Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2008 33 tíðindi Sunnudagin hittust tey, ið so ella so varða av Musikkskúlanum í Vági, at práta um hølisviðurskiftini Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Á fundinum sunnudagin, sum var í Ljómhúsium, varð prátað um at finna eina loysn, tí hølistrupul­ leikar eru. Musikkskúlin heldur í Vági til í fólka­ skúlanum og aðrastaðni, m. a. heima hjá lærararum, og verður mett, at hetta er ikki munagóð loysn. Lærararnir við Musikkskúlan vilja eisini fegnir vita, hvar teirra arbeiðspláss er. Otniel Nygaard, leiðari, legði fyri á fundinum, og so var kjak. Møtt vóru musikk­ skúlalærarar, kommunalpol­ itikarar og foreldraumboð. Roynt hevur áður verið at finna loysn á hølistrupul­ leikanum, men komið er ikki á mál, og m.a. hava hús verið tøk, ið kunnu nýtast. Á fundinum var semja um at kanna málið og at partarnir tosa saman og finna loysn á málinum. Mett varð, at umráðandi er at finna loysn nú, tí musikkskúlin í Suðuroy er nú so væl fyri, at flestu lær­ arar eru fastbúgvandi í oynni, og tað hevur annars verið ein stórur trupulleiki í mong ár, at ferðalærarar eru komnir og eru so burtur aftur, tá eitt ella tvey ár eru farin. Fundaðust um Musikkskúlan Løgtingið viðger nýggju psykiatri­ lógina í dag Tíðindaskriv Lógin skal vera við til at tryggja, at tvingsilsnýtsl­ an á Psykiatriska deplin­ um verður fyribyrgd og avmarkað í mest møgu­ ligan mun, eins og rættar­ trygdin hjá sálarsjúkling­ um verður styrkt. Hetta verður tryggjað við lættari og smidligari kæruskipan, sjúklingaráð­ gevum og greiðum áset­ ingum viðvíkjandi eini røð av inntrivum í per­ sónliga frælsi hjá sjúk­ lingunum. Sum heild dagførir nýggja psykiatri­ lógin lógarverkið í mun til galdandi lóg, sum er frá 1938. Nýggja lógin hevur ásetingar um eina røð av viðgerðarhættum, diagnosum, fyriskipan­ um og tøknifrøðiligum møguleikum sum ikki vóru til tá lógin frá 1938 varð gjørd. Tað er landsstýrismað­ urin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sum hevur lagt uppskot til ríkislóg­ artilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om anvendelse af tvang i psykiatrien” fyri Løgting­ ið, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Tíðindaskriv Jøgen Niclasen, uttanríkis­ ráðharrin, hevur í dag havt fund við Simon Anholt, ið man vera fremsti serfrøðing­ ur í heiminum innan tjóðar­ branding. Eitt gott umdømi hevur stóran týdning, um eitt land skal standa seg í kappingini við onnur. Simon Anholt vegleiðir londum, hvussu tey kunnu skapa sær eitt gott ‘brand’, og higartil hev­ ur hann m.a. ráðgivið stjórn­ ini í Bretlandi, Týsklandi, Svøríki og sjey øðrum londum. Simon Anholt er í Føroy­ um í sambandi við, at Uttan­ ríkisráðið er farið undir eina verkætlan, sum skal geva Føroyum ein greiðan profil úti í heimi. Fyri at verkætlanin skal eydnast, er týdningarmikið at polit­ iska skipanin, vinnan, ment­ anarlívið eru við í hesum arbeiði. Tí er ein kjarnu­ bólkur settur, sum umboðar hesar partar av samfelag­ num, og hesin bólkur skal seta orð á okkara kappingar­ samleika Jørgen Niclasen, utta­ nríkisráðharrin, sigur: ­ Tað er greitt, at um vit skulu kappast á altjóða marknaðinum, mugu vit eisini vera kenda á altjóða marknaðinum. Í dag veit næstan ongin, at Føroyar eru til, og tískil mugu vit miðvíst virka fyri at seta Føroyar á heimskortið, og hetta gerst ikki við bert vanligari marknaðarføring. ­ Fyrsta stigið er, at vit í Føroyum gerast tilvitað og samd um, hvørjar serligar dygdir og fyrimunir vit hava í kappingini við onnur lond. Tískil havi eg sett ein bólk, har ið leiðandi fólk innan ymsar partar av sam­ felagnum kunnu kjakast um hetta evni saman við Simon Anholt. ­ Næsta stigið er, at niður­ støðurnar hjá hesum bólki fáa breiða undirtøku í øllum samfelagnum. Tá ið vit eru samd um, hvørjar okkara styrkir eru í mun til onnur, eru lættari at finna loysnir, har vit draga eina línu og fáa ágóðan av virkseminum hjá hvørjum øðrum. ­ Triðja stigið er, at vit í okkara dagliga yrki eru tilvitað um okkara samleika í kappingar høpi. Um vit í øllum lutum leggja dent á okkara styrkir, kunnu vit í stóran mun tryggja, at umheimurin altíð fær somu fatan av Føroyum. Eydnast hetta kann sjálvt eitt lítil land sum Føroyar skapa sær eitt dygt og munagott ‘brand’ í altjóða samfelag­ num, sigur Jørgen Niclasen at enda. Føroyska ’brandið’ sett á dagsskrá Havnafólk og Klaks­ víkingar fara at fáa eina heldur óvan­ liga sjón í kvøld. Kongaminnið og Christianskirkjan verða nevnliga upplýst við bláum ljósi í kvøld. Tað er Diabetesfelagið, ið ger vart við at altjóða diabetesdagur er í dag diabeTes Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í samband við at dagurin í dag, 14. november, er altjóða diabetes dagur, fer Diabetes­ felagið at gera vart við dag­ in, eins og tað verður gjørt kring allan heimin í dag. Í Føroyum verða Konga­ minnið og Chrianskirkjan upplýst við bláum ljósi í kvøld. Tað sama verður gjørt kring allan heimin, og verða eitt nú ST­bygningurin, Eifeltornið, Dubaitornið og London Eye upplýst við bláum ljósi í kvøld. Ætlanin var at skipa fyri einum fyrilestri í dag eisini, har Magni Mohr skuldi lut­ taka, men Magni Mohr er uttanlands í løtuni, og mátti tí geva avboð. Í staðin verður hesin fyri­ lesturin, sum er almennur, hildin 22. november í Klaks­ vík, men enn er ikki enda­ liga gjørt av, hvar og nær hann verður hildin. Tað verður tó lýst nærri einaferð í komandi viku. Bjarga barnalívum Altjóða Diabetes Felags­ skapurin hevur í ár valt at seta serligt fokus á børn við diabetes. Kanningar vísa at alt ov nógv børn og ung í Vesturheiminum hava dia­ betes, og at talan í veruleik­ anum er um eina epidemi. Undir heitinum Life for a Child royna felagsskapir kring allan heim, eisini Dia­ betesfelagið, at savna pen­ ing saman, soleiðs at børn í triðja heiminum við dia­ betes kunnu fáa insulin. Ein kendur, avstralskur doktari í diabetes, ið hevur ferðast kring allan heimin, hevur víst á allar teir ræðu­ leikar, ið eru kring um í triðja heiminum, har børn verða útstoytt og meir ella minni dripin av teirri orsøk, at for­ eldrini ikki hava ráð til insul­ in. Tí er stig tikið til hetta til­ takið, har felagsskapir royna at savna pening inn í ríku londunum, til tess at skaffa insulin til hesi børnini. Kristianna Rein, for­ kvinna í Diabetesfelagnum, greiðir frá, at tað í Føroyum hevur gingið sera striltið at savna pening inn til hetta tiltakið. Í Føroyum eru 25 børn og ung undir 18, ið hava dia­ betes, og Diabetesfelagið hevur tí sett sær sum mál at savna pening inn fyri insu­ lin til 25 børn í triðja heim­ inum. Í reiðum peningi merkir hetta at tey skulu savna mill­ um 35­ og 40.000 krónur inn árliga. Hon heitir á fólk, ið hava hug at geva eina lítla jóla­ gávu, ið veruliga munar nakað, um at lata Diabetes­ felagnum eina lítla peninga upphædd til hetta tiltakið. Diabetesfelagið hevur konto í øllum peningastovn­ unum, og allar gávur eru kærkomnar, sigur Kristianna Rein, ið er forkvinna í Dia­ betesfelagnum. Kongaminnið verður blátt í kvøld Kongaminnið verður, eins og undanfarin ár, lýst upp við bláum ljósi í kvøld. Tað sama verður Christianskirkjan í Klaksvík