøgnum
skotska “highlandið”. Við
eitt sindur av suppu triðja
hvønn tíma skuldi bara
gangast, til ein ikki kláraði
meir. Ein fyri og annar eftir
fullu menninir frá.
- Eg mátti sjálvur leggja
kongin um ellivu tíðina um
kvøldið. Aftaná at hava
gingið í 18 tímar, hevði eg
mist so gott sum alla húðina
innanlærs, og knøini føldust
sum vóru tey full av grúsi.
Eg var koyrdur heim á
“base-camp”. Á, hvat skuldi
eg slappa av nú, hugsaði eg,
sigur Livar brosandi.
Men so skjótt sum hann
steig fótin úr bilinum, var
hann vístur til eina rógvi-
maskinu.
- Kundi eg ikki ganga, so
skuldi eg rógva, til teir, sum
enn gingu á tveimum bein-
um eisini máttu lúta. Hend-
an dagin hevði eg veruliga
hug til at sleppa øllum ætl-
anum, og bara fara til hús!
- Hattar vóru sverar greið-
ir, flennir hann.
Einki minni enn
ræðuligt
- Triðja dagin sluppu vit til
alla lukku eitt sindur nemm-
ari ígjøgnum, heldur Livar
fram.
Teir, sum vóru førir fyri
tí, fóru niðan í fjøllini at
ganga í nakrar tímar, meðan
restin varð sett at rógva á
maskinunum. Sjálvur fekk
hann forboð frá læknanum
at fara nakran veg. Men so
væl gekk ikki týsdagin.
- Vit vórðu aftur settir í
kajakkirnar at rógva. Tríggj-
ar tímar í senn, og so eitt
sindur av suppu. Allan dag-
in. Tá tað fór at skýma,
fingu vit boð um at leggja
at landi, fáa okkum at eta,
lata okkum úr vátu klæðu-
num og at sleppa okkum í
soviposarnar. Tað frysti fýra
stig!
Hann hyggur niður í borð-
ið. - Tað frysti fýra stig,
sigur hann umaftur. - Eg
veit ikki um eg blundaði í
meiri enn ein tíma ta nátt-
ina!
Livar hyggur framhald-
andi niður í borðið. - Vit
vóru knappliga vaktir, og
bidnir um at lata okkum í
klæðir. Ikki í turr klæði,
men tey vátu klæðini frá
degnum fyri, sum nú vóru
beinfryst.
- Hetta var einki minni
enn ræðuligt. Vit skulvu all-
ir sum ein, og royndu sum
frægast at bresta armarnar
saman, men lítið hjálpti.
Komnir
í
kajakkirnar,
skuldu vit rógva allan dag-
in.
Tað er ilt at ímynda sær,
nú vit sita í flógvu stovuni í
Hvannasundi, at nakar av
fríum vilja fer gjøgnum
tílíkt.
- Men tað er neyðugt,
greiðir Livar frá. - Tað er
neyðugt at vita, nær menn-
inir ikki klára meir, og tað
er neyðugt at vita, hvussu
teir reagera júst tá. Tað
nyttar ikki at finna útav tí,
tá ein er 1.000 fjórðingar til
havs!
Gott er við einum heitum
munni eftir ein langan og
sera strævnan dag. Livar
Nysted situr næstuttastur
vinstrumegin
– Eg var í stúku
Livar tekur samanum túrin og sigur,
at tá ið síðsti dagurin kom at enda
vóru allir koyrdir heim á “base-
camp”. Har tóku læknar móti
teimum, og fingu nógvir viðgerð fyri
niðurkøling.
- Men ikki eg, flennir Livar. - Eg var
í føroyskari stúku.
Eg reisist úr stólinum, og takki fyri
meg. Livar takkar fyri vitjanina.
Á veg aftur til Klaksvíkar kann eg
ikki lata vera við at hugsa, hvar
mínar egnu grensur liggja. Eg flenni
innantanna, og haldi at nú man vera
best at fylgja við, hvussu leikur ferst
hjá Livar.
Eg ætli mær so sanniliga at fylgja
honum tvørtur um Atlantshavið.
Men tað verður nokk úr fjálgu
stovuni. Við einum heitum
kaffimunni.
- Hetta er tað harðasta sum eg nakrantíð havi
gjørt, sigur Livar Nysted. Nú kennir hann síni
mørk, og er komin eitt stig víðari í fyrireiking
síni til túrin tvørtur um Atlantshavið