fríggjadagur 14. november 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 220 - 14. november 2008
tíðindi
Forsetaval
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Diddan er dóttir Onnu f.
Samuelsen, ættað úr Lorvík,
og Otto Brimheim í Havn.
Hon kom á fyrsta sinni
til USA 20 ára gomul í
1965 sum aupair genta hjá
eini familju í høvuðsstaðnum
Washington.
Maðurin í húsinum var
ráðgevi hjá Joe Tydings,
sum var limur í senatinum
fyri demokratiska flokkin.
Hetta heim var tískil sera
nógv merkt av politikki.
Diddan kom hesa tíðina at
fáa eitt gott innlit í ameri
kanksan politikk. Hon fekk
”pass” til senatið og plagdi
at síggja Kennedybrøðurnar
Edvard og Robert og aðrar
kendar politikkarar. Robert
stílaði jú eftir at gerast for
seti í 1968, men hann varð
myrdur. Edvard er framvegis
limur í Senatinum. Eisini
fekk Diddan atgongd til
hægstarætt og slapp tá eis
ini at síggja, hvussu ameri
kanska rættarskipanin virk
aði.
Hetta skapti ein serligan
áhuga fyri politikki hjá
Didduni, og hon gjørdist
ein sannførdur stuðul hjá
Demokratiska flokkinum.
Diddan giftist við einum
amerikanara. Í fyrsta umfari
búsettust tey í Kansas City,
men tey fluttu til California
í 1974, har hon enn býr.
Stuðlaði fyrst Hillary
og síðan Obama
Diddan er framvegis ein
íðin stuðul hjá demokratiska
flokkinum. Hon er ikki
amerikanskur ríkisborgari
og kann tí ikki sjálv velja.
Men hon kann sannføra
onnur. Í fyrsta umfari hevur
tað verið hennara egnu
børn, sum eisini taka undir
við hennara flokki.
Til hetta forsetavalið var
Diddan í fyrsta umfari stuð
ul hjá Hillary Clinton, sum
upprunaliga var favorittur
at gerast demokratiskt for
setavalevni.
Diddan var eisini á velj
arafundi saman við Hillary
og hevur heilsað uppá hana.
Hon var eisini rættuliga
imponerað av Hillary, sum
hevði eina framløgu uppá
ein tíma uttan manuskript á
fundinum.
Aftaná
vóru
spurningar, og hon stóð ikki
føst í nøkrum teirra.
Hillary vann í California
og øðrum stórum statum,
men hetta var ikki nóg mik
ið.
Tað varð sagt, at nógvir
Clintonstuðlar heldur fóru
at velja McCain enn Obama
til forsetavalið. Men hetta
var so ikki galdandi fyri
Didduna. Hon stuðlaði nú
Obama av heilum huga.
Hjá henni var tað sera
umráðandi at fáa ein demo
krat til forseta. Tað skal
eisini sigast til rós fyri bæði
Bill og Hillary Clinton, at
tey
vóru
góðir
taparar
og
bakkaðu Obama upp 100%.
Tað vóru ikki øll, sum rokn
aðu við hesum at byrja við.
Diddan helt, at USA
hevur nú í átta ár eftir henn
ara tykki havt ein ódugna
ligan forseta, hvørs høvuðs
avrik hevur verið at bróta
niður ta lóggávu, sum demo
kratarnir hava bygt upp í
ártíggir.
Demokratiski
flokkurin hevur staðið fyri
teimum
nýskipanum
til
verju av borgarunum, sum
eru framdar á lóggávu
økinum í USA heilt aftur
til Roosevelt í 1930unum.
Kríggið í Irak hevur verið
ein vanlukka, sum var
grundað á ósannindi hjá
Bush og hansara monnum.
Hetta hevur eisini gjørt
heimin nógv ótryggari.
Skitið valstríð
Eitt er at gerast valevni. Eitt
annað er at verða valdur.
Amerikansk valstríð eru
kend fyri at vera sera skitin,
og serliga er hetta galdandi
fyri republikanska høgra
vongin, har einki vápn er
ov groft.
Tað vanliga er at grava í
fortíðina hjá einum valevni
at finna okkurt at brúka
móti viðkomandi. Onkuntíð
hevur verið sagt, kanska í
skemti, at ein persónur, sum
ikki hevur okkurt lík í
lastini, er ov keðiligur til at
kunna verða valdur!
”Trupulleikin” var bert
tann, at Obama hevði einki
lík í lastini. Tað kundi ikki
finnast meira enn, at hann
hevði verið í stovu við ein
mann, sum hevði staðið fyri
yvirgangi, tá ið Obama var
átta ára gamal, og so navn
ið, sum minnir eitt sindur
ein Osama! Fyri ikki at tala
um millumnavnið Hussein.
Tað komu út tríggjar bøk
ur í summar, hvørs endamál
var útspilling av Obama.
Tá einki annað var, varð
koyrt fram við tilvitandi
ósannindum. Ein av hesum
var, at Obama er muslimur.
Fólk eru so óupplýst, at
nógv trúgva tí, hóast Obama
alment er kristin. Men hetta
hevði ongan ávirkan, og er
tað eitt gott tekn um, at fólk
ikki longur lurta eftir slík
um
Kristni høgravong
urin fingið frammaná
Vanliga er tað tann kristni
høgravongurin í USA, sum
stendur fyri tí skitna parti
num av valstríðnum. Trupul
leikin hjá MacCain var, at
hann var ikki meira enn
”vanligur” kristin. Hann er
eisini sum so eitt hampafólk,
og skitin vápn liggja ikki til
hansara.
Men so valdi hann sær
Sarah Palin, sum kemur úr
eini víðgongdari samkomu
í Alaska. Tað var hon, sum
kom at standa fyri tí skitna
partinum av valstríðnum,
sum MacCain ikki troystaði
sær. Tað var á hennara val
fundum, at fólk stóðu og
róptu:
Obama,
Osama,
Obama, Osama….. og ann
ars róptu ókvæmisorð eftir
Obama.
Diddan úr Havn fekk Obama
Í august høvdu vit eina samrøðu
við Elspu Ellis, vanliga kallað
Diddan, úr Havn. Hon er búsitandi
í California, og hon skuldi tá heim
at luttaka í stríðnum at fáa Barack
Obama valdan til forseta. Vit hava
ynskt henni tillukku við valinum
og hava frætt aftur
Diddan th. saman við vinkonu síni Mary Olsen. Tær komu at kennast í California, har Mary og maður hennara Knút eisini búðu.
Knút stuðlaði Nixon og Reagan, men tað vóru tey líka góður vinir fyri tað